Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. juli 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. juli 2010 · Nr. 108 vikuskiftisblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein A gurkutíðin er tiltikin fyri, at politiskar luftballónir verða blástar og sendar upp. Luftballónin er eyðkend av, at hon í eina løtu skínur so fagurliga. Hon ferðast skjótt, og hon verður eygleidd av mong um. Summar luftballónir bresta og verða til einkis, aðrar fara úr eyg sjón, áðrenn tær skrædna og detta niður, og onkuntíð kemur tað fyri, at luftballónin yvirlivir og tænir einum endamáli. Eisini føroyskir politikarar eru vorðnir óførir at blása lufballónir og at senda tær avstað. Ein ting­ maður sendi fyrr í vikuni eina luftballón upp, sum lýsti við, at tingmenn skuldu fara niður í løn. Í dag hevur løg maður blást sína luftballón: ting manna talið skal lækka við tíggju! Hetta eru fínar søgur at bera fram á torg, men spurningurin er, hvussu veruliga virðið er í teimum. Tað vita vit meira um, tá ið løgtingsmaðurin og starvsfelagarnir í heyst fara at sita við fíggjarlógaruppskotinum, og tá ið kommisiónin, sum er sett at viðgera spurningin um val skip­ anina, hevur avgreitt sín setning. Um galdandi fasittlisti í øllum politiskum spurningum verður nýtt ur, so kann tað væl fara at vísa seg, at luftballónirnar hjá bæði ting­ manni og løgmanni kunnu ger ast til veruleika. Tí tá ið alt kemur til alt, so er tað rokni arkið og ikki nógv annað, sum stýrir. Og stýringin sigur, at alt skal krimpast, og at einki skal vaksa. Tingið hevur fyri fyrstu ferð samtykt játtanarkarm, og í løt uni verður telvast um, hvussu býtið skal vera í fíggjar lógaruppskotinum. Telv ingin er ikki vorð in lættari, eftir at karmurin er sam­ tyktur, tí nú ber ikki til at gera politiskar raðfestingar, sum kunnu føra til, at karmurin hjá einum ráði og einum landsstýrismanni minkar, meðan hann kanska fer at vaksa hjá einum øðrum. Landsstýrisfólkini kunnu við øðrum orðum bara blása luftballónir og senda tær upp innan sítt egna øki, og tað er torført. Rokniarkið ræður, og tí eru fyritreytirnar hjá luftballónunum uppaftur verri, enn tær annars eru í agurkutíðini. Uttan mun til hvussu fagurliga tær skína. Tí eru hyggiráðini hjá teimum, sum nú undan Ólavsøku ætla at blása og senda ballónir, at tær eru í tráð við rokniarkið. Annars hava tær ongan kjans. Eisini føroyskir politikarar eru vorðnir óførir at blása lufballónir Tað gongur við teirri rúk­ andi ferð hjá Livari Nysted og hinum trimum umborð á Artemis Investments, nú teir rógva tvørtur um At­ lantshavið. Í vikuni frættu vit, at teir hava havt trupulleikar við eitt sindur at mateitran umborð, men henda er nú vekk, og hava teir av álvara fingið ferð á bátin aftur. So mikið stór er ferðin, at teir í gjár megnaðu at sláa tað heimsmetið, teir herfyri settu við longsta teini, nak­ ar hevur róð á opnum havi í eitt samdøgur. Í gjár megnaðu teir at rógva heilar 190 kilometrar, sum er næstan tað dupulta av tí, teir skulu rógva um dagin,fyri at klára heims­ metið. Hetta er bert gjørligt, tí teir høvdu ein fittan vind inn á reyvina, umleið 15 m/s og eitt sindur kraftigari í glæðunum. Men hetta ger sam stundis sjógvin sera torføran at rógva í, siga teir frá. Aldurnar eru okkurt um 3 til 4 metur høgar, og tað gongur betri hjá teimum tá vindurin er minni. Men nakað av viðstreymi hava teir eisini. Lagið umborð er, sum skilst gott. Teir hava lagt 3296 kilometrar afturum seg av tí tilsamans 5303 kiliometra langa teininum. Sostatt hava teir góðar 2000 kilometrar eftir á mál. Og við hesari ferðini fer tað at eydnast teimum væl áðrenn tey 55 samdøgurini, sum er 114 ára gamla metið í at rógva úr New York í USA til Falmouth í Suðuronglandi. Sett ferð á eftir mateitran LuftbaLLónir og rokniarkið Síðani føroyski stripparin Victoria Wild var á forsíðuni í Sosialinum fyri einari viku síðani hava fólk kjakast um, hvørt føroyski tjóðbúnin skal staðfestast sum tjóðarbúni og reglugerð gerast um, hvussu hann kann brúkast. Osøkin var, at Victoria Wild hevði strippshow í før oyskum klæðum, og tað halda fleiri er ópassandi. Helena Dam á Neystabø, sum er landsstýriskvinna í mentamálum, heldur ikki, at neyðugt er við eini reglu­ gerð. – Strippið í føroyskum klæðum var lættisoppakent og kommersielt, men eg eri av teirri fatan, at vit skulu hava so fáar reglur og forboð sum gjørligt, sigur Helena Dam á Neystabø. – Sjálvandi skulu vit eis ­ ini hava virðing fyri før­ oyska búnanum, og hann skal avgjørt ikki enda sum fótatraðk, men eg rokni ikki við, at eitt einstakt dømi sum hetta hóttir búnan. Føroyski búnin er mótstøðuførur, og vanliga er stór respkt fyri honum, og hann tolir eisini eina slíka avbjóðing, sigur Helena Dam á Neystabø. – Vit skulu ansa eftir, at vit ikki konservera føroyska tjóðarbúnan. Vit hava ein sera livandi tjóðarbúna, sum verður nógv brúkt ur, og so leiðis skal tað eisini verða frameftir. Gera vit eina reglu gerð­ um brúkið er vandi eisini fyri funda­ mentalismu og kon ser va­ tismu, sigur hon. eydun@sosialurin.fo Helena vil ikki hava reglugerð Ov nógv við 33 tinglimum Kaj Leo johannesen síða 7 Ágang­ urin á Havnina er mangan øgiligur heðin Mortensen suMMar síða 10-11 Eyðun klakstein eydun@sosialurin.fo