Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. juli 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 108 · 16. juli 2010 2 surr Uni Arge uniarge@gmail.com Øll bíða eftir summarinum, og kanska kemur tað ikki í ár, men alt, sum plagar at henda um summarið, hendir kortini, so tað kunnu vit um ikki annað gleðast um. Eitt, sum eg fyri fyrstu ferð havi roynt í ár, er at gera grasplenu. Tá fræið var farið á moldina, og hon hevði fingið nóg mikið av vatni, vildi eg síggja mun sum skjótast. Hvussu eg so leitaði, sást ikki eitt einasta grasstrá nakrastaðni. Var moldin ikki góð? Skuldi hon hava kálk? Ella meira vatn? So var tað, at onkur nevndi kunsttøð. Grønar fingrar havi eg ongantíð havt, men tað kann væl brúkast at vera ótolin, eisini í moldini, so eg fór til stroks og keypti kunsttøð og meira fræ. Tríggjar dagar seinni helt eg meg síggja, at stráini høvdu hug at koma undan, men gróðurin var ójavnur. Stroyddi so meira kunsttøð og fræ á moldina, og tað riggaði. Nú grør bara væl. Grasið er fagurgrønt, og eg gleði meg at sleppa at sláa tað. Málið var at hava grasplenu á ólavsøku, og helst fer tað at ganga. Eitt havi eg tó hugsað, meðan eg havi staðið við spulislanguni og eygleitt verkið. Fleiri áttu at boðið seg fram at ráðgivið amatørum sum mær í tílíkum málum. Handilsfólkini eru fryntlig og rímiliga góð í ráðum, og vanlig fólk siga ofta ymiskt um urtagarðsrøkt. Men hvar spyrt tú, tá tú skalt vita, hvussu tú gert eitt nú grasplenu? Kanska onkur kundi sett á stovn eina ráðgeving, sum burturav tók sær av at leiðbeina fólki í urtagarðsrøkt. Vit amtørar høvdu heilt vist sligið upp á tráðin. Nú grør á grasplenuni Sosialurin - Postsmoga 76 -110 Tórshavn - Tlf. 341800 Hugskot og viðmerkingar kunnu sendast til: post@sosialurin.fo Redaktørur: Eyðun Klakstein Øll hugsandi tilboð Heimsmeistaraheitið í fótbólti hevur júst verið í Suðurafrika, og í tí sambandi verða nógvar vørur seldar meira, enn tær annars verða seldar. Stórur eftirspurnignurin er eftir eitt nú fótbóltstroyggjum, drykkivørum og flatskíggjum, og eisini her heima í Føroyum ræður kreativiteturin. Hetta komu vit fram á í einum handli undir HM-kappingini. Føroysk mjólk upp á HM-tilboð. Sig so tað! Undirhaldandi action-filmur Tom Cruise og Cameron Diaz hava høvuðsleiklutirnar í hesum actionfilminum. Cameron Diaz hittir alt í einum meistaranjónsnaran, sum verður spældur av Tom Cruise, og so hendir bæði eitt og annað í lívinum hjá Diaz. KnigHT And dAy HAvnAr Bio Frá HósdEgnum 22/7 Hetta vikuskiftið verður G! Festivalurin hildin í Gøtu. Fyrstu konsertirnar vóru í gjárkvøldið, og festivalurin heldur fram í dag og í morgin. Millum tey, sum skulu spæla hesar báðar dagarnar eru Nephew, Aech Enemy, Brandur Enni, Páll Finnur Páll og Eivør Pálsdóttir. g! FEsTivAlur HósdAgur 15/7-lEygArdAg 17/7 Tónleikaveitsla í Gøtu Framsýning við Edith Mørkøre Mánadagin letur upp framsýning við málningum hjá Edit Mørkøre. Framsýningin verður á Áarvegnum 14 og er opin í eina lítla viku. EdiTH mørKørE FrAmsýning á áArvEgnum 14 Frá mánAdEgnum 19/7 Laksatorg í Runavík Tey, ið hava hug at royna eitt serstakt laksatorg og annað í tí sambandinum, fáa møguleikan til hetta í Runavík leygardagin . Á torginum er leskiligt laksaborð við ókeypis smakkiroyndum til øll vitjandi. Umframt hetta verður nógv annað á skránni, millum annað tónleikur, kappingar og sølutorg. lAKsATorg í runAvíK lEygArdAgin 17/7 Kl. 10-16 Útferð við Draganum Leygardagin verður skipað fyri hugnaligum og áhugaverdum siglitúri við seglskipinum Draganum. Farið verður av Klaksvík kl.14. Leiðin gongur norður undir tey stórslignu fuglabjørgini á Kalsoynni og norðara Nakkin á Kunoynni. Túrurin tekur áleið 3 tímar. Tilmelding á Norðoya Kunningarstovu ÚTFErð við drAgAnum lEygArdAgin 17/7 Kl. 14.00 Imponerandi gransking Vánalig umsiting av fiskivinnuni er ein hóttan móti fiskivinnuni. Niðurstøðan í gransking Kundi verið verri! Alkohol! Bakteriur í drekkivatninum í Nólsoy Portalurin Hvussu høgt? Fólkatónleikastevnan í hæddini Portalurin Avgerast við kappkoyring Kapping um bussleiðina í Havn Dimma Gott hann ikki fór í holt við konufólk Fullur maður spældi við krokodillu Portalurin Nýggj føroysk drotning? Annika vil stjórna kongaríkinum Sosialurin Útferð? 193 hval í Húsavík Kringvarpið Eingin samanhangur Onkur mundi helst hugsað sítt, tá ið hendan plakatin var komin upp at hanga í Miðlahúsinum. Var hetta nú ein fráboðan frá leiðsluni, ella var tað eitt mótmæli. Tíbetur var talan bert um eina plakat fyri sjónleiki, sum verður spældur í Havnini – og tí er eingin samanhangur millum plakatina og staðið, har hon hongur.