mikudagur 14. juli 2010síða 33
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Mikudagur 14. juli 2010 · Nr. 107
Sosialurin
Jan Müller
Nú leiðslan í DONG vitjaði
í Føroyum herfyri nýttu vit
høvið til at spyrja, hvørjar
avleiðingar DONG leiðslan
heldur dálkivanlukkan í
Meksikoflógvanum kann fáa
fyri framtíðar leiting og virk
semi á djúpum vatni millum
Føroyar og Hetland?
Søren Gath Hansen: – Tað,
sum er hent og sum ikki átti
at verið hent í Meksikanska
flógvanum er djúpt tragiskt.
Vit vita tó ikki nágreiniliga,
hvat er hent, men tað vit
vita, og tá er tað líkamikið,
um tú borar á djúpum ella
á grunnum vatni, er, at tá
tú borar niður í goymslur
í undirgrundini er har eitt
sera høgt trýst. Tí finnast ar
beiðs hættir og útgerð til at
taka sær av hesum, men tað
er eisini munur á, hvussu tú
designar brunnar og virk semi
í Meksikanska flógv anum og
so í okkara parti av heiminum.
Krøvini til trygdina eru nógv
strangari í Europa, og eg vildi
hildið, uttan at vita júst, hvat
er hent í USA, at man fer at
innsíggja, at slík óhapp kunnu
ikki henda her, tí krøvini,
sum sett verða, eru so nógv
øðr vísi. Dong stjórin sigur, at
teir eftir vanllukkuna í USA
hava gjøgnumgingið allar
trygdarrutinur, har felagið
arbeiðir.
Og hann heldur fram: –
BP eins og nógv onnur stór
oljufeløg royna so at gera
tingini skjótari og bíligari
við eitt nú at finna nýggjar
mátar at gera tingini uppá, og
tað ger so eisini, at man alla
tíðina roynir at flyta mørkini
fyri, hvat er møguligt. Tað er
greitt, at vit hava sera nógv
fokus uppá, at slíkt má ikki
henda. Eg rokni eisini við, at
myndugleikar um allan heim
nú sita og royna finna út av,
um krøvini til boring eru
nóg strong, og um tey verða
fylgd.
Føroyingar ikki
kenna seg ótryggar
– So føroyingar skulu ikki
kenna seg ótryggar í sam
bandi við framtíðar boringar
her?
– Nei tað skulu teir ikki,
og tað hava teir heldur
ikki havt orsøk til higartil.
Slíkar vanlukkur eru heldur
ongantíð hendar í okkara
parti av heiminum, og eg
havi álit á, at tær fara heldur
ikki at henda her, soleiðis
sum okkara trygdarskipanir
og design eru.
– Men BP er eitt ómetaliga
stórt oljufelag við bæði
peng um og royndum, so
man skuldi trúð, at teir lógu
frammar laga, tá tað galt
trygdini.
– Tað rokni eg eisini við,
at teir hildu undan van
lukkuni og nú mugu so
kann ingar
vísa,
hvat
er
hent, og tað fer so at fáa
felagið til at endurskoða síni
design av hesum slagnum av
brunnum. Og amerikanskir
myndugleikar fara eisini at
enduskoða krøvini og regl
arnar. Hinvegin hevur BP
arbeitt innan fyri teir lógar
karmar, sum verða ásettir
av myndugleikunum, og
eg kann bara endurtaka,
at hesi krøvini eru minni
í USA enn í Norðsjónum
og í Atlantshavinum. Og
føroyska skipanin, veit eg frá
okkara fyrstu boringum her,
svarar til tey strongu krøvini,
sum verða sett í Noregi. So
eg haldi gott man kann siga
við føroyingar, at teir kunnu
kenna seg tryggar.
– Nú er tað so, at tað er BP,
sum er operatørur á teimum
stóru framleiðandi feltunum
í bretskum øki nær føroyska
markið. Hetta ger teg ikki
ótryggan heldur?
– Tað ger tað ikki m.a. tí, at
alt regulverkið her er øðrvísi
enn tað í USA. Tað er so ein
trygd sum myndugleikarnir
hava skapt fyri okkum.
Grønland
– Dong er eisini við í leiti
virksmeinum við Grønland,
har eitt nú kanadiskir mynd
ugleikar hava heitt á grøn
lendska landsstýrið um at
útseta boringar. Hvat sigur
Dong til hetta:
– Tað mugu vera grøn
lendsku myndugleik arnarnir,
sum taka støðu til tað. Vit
kunnu vísa myndugleikunum,
hvat tað er fyri karmar vit
arbeiða undir, og so kunnu
myndugleikarnir taka støðu
til tað út frá tí. Tað er eisini
ein spurningur um javnvág.
Hetta er jú eitt tilfeingi, sum
grønlendingar eisini og før
oy ingar hava sagt seg vilja
troyta, soleiðis at tað kann
vera eitt íkast til búskapirnar
í londunum og partur av
grundarlagnum fyri størri
sjálvstýri.
Men
tað
skal
sjálvandi ikki henda uppá
bekostning av trygdini.
Jan Müller
ENI skal bora við Føroyar
í næstum. Nú er Dong ikki
partur av tí boringini, men
hvussu heldur Dongleiðslan
møguleikarnar vera fyri at
finna olju í tí brunninum?
Jan Terje Edvardsen: – Vit
halda, at hetta er eitt gott og
spennandi prospekt, og vit
ynskja teimum góða eydnu.
Spurningurin er bara, hvussu
stórt eitt fund man vera har.
Hetta liggur í einum umráði
tætt upp at økjum hinumegin
markið, har fund eru gjørd, so
vit síggja rættiliga ljóst uppá
hesa boringina. Vit vóna,
at ENI ger eitt fund, tí tað
fer at økja um áhugan fyri
øllum økinum og ikki minst
geva týðandi upplýsingar um
føroysku undirgrundina.
– Anne Marie leiðin, har
bor að verður í næstum, liggur
ikki so langt frá Cambo fund in
um, sum Dong eisini er partur
av á bretsku síðuni. Tað hevur
ljóðað, at Cambofundið gong
ur inn um føroyskt mark.
– Cambo gongur ikki inn
á føroyskt øki, hóast olju
keldan gongur tætt inn móti
markinum. Vit hava borað
tríggjar brunnar á Cambo og
tí vita vit, hvar struktururin
gongur. Og eg má siga tíverri,
hann gongur ikki inn um
føroyskt mark.
– Nær er sannlíkt, at
avgerð verður tikin um at
útbyggja Cambo?
– Vit meta framvegis,
um tað skulu borast fleiri
avmarkingarbrunnar
men
vóna at fáa eina framleiðslu
innan rímuliga tíð.
Umframt Cambo er eis
ini gjørt eitt annað fund
gjørt longur norðari, nevnt
Rosebank. Jan Terji Edvardsen
sigur, at spurn ing urin um
at
kunna
samskipa
eina
útbygging av báðum hesum
keldum eisini verður vendur.
Samskipa útbygging
um markið
– Og verður olja funnin nú á
Anne Marie leiðini og á eini
aðrari leið á føroyskum øki
beint vestan fyri Rosebank
eisini, vil tað so eftir tykk
ara tykki eisini vera ein
møguleiki fyri at samskipa
eina
útbygging
føroysku
megin við útbyggingar hinu
megin markið?
– Avgjørt. Dømi er um
júst tað sama í donskum og
norskum øki, har fund er
gjørt í norska partinum, og
sum ikki lønar seg at útbyggja
einsamalt men sum nú verður
knýtt uppí fram leiðslu donsku
megin umvegis rørleiðingar.
Tað vísir so, at hetta ber til
at gera tvørtur um markið
millum tvey lond. Hetta er
fyrsta av sínum slag millum
Noreg og Danmark. Nú skal
eg ikki gera meg klókan uppá
støddina av møguligum fundi
á Anne Marie men skuldi tað
verið eitt lítið felt, so vildi tað
verið møguleiki at bundið tað
upp infarstrukturin bretsku
megin.
Søren
Andersen,
sum
stendur á odda fyri útvikl
ing inum við Hetland, vísir á
avgerðina at útbyggja gass
felt í hetlendskum øki, sum so
kunnu fáa týdning fyri fund
á føroyska landgrunninum
eisini.
– Fyrst byrjar tú við
frontier kanningum, har eing
in veit nakað. Síðani verða
fund gjørd, men man veit
ikki, hvat man skal gera við
tey, tí eingin infrastrukturur
er. Men tá gjørd eru fleiri
smærri fund, sum kunnu
bera kostnaðin av einum
infra strukturi,
so
kemur
hitt av sær sjálvum, at tú
kanst knýta nýggj fund uppí
uttan at hugsa um at tú skal
fara undir eina útbygging
einsamalt. Tí haldi eg eisini,
at tað er heilt rímuligt at taka
fram Cambo og Rosebank
útbyggingarnar í bretskum
øki, tí verða tær gjørdar
kunnu tær gera, at vit kunnu
fáa framleiðslu í gongd við
Føroyar nógv skjótari.
jan@sosialurin.fo
Føroyingar
skulu kenna
seg tryggar
Tryggleiki – Krøvini til trygdina í
Europa eru nógv harðari enn í USA.
Tí haldi eg eisini, at føroyingar
skulu kenna seg tryggar, tá
borað verður sigur Dongstjóri.
DONG um ENI boring: – Tað sær gott út
Sjeyndi brunnurin Hetta er eitt gott og spennandi prospekt, stóri spurningurin er,
hvussu stórt eitt fund, verður tað gjørt, er heldur stjóri í danska felagnum.
Løgmaður hittir tríggjar av
stjórunum í DONG, Søren
Gath Hansen, Jan Terje
Edvardsen og Søren Andersen