Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-14, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. juli 2010síða 30

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. juli 2010 · Nr. 107 30 Sosialurin Oyggjablaðið Vilmund Jacobsen Í løtuni verður barnaskúlin við Gøtugjógv útbygdur, samstundis sum gamli parturin av skúlanum verður umbygdur og settur í stand. Nýggi parturin snýr seg í fyrsta lagi um tvær stórar skúlastovur, sum við flytiveggi kunnu gerast til fýra stovur. Tá skúlin við Gøtugjógv stend ur liðugt út- og umbygdur til skúlaárs byrjan seinni í august, hevur skúlin eisini mobila teldustovu, ljóðanlegg til tónleikastovur og nýggja seymi- stovu. Tað er Sp/f Oscar Poulsen, sum hevur gjørt jørð-og lendisarbeiði og byggifyri tøk- an Smíðlist, sum ger timbur- og snikkara ar- beiði. Aðrir størri arbeiðstakarar, sum eru við í hesi verkætlan, eru eitt nú El-Teknik, sum ger el-arbeiði og RenoVent, sum ger HVS- arbeiði. Í skúlanum við Gøtugjógv ganga næm ing- ar í 4.flokki til og við 7. flokk, meðan næm- ingar, sum ganga í 1. flokki og til og við 3. flokk, ganga í Leirvíkar skúla. »Skúlaspírin« Í Leirvíkar skúla byrjar eisini for skúli eftir summarfrítíðina sum tilboð til børn í allari Eystur kommunu. Hesin skúli, sum hevur fingið navnið »Skúlaspírin«, hýsir børnum, sum byrja í fyrsta flokki árið eftir. Borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, sigur, at til samans 27 børn eru teknaði til forskúlan í Leirvík. – Næmingarnir koma í forskúla klokkan 8 á morgni og verða í skúlanum til klokkan 11.30. Tveir námsfrøðingar og tveir lærarar verða knýttir at »Skúlaspíranum«, sigur hann. Nógvur aktivitetur Borgarstjórin sigur, at nú barna skúlin við Gøtugjógv skal verða liðugur til skúla árs- byrjan í heyst, er rættiliga nógvur aktivitetur í samband við hesa verkætlan. – Tað er lutfalsliga stutt síðan, at Smíðlist fór í gongd við sín part av verkætlanini, og upp á stutta tíð skal øll nýbygging og umbygging standa liðug, sigur hann. Jóhan Christiansen sigur, at íløgan við Gøtugjógv er partur av einum skúlapakka, sum Eystur komm una hevur samtykt at fremja. – Hesin pakki snýr seg um íløg ur í skúlan við Gøtugjógv og Leir vík upp á tilsamans 22 miljónir krónur. Kristiligt býti Borgarstjórin væntar, at umleið helmingurin av hesi játtan verður lagdur við Gøtugjógv – og hin helm ingurin í Leirvík. – Skúlin í Leirvík skal standa liðugt útbygdur til skúlaársbyrjan næsta ár, og her verður serligur dentur lagdur á umstøðurnar hjá forskúlanum, sum nú er settur á kjøl í kommununi, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eystur kommunu. vilmund@sosialurin.fo Eysturkommuna útbyggir skúlar fyri 22 miljónir krónur VERKÆTLANIR Í skúlapakkanum, sum Eystur­ komm una hevur samtykt at fremja, verða umleið 11 miljónir krónur lagdar við Gøtu­ gjógv – og aðrar 11 miljónir í Leirvík Tað er Sp/f Oscar Poulsen, sum hevur staðið fyri jørð-og lendisarbeiðnum við Gøtugjógv Mynd: Jens Kristian Vang ... upp á lut­ fals liga stutta tíð skal øll ný bygg­ ing og um bygg ing verða liðug við Gøtu gjógv... JÓHAN CHRISTIANSEN Vælkomin til Eysturkommunu www.eystur.fo savnandi opin og vinarlig framsøkin 85 cm