Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-14, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. juli 2010síða 30

‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. juli 2010 · Nr. 107 30 Sosialurin Oyggjablaðið Vilmund Jacobsen Í løtuni verður barnaskúlin við Gøtugjógv útbygdur, samstundis sum gamli parturin av skúlanum verður umbygdur og settur í stand. Nýggi parturin snýr seg í fyrsta lagi um tvær stórar skúlastovur, sum við flytiveggi kunnu gerast til fýra stovur. Tá skúlin við Gøtugjógv stend­ur liðugt út- og umbygdur til skúlaárs­byrjan seinni í august, hevur skúlin eisini mobila teldustovu, ljóðanlegg til tónleikastovur og nýggja seymi­ stovu. Tað er Sp/f Oscar Poulsen, sum hevur gjørt jørð-og lendisarbeiði og byggifyri­tøk­ an Smíðlist, sum ger timbur- og snikkara­ar­ beiði. Aðrir størri arbeiðstakarar, sum eru við í hesi verkætlan, eru eitt nú El-Teknik, sum ger el-arbeiði og RenoVent, sum ger HVS- arbeiði. Í skúlanum við Gøtugjógv ganga næm­ing­ ar í 4.flokki til og við 7. flokk, meðan næm­ ingar, sum ganga í 1. flokki og til og við 3. flokk, ganga í Leirvíkar skúla. »Skúlaspírin« Í Leirvíkar skúla byrjar eisini for­skúli eftir summarfrítíðina sum tilboð til børn í allari Eystur­kommunu. Hesin skúli, sum hevur fingið navnið »Skúlaspírin«, hýsir børnum, sum byrja í fyrsta flokki árið eftir. Borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, sigur, at til­samans 27 børn eru teknaði til forskúlan í Leirvík. – Næmingarnir koma í forskúla klokkan 8 á morgni og verða í skúlanum til klokkan 11.30. Tveir námsfrøðingar og tveir lærarar verða knýttir at »Skúlaspíranum«, sigur hann. Nógvur aktivitetur Borgarstjórin sigur, at nú barna­skúlin við Gøtugjógv skal verða liðugur til skúla­árs­ byrjan í heyst, er rættiliga nógvur aktivitetur í samband við hesa verkætlan. – Tað er lutfalsliga stutt síðan, at Smíðlist fór í gongd við sín part av verkætlanini, og upp á stutta tíð skal øll nýbygging og umbygging standa liðug, sigur hann. Jóhan Christiansen sigur, at íløgan við Gøtugjógv er partur av einum skúlapakka, sum Eystur­komm­una hevur samtykt at fremja. – Hesin pakki snýr seg um íløg­ur í skúlan við Gøtugjógv og Leir­vík upp á tilsamans 22 miljónir krónur. Kristiligt býti Borgarstjórin væntar, at umleið helmingurin av hesi játtan verður lagdur við Gøtugjógv – og hin helm­ingurin í Leirvík. – Skúlin í Leirvík skal standa liðugt útbygdur til skúlaársbyrjan næsta ár, og her verður serligur dentur lagdur á umstøðurnar hjá forskúlanum, sum nú er settur á kjøl í kommununi, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eystur­kommunu. vilmund@sosialurin.fo Eysturkommuna útbyggir skúlar fyri 22 miljónir krónur VERKÆTLANIR Í skúlapakkanum, sum Eystur­ komm­una hevur samtykt at fremja, verða umleið 11 miljónir krónur lagdar við Gøtu­ gjógv – og aðrar 11 miljónir í Leirvík Tað er Sp/f Oscar Poulsen, sum hevur staðið fyri jørð-og lendisarbeiðnum við Gøtugjógv Mynd: Jens Kristian Vang ... upp á lut­ fals­liga stutta tíð skal øll ný­bygg­ ing og um­bygg­ing verða liðug við Gøtu­gjógv... JÓHAN CHRISTIANSEN Vælkomin til Eysturkommunu www.eystur.fo savnandi opin og vinarlig framsøkin 85 cm