Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-14, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. juli 2010síða 32

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. juli 2010 · Nr. 107 32 Sosialurin åJan Müller Herfyri vitjaði trý umboð fyri danska orku- og gass- felagið DONG Energy í Føroyum. Tað vóru tríggir av oddamonnunum í hes um danska gassrisanum, nevni- liga Søren Gath Hansen, Sør en Andersen og Jan Terje Edvardsen, sum allir arbeiða við antin leiting ella fram- leiðslu. Søren Gath Hansen stend- ur á odda fyri leiting og fram leiðslu hjá felagnum og hevur vitjað í Føroyum fleiri ferðir, síðani felagið gjørdist partur av forkanningunum miðskeiðis í 90 árunum. Hann sigur, at orsøkin til vitj an ina hesaferð var fyrst og fremst at vísa and- lit og tosa við Jarð feingi og um boð fyri politisku skipanina, her løgmann og oljumálaráðharran. Eisini fyri at hitta umboð fyri Stat- oil, sum Dong hevur tætt sam starv við á føroyska land grunninum. Dong, sum hevur verið partur av fýra loyvum, hev- ur gjørt av ikki at halda fram við tveimum av loyvunum í Føroyum, men heldur at brúka alla orkuna uppá tvey loyvi, sum felagið fram- vegis er partur av á land- grunninum. Hetta merkir ikki, at felagið er minni áhugað í Føroyum, tí tað er ein natúrlig gongd, tá loyvi ganga út, at tú velur at raðfesta og harvið eisini velur frá leggur Søren Gath Hansen dent á. Hann vísir eisini á, at hetta skal eisini síggjast sum ein lutur í tí altjóða virksemi, sum felagið er partur av. Tað var ma. hetta umboðini fyri felagið greiddu føroyskum myndugleikum frá undir vitjanini. Uppá fyrispurning um tað tó ikki er eitt negativt signal at senda út, tá felagið tekur seg út úr tveimum av fýra loyvum sigur Søren Gath Hansen, at tað er heilt vanligt fyri oljufeløg, sum hava fleiri loyvi í einum øki, at man eftir eina tíð velur at raðfesta. Hetta hendir eisini í Danmark og aðrastaðni, har Dong er virkið. – Vit royna at savna allar kreftirnar um tey loyvi, sum vit meta hava størstu framtíðina. Dong er sera virkið vestan fyri Hetland og ætlar sær eisini at vera virkið eystan fyri Føroyar í framtíðini. Vit síggja nevniliga alt hetta umráðið sum eitt samanhangandi øki og vilja so leggja okkum eftir at troyta teir møguleikarnar, sum vit halda eru bestir. Kjarnuøki Jan Terje Edvardsen, sum stendur á odda fyri al tjóða leitingini hjá DONG, minn- ir á, at teir hava borað tveir brunnar í Føroyum, Marj un og Brugduna. – Teir kann- ingar hættirnir vit royndu har vístu seg ikki at virka nóg væl, og nú fara vit so at brúka aðrar kanningarhættir í teimum báðum loyvunum vit hava eftir í Føroyum. – Hvussu stóra raðfesting hevur Føroyaøkið í tykkara samlaðu portefølju: – Tá vit tosa um at gera íløgur ymsa staðni í heim- in um, so síggja vit økið vest an fyri Hetland og økið eystan fyri Føroyar sum eitt øki, tvs. sum eina og somu provins, sum so eisini er eitt av okkara kjarnuøkjum. Vit hava havt sera nógv virksemi á bretskum øki, og vit koma eisini til at bora fleiri brunn- ar aftrat við Føroyar. Jan Terje Edvardsen vísir á, at teir fara at bora ein brunn saman við Statoil, møguliga í 2012 og møguleiki er eisini fyri, at tað koma fleiri aftrat hesum. Góð úrslit vestan fyri Hetland Søren Andersen, sum stend- ur á odda fyri leitingini hjá DONG í Stórabretlandi, sigur: – Vit síggja økið vestan fyri Hetland sum eitt sera áhugavert umráði, har vit hava fingið fleiri góð úrslit seinastu árini. Hetta er nak- að, sum vit vilja byggja víð- ari á og sohvørt sum økini gerast meira búnað – frá at umfata kanningar í einum frontierøki – eru vit nú komin hartil, at hesi øki eru meira nær og náttúrlig. Í Føroyum eru vit tí eisini farnir at leggja okkum meira eftir teimum “playum”, sum longu eru kend í bretskum øki. Tvs. at vit fara nærri markinum og burtur frá økjum við tjúkkum basaltløgum, sum liggja longur inni á føroyska landgrunninum. Kolvetni í næsta brunninum – Tað eru gingin 10 ár, síðani fyrstu loyvini vórðu latin at leita eftir olju og gassi við Føroyar. Enn er einki lønandi fund gjørt. Hvussu leingi skulu føroyingar bíða eftir, at eitt nú DONG fer at gera eitt lønandi fund? Søren Gath Hansen: – Vit vóna at raka við olju og gass, tá vit bora næsta brunnin um gott og væl eitt ár. Tað er sera dýrt at bora á djúpum vatni við Føroyar og tí leggja vit okkum eftir økjum, har vit við okkara kompetansu meta, at møguleikin at finna nakað er til steðar. Men eg má endurtaka tað vit søgdu í 1994, tá vit komu til Føroya, at hetta er ein bransja, sum krevur tol, tí tað kann ganga long tíð frá tí tú byrjar tínar kanningar, til olja verður funn in – og ikki minst í økjum, sum enn eru so nýggj og ikki nógv væl búnað við neyðugu kanningunum. Vit mugu taka ta tíð tað tekur til at loysa knútin, “bryde koden”, sum Søren málber seg. Hann sigur víðari, at søgan og royndirnar vestan fyri Hetland hava eisini lært okkum, at tað kann ganga long tíð, uttan at man finnur nakað fyri so knappliga at síggja úrslit. Tað er líka sum at kunna finna tann modellin, sum er tann rætti og virkar og síðani arbeiða víðari har frá. Og tað er hetta vit royna við Føroyar, har vit eisini trúgva uppá, at vit kunnu flyta okk ara royndir vestan fyri Hetland til Føroyaøkið. Tí hava vit nú valt at fokusera meira miðvíst uppá tey øki í Føroyum, sum líkjast hepnu økjunum hinumegin mark- ið. jan@sosialurin.fo DONG leiðslan vitjar á Jarðfeingi. DONG metir Føroyar sum eitt kjarnuøki Oljufelag – Vit síggja økið millum Føroyar og Hetland sum eitt samanhangandi umráði. Vit hava fingið góð úrslit vestan fyri Hetland og fara nú at brúka ta vitanina á føroyska landgrunninum sigur Søren Gath Hansen, stjóri.