mikudagur 14. juli 2010síða 31
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
Byrjar í Leirvíksfirði í 1727
Hendan søgan hjá Hansinu byrjar
í 1727 í Leirvíksfirði. Ein bátur av
Blankskála hevði verið yviri á Vík
við Leirvík eftir torvi. Á vegnum
heim øtlaði veðrið. Báturin drakk
sjógv og sakk, og fleiri druknaðu.
Millum teirra vóru feðgarnir Pæt
ur og tann ungi Niclas Petersen,
sum vóru úr Lykkerhúsi, einum
av teimum fýra húsunum á Blank
skála. Niclas var trúlovaður Else
beth Hansdatter úr Fuglafirði, og
tað vísti seg, at hon var við barn.
Hon fekk eina dóttir, sum tann 19.
november 1727 varð doypt Suniva
Niclasdatter. Hennara eftirkomarar
er útgreinaðir av Freydis Poulsen í
Varðanum 2000 og 2001, har hon
hevur staðfest fleiri hundrað av
eftir komarunum hjá Sunnivu, mill
um hesi sovæl tann, sum skrivar
hesar reglur, og Janus úr Dímun.
Ættin kom í Tjørnustovu
Sunniva giftist í 1764 við Ísak Joen
sen í Heimistovu í Fuglafirði. Hann
var 16 ár yngri enn hon.Tey fingu
fimm børn. Eitt av teimum var
Elsebeth Isaksdatter, f. 1767. Hon
giftist við Jákupi Heinesen, bónda
í Guttastovu í Leirvík.
Tey fingu seks børn. Tað elsta
var Anna Jacobsdatter, f. 1794. Hon
giftist við Óla Jacobsen, bónda
í Tjørnustovu í Norðragøtu. Ein
onnur dóttir var Sunneva Jacobs
datter, sum giftist við Høgna Jacob
sen, beiggja Óla Jákup. Tey búsett
u st í Leirvík, og nógv, sum eita
Høgnesen eru ættað frá teim um.
Anna og Óli í Norðragøtu áttu
8 børn. Sunnuva og Høgni í Lorvík
áttu 5 børn. Hesi vóru tískil dupult
systkinabørn.
Her kemur Skúvoy
inn í myndina
Nú byrjar søgan í Skúvoy. Keldan er
munnligar frásagnir og Skúvoyar
søga.
Søgan byrjar við, at Andrass á
Vattóli í Skúvoy hevði lagt ástir
saman við Marjun, f. 1815, sum var
bóndadóttir niðri í Stovu. Hon
stóð til at taka festið. Andrass átti
ikki sýru í vegg, so hann var sera
óynsktur sum versonur. Men ráð
vóru fyri tí. Tey senda dóttrina
til Norðragøtu saman við einari
arbeiðsgentu, sum var haðani. Tað
riggaði heilt væl. Skjótt var Andrass
gloymdur, og Marjun varð trúlovað
við Óla Jákup, elsta bóndasoninum
í Tjørnustovu, sum stóð til at fáa
festið her. Men tá tað nú stóð Óla
Jákupi í boði at fáa eitt enn størri
festi í Skúvoy, tað var 5 1/2 mørk
móti tveimum í Tjørnustovu, valdu
tey bæði at taka við tí, og tey flyta
til Skúvoyar. Tey giftust í 1841 og
hann festi í 1845.
Hetta var so byrjanin til eina
rættiliga innrás av systkjunum
hjá Óla Jákupi í Skúvoy. Tað fóru
nevniliga ikki færri enn 5 systkin
tilsamans til Skúvoyar. Umframt
Óla Jákup fóru:
a. Johan Frederik, f. 1820, g.v. Malenu
Danielsdatter
í
Skúvoy.
Hann
kom til Skúvoyar sama ár sum Óli
Jákup at vera húskallur hjá Dánjali
í Jógvans stovu.
b. Elsebeth Sofie, f. 1826, g.v. Jógvan
Hansen í Skúvoy. Hon kom í 1848.
c. Hans Peder, f. 1831. Hann kom í
1849. Hann var ógiftur og datt oman
í Skúvoy í 1863. Tað sigst at hann var
trúlovaður í Skúvoy við Onnu úti í
Stovu, og ætlaði at búsetast her.
d. Hans Jacob, f. 1834. Hann kom
í 1853. Kona hansara var Marin S
Gregersen. Og tað kanska løgna er,
at hon var úr Kunoy, so tey vóru
bæði tilflytarar.
Í ætt við flestu skúvingar
Umframt hesi fimm systkini flytur
Pól Høgnesen f. 1820 um somu tíð
til Skúvoyar. Hann var sum nevnt
dupult systkinabarn við umrøddu
systkini. Hann giftist fyrst við
Onnu í Garðinum, og tá ið hon doyði
við
Bernhardinu
Magnusdóttir
av Sandi. Tað er nærliggjandi at
halda, at Poul hevur frætt frá sín
um systkinabørnum, hvussu gott
tað var í Skúvoy, so hann er farin
aftaná teimum. Tað var jú altíð
nógv samband millum Lorvík og
Norðagøtu.
Anna og Poul fingu fýra børn.
Elstur var Hendrik f. 1845. Hann
gekk burtur undir Dímun skaða
dagin 30. apríl 1870. Tað fórust sjey
skúvoyingar við tveimum bátum
hendan dagin, eftir at annar báturin
hevði sett ein mann av í Dímun. Tað
var gott veður hendan dagin, tí vóru
nógvir bátar úti. Men knappliga
brast á av landnyrðingi norðan
við stormi og kavaroki. Hetta er
ringasta ætt í Suðuroyafirði.
Hendrik var giftur við Marionnu
Katrinu Poulsen úr Skopun. Hon
flutti aftur til Skopunar við dóttrini
Onnu, sum tó doyði longu í oktober
sama ár.
Næstur var Hans Desiderius
Poulsen f. 1847. Hann giftist við
Súsannu Uppí Garði f. 1857, sum
var systkinabarn hansara. Tey bæði
fingu 10 børn.
Elst av teimum var Olivia Kristina
f. 1878. Hon giftist við Filippus
Joensen f. 1872 av Skarvanesi. Tey
búsettust í Skúvoy.
Tey bæði fingu 12 børn. Næstelst
av teimum, og tað elsta, sum vaks
til, var Hansina, mamma Janus.
Tað kann verða nevnt, at ein
mammubeiggi
Hansinu,
Johan
Hendrik, var pápi Hákun Djurhuus,
kendur
politikkari.
Mamma
hans ara var Armgarð, systir Áar
stovubrøðurnar í Havn.
Eisini kann verða nevnt, at
ein systir Hansinu, Súsanna f.
1915, giftist við Kjartan Hentze,
langabbason Óla Jákup, tann fyrsti
av systkjunum í Norðragøtu, sum
fluttu til Skúvoyar. Tað var hann,
sum kom at hava postflutningin til
Dímunar í nógv ár.
Poul fremri enn aðrir menn
±Tað verður sagt um Poul Høgnesen,
langabba Janus, í Skúvoyar søgu,
at hann var í mangar mátar fremri
enn aðrir menn. Eitt dømi um tað er,
at hann var fyrsti maður í Skúvoy,
sum fann uppá at fara uppá land
undir oynna at fleyga lomviga.
Fyrr høvdu teir bara fleygað frá
báti. Hann hevði ein úthandil í
Skúvoy fyri Mortensen á Tvøroyri.
Seinni fór hann at handla fyri egnu
rokning og bygdi pakkhús, sum enn
er til.
Hann var eisini limur í taxatións
nevndini, sum virðismetti jarðirnar
í Sandoyar sýslu.
Ættin niðri í Stovu
Her skal greiðast eitt sindur frá
ættini hjá Óla Jákupi og Marjun.
Óla Jákup hevur uttan ivað verið
álitismaður. Hann var ein av
tveimum skúvoyingunum, sum
varð valdur í skúlanevnd í 1850
unum.
Tey bæði fingu bert eina dóttir,
Sunniva, f. 1842, uppkallað eftir
ommuni í Skúvoy. Óli Jákup doyr
longu í 1861. Marjun doyði í 1895.
Sunneva giftist í 1863 við Johan
Mikael Hentze Mikkelsen, føddur í
Skopun í 1841. Tískil verður Johan
bóndi.
Johan og Sunniva fingu trý
børn. Sonurin Óli Jákup Hentze,
uppkallaður eftir abbanum úr Gøtu,
verður bóndi. Hann giftist í 1894 við
Sissal, dóttir Janus Úti í Stovu.
Tey fingu 9 børn. Tann elsta av
teimum var Sunneva, sum giftist
við Poul Müller í Havn, hvørs ætt
er umrødd í Miðvikuni.
Hetta merkir alt, at Janus
og hansara eru í ætt við flestu
skúvoyingar. Myndirnar í hesum
parti eru allar úr Skúvoyar søgu hjá
Petur Andreassen.
Komandi partur
verður m.a. greitt frá, tá ið
abbi Jenis av Rana var jarðar
móður
31
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
Mikudagur 14. juli 2010 · Nr. 107
Ættarsøgan hjá Hansinu, mammu Janus
Sum Janus hevur sína ættarsøgu frá pápanum, so hevur hann eisini sína
søgu frá mammu síni. Her skal lýsast ein partur av henni
Fillippus og Olivia
saman við eldru
børnunum. Børnini
eru f.v. Hans Sigurd,
Sámal Johannes,
Hansina, Kristina
og Óli Jákup.
Gudrun f.
Anthoniussen
úr Húsavík var
triðja konan
hjá Janusi,
blinda bónda.
Her er hon
saman við
tveimum av
teirra døtrum
Grethu og
Helenu, sum
hon hevur í
fanginum.