mikudagur 14. juli 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. juli 2010 · Nr. 107
26
Sosialurin
Oyggjablaðið
Vilmund Jacobsen
Út við 100 fólk eru á lønarlista hjá
Fiskavirkinum í Gøtu. Hetta eru
fólk í øllum aldursbólkum, heilt
frá skúlanæmingum til fólk, sum
eru farin langt um pensjónsaldur.
Tey yngstu, sum í løtuni arbeiða á
virkinum, eru næmingar, sum nú
eru í summarfrí og kunnu tjena
sær nakrar krónur í frítíðini. Nøkur,
sum arbeiða á virkinum, eru farin
um tey sjeyti, og mánadagin í hesi
vikuni fylti eitt av arbeiðsfólkunum
74 ár. Fólk eru fegin um at kunna
vera leingi í starvi, um tey annars
orka at arbeiða í fiski so langt upp
í árini. Millum tey, sum starvast á
virkinum, eru eisini nøkur hjún,
sum soleiðis burtur av hava sítt
livibreyð á Fiskavirkinum í Gøtu.
Tórgerð og Johannes Árni Gøthe
eru millum teirra, sum arbeiða í
fiski hvønn dag. Hann er farin um
pensjónsaldurin, og hjá Tórgerð
líður væl.
Í august í ár hevur Tórgerð Gøthe
arbeitt á Fiskavirkinum í Gøtu í
samfull 25 ár út í eitt, og Johannes
hevur verið har eini 4-5 ár styttri.
Tá Sosialurin vitjaði fríggjadagin,
stóðu einar 4 kvinnur og saltaðu
fisk, og Tórgerð heldur fyri, at einar
tríggjar av hesum eru omanfyri
sjeyti ár.
– Kvinnurnar eru raskar, og tær
megna sítt arbeiði uttan trupul
leikar, sigur hon.
Vrakar og pakkar
Uppgávan hjá Tórgerð er í løtuni at
vraka og pakka.
– Vit eru fleiri vrakarar, sum
standa við knívi og hygga at, hvussu
saltfiskurin, sum kemur frá rein
skeringini, sær út. Er okkurt, sum
vit ikki halda er nóg gott, leggja vit
seinastu hond á flakið.
Hon sigur, at hin uppgávan hjá
einum vrakara er at meta um, hvørt
fiskurin, sum kemur eftir band
inum, er av dygd 1, 2 – ella, um hann
fer í tað, sum rópt verður mix.
Fiskurin verður pakkaður í eskj
ur, og her liggur vektin um 25-26
kilo í hvørjari.
Hesi 25 árini, síðan Tórgerð byrj
aði at arbeiða á Fiskavirkinum í
Gøtu, hevur hon verið um alla fram
leiðsluna, men í seinastuni hevur hon
bara verið inni í pakkirúminum, har
vrakingin eisini fer fram.
Á plássinum hon stóð hendan
dagin, Sosialurin vitjaði, rópa tey til
stuttleikar í »gásageiranum«, tí her er
kanska nakað trongligt at standa.
– Eg havi soleiðis verið við í
ymiskum framleiðslum og í ymisk
um tíðarskeiðum á virkinum. Áður
varð fiskurin, sum fór í salt, rein
skorin fyri salting, men soleiðis
verður ikki gjørt longur. Nú verður
fiskurin fyrst saltaður, og hann
verður ikki reinskorin og góðsku
mettur, fyrr enn hann verður
pakkaður.
Tá
fiskurin
verður
góðskumettur, verður serliga hugt
at beinum og sandmaðki.
Hon sigur, at á virkinum eru einir
16 reinskerarar, og síðan standa eini
4-5 fólk og reinskera tað, sum restar
í, góðskumeta fiskin og skilja hann
eftir dygd í eskjur.
Betraðar umstøður
Fiskavirkið í Gøtu byrjaði í sínari tíð
við sild, men seinni gjørdist virkið
Ein fjórðingsøld á
fiskavirkinum í Gøtu
FRAMLEIÐSLA Tórgerð Gøthe hevur arbeitt á Fiskavirkinum í Gøtu í samfull 25 ár. Maður hennara, Johannes Árni
Gøthe, hevur arbeitt á sama virki sum konan í umleið 20 ár. Fiskavirkið er soleiðis fíggjarliga lívsgrundarlagið hjá
teimum báðum, eins og virkið hevur verið og framvegis er grundarlagið hjá nógvum familjum í nærumhvørvinum
25 ÁR
– Mær dámar væl at arbeiða í fiski. Tað siga tey 25 árini, eg havi starvast her, eisini. Viðhvørt kundi eg tó hugsað mær okkurt
annað, sigur Tórgerð Gøthe, sum í august hevur starvast á Fiskavirkinum í Gøtu í eina fjórðingsøld
Mynd: Jens Kristian Vang
... eg havi stóra virðing
fyri Gregersen-monnunum
sum vinnulívsmonnum...
TÓRGERÐ GØTHE