Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-14, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. juli 2010síða 27

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 14. juli 2010 · Nr. 107 Sosialurin Oyggjablaðið Vilmund Jacobsen Tórgerð Gøthe, sum hevur arbeitt á Fiskavirkinum í Gøtu í samfull 25 ár út í eitt, sigur, at fiskaarbeiði á virkinum er rættiliga støðugt, og nú í seinastuni hava tey vanliga arbeitt í 10 tímar um dagin, frá 8-18. – Vit hava eisini skilt, at tað gongur væl hjá okkara virki. Vit fáa av og á at vita, hvussu gongdin er, og leiðslan hevur sagt okkum, at seinasta ár gav einar 2 miljónir krónur í avlopi, samstundis sum leiðslan væntar, at árið í ár verður enn betri. Á Fiskavirkinum í Gøtu síggja tey tí ljóst upp á framtíðina. Bara saltfiskur Allur fiskurin, sum verður virk- aður á virkinum í Gøtu, verður turrsaltaður. – Fiskurin liggur fyrst í laka í eitt samdøgur. Síðan verður hann turrsaltaður og liggur í salti í umleið 9 samdøgur, til hann verður pakkaður til útflutnings. Tórgerð Gøthe sigur, at á virk inum er ein flekimaskina og tríggjar flakamaskinur, sum verða brúktar til ymiskar støddir av fiski. – Tann nógvi fiskurin verður skorin til flak og saltaður. Vit flekja ikki tær stóru nøgdirnar, men av og á verður flakt, og eg haldi, at hetta er, tá ávís við- skiftafólk mangla hesa vøru, sigur hon. 4.500 tons Virkisleiðarin á Fiskavirkinum í Gøtu, Janus Rasmussen, sigur, at ráfiskanøgdin, sum virkið keypir og arbeiðir um árið, liggur eitt vanligt ár um 4.500 tons. Fiskasløgini eru serliga toskur, longa og brosma. Hann sigur, at eitt vanligt ár liggur ráfiskanøgdin um 4.500 tons. – Høvd, ryggir og innvølir verð ur alt selt Høvdavirkinum í Leir vík, sigur Janus Rasmussen. vilmund@sosialurin.fo 2 MIÓ Í AVLOPI AVLOP – Vit fáa av og á at vita, hvussu gongdin er, og vit hava skilt, at virkisleiðslan væntar eitt enn betri ár í ár enn í fjør, sigur Tórgerð Gøthe ... fiskurin liggur fyrst í laka í eitt samdøgur. Síðan verður hann turrsaltaður og liggur í salti í umleið 9 samdøgur... TÓRGERÐ GØTHE eitt vanligt flakavirki, har saltfiskur var ein partur av framleiðsluni. Nú í nøkur ár hevur virkið bara fingist við saltfisk, og fiskasløgini eru í stóran mun toskur, longa og brosma. – Mær dámar væl at arbeiða í fiski, og tað siga tey 25 árini, eg havi starvast her, eisini. Men tað er eingin loyna, at eg viðhvørt kundi hugsað mær okkurt annað. Um vetrarnar er mangan kalt at standa á einum fiskavirkisgólvi. Hitaskipanin er frá gamlari tíð við blásarum undir loftinum, og hetta haldi eg ikki riggar so væl, sigur Tórgerð. Hon vísir á, at nógvar ábøtur og útbyggingar av ymiskum slagi eru gjørdar á virkinum, síðan hon fyrstu ferð trein innar, og framvegis verður arbeitt við at bøta um umstøður og trivnað. – Vit skulu avgjørt ikki klaga. Vit hava eina fitta og dugnaliga leiðslu, sum roynir at fáa tað besta burtur úr sínum arbeiðsfólki. Eg havi alt gott at bera teimum, og eg havi stóra virðing fyri Gregersen-monnunum sum vinnulívsmonnum, sigur hon. Tórgerð Gøthe sigur, at kantinu- umstøðurnar hava verið trongar leingi, men nú verður av álvara bøtt um hesi viðurskifti við tað, at stór og nýggj kantina verður bygd vestur úr virkisbygninginum. – Uppi á takinum á kantinuni verður terass. Tey siga, at alt hetta arbeiði skal verða liðugt í september, og vit gleða okkum rættiliga nógv til tað, sigur hon. vilmund@sosialurin.fo Á Fiskavirkinum í Gøtu síggja tey ljóst uppá framtíðina Mynd: Jens Kristian Vang Á Fiskavirkinum í Gøtu arbeiða fólk í øllum aldursbólkum – heilt frá skúlaungdómi til pensjónistar, harav nøkur arbeiðsfólk eru farin um tey sjeyti Mynd: Jens Kristian Vang LEIÐSLA Virkisleiðarin, Janus Rasmussen, var sera fryntligur og vísti okkum runt á virkinum Mynd: Jens Kristian Vang ... hetta rópa vit »gása­ geiran«, tí her er kanska nakað trongligt at standa... TÓRGERÐ GØTHE