fríggjadagur 16. juli 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. juli 2010 · Nr. 108
16
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Nú Jacob Vestergaard um
síð ir er liðugur við politiska
sam ráðing ar umfarið við
fiski mála r áð harrarnar í
Ís landi, Noregi og ES, fer
lands stýrismaðurin at for
hoyra seg hjá politiska bak
landi num um, hvussu stór
makrel kvotan í føroyskum
sjógvi æt lan di skal verða
fyri 2010.
Hetta verður mín avgerð
sum landsstýrismaður, men
eg haldi tað vera skilagott at
taka spurningin upp, áðrenn
enda lig støða verður tikin.
Tað var líka sum uttan
lands nevndin, ið ynskti,
at Jacob Vestergaard tók
hetta politiska sam ráðing
a rumfarið við ávikavist
Ís land, Noreg og ES, men
lands stýrismaðurin veit
einki um, at hann skal møta
aft ur í uttanlandsnevndini
at greiða frá tí, sum fram er
farið í hesum samráðingum.
Hóast einki ítøkiligt
kom burt ur úr í prosentum,
hava vit havt høvi at skift
orð um viðurskiftini og
nógvar ymisk ar tættir
í hesum máli, sum vit
halda hevur stóran
týdning fyri okkara við
komandi. Allir partar hava
í samráðingunum líka sum
ásannað, at árið 2010 er
farið, og at neyðugt er at
venda aftur til býtispartin,
tá samráðingar verða aftur
um býtið fyri næsta ár, sigur
hann.
Støðan væl lýst
Jacob Vestergaard sigur, at
í politisku samráðingunum
hev ur verið roynt at lýsa
og grundgivið fyri føroysku
støð uni um ein býtispart
upp á 15% av heildarkvotuni,
sum lands stýrismaðurin
hevur lagt upp til.
Vit hava latið hinar
part ar nar vita, at makrelur
í nógv størri mun enn áður
er í føroyskum sjógvi og
etur av tí tilfeingi, sum aðrir
fiska stovnar eisini skulu
liva av. Haraftrat hava vit
víst á nýggju kanningarnar
um, at makrel gýtir um
stór an part av føroyskum
hav øki. Vit hava eisini víst
á, at meðan Ísland, sum
ikki hevur verið partur
av strandalandaavtaluni,
hev ur fiskað 250.000
tons av makre li í 2008 og
2009 – beint við føroyska
fiskimarkið – hava Føroyar,
sum hava verið part ur av
avtaluni, somu ár bara
kunnað fiskað 50.000 tons.
Eisini hevur verið víst á,
at nøgdirnar av makreli,
sum ESskip hava fiskað ov
nógv og sannlíkt eisini hava
kastað í havið aftur, er fleiri
ferð ir føroysku kvotuna í
avtaluni millum londini.
At enda hevur lands
stýris maðurin eisini víst
á, hvussu tengt føroyska
sam fela g ið er at fiskivinnu,
og at Før oyar mugu sleppa
at fiska meiri av makreli, tá
hesin er í stórari kapping
við aðrar fiska stovnar um
føðina í okkara havøki.
Eingi lyfti
Eg føli, at vit hava fingið
eitt ávíst forstáilsi fyri
okkara sjónar miðjum, men
at bæði Noreg og ES halda,
at talan eig ur at verða um
eina meiri skip aða gongd,
sum byggir á skipaðar
kanningarhættir, eitt nú á
økir og árstíðir, ið kunnu
staðfesta tey viður skifti, vit
tosa um.
Jacob Vestergaard sigur
seg tó onga hóming hava av,
hvat kann spyrjast burtur
úr teimum samráðingum,
sum verða um býtið av
felags kvotuni fyri 2011.
ICES hevur hampilig
hag tøl yvir makrel, tá hann
gýt ir, men eg haldi ikki, at
felags skapurin hevur nóg
stórt innlit í, hvar beitið hjá
fiski num er.
Landsstýrismaðurin vísir
á, at føroyskt havøki fyri
fyrstu ferð í ár hevur verið
partur av felagskanning um
gýt ingar økir hjá makreli, og
her hava vit sum nevnt fing
ið staðfest, at fiskurin eisi ni
gýtir um ein stóran part av
okkara øki.
Úrslitini av felags kann
ing unum verða ikki liðugt
við gjørd í ICES fyrr enn
til heystar, og eg vænti, at
felagsskapurin tá eisini fer
at brúka hetta tilfar sum
part av stovnsmetinginum
fyri makrel, sigur Jacob
Vester gaard.
Hann sigur at enda, at
hvør ki Noreg ella ES hava
sett fram hóttanir um av
leið ingar, nú Føroyar fara
at áseta sær eginkvotu av
makreli fyri 2010.
vilmund@sosialurin.fo
Forstáilsi – men eingi lyfti
MAKRELUR - Allir partar í politisku samráðingunum um makrel hava líka sum ásannað, at árið
2010 er farið, og at neyðugt er at venda aftur til býtispartin, tá samráðingar verða aftur partanna
millum um býtið fyri 2011, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Vilmund Jacobsen
Landsstýrismaðurin í fiski
vinnu málum fer í næstum
at taka støðu til, hvussu
stór
samlaða
føroyska
makrel kvotan skal verða
fyri 2010, nú endaliga er
greitt, at Føroyar ikki eru
við í strandalandaavtaluni
um býtið av makreli í ár.
Vit hava alla tíðina
sagt, at okkara partur í
mins ta lagi skal verða 15%
av heildarkvotuni upp á
570.000 tons, og hetta svarar
til umleið 85.000 tons.
Jacob Vestergaard vísir á,
at tað verður tó ikki henda
nøgd in, sum føroysk skip
kun nu fara út at fiska í ár.
Vit lata eisini makrel
í býtið við onnur lond, og
longu við ársbyrjan er talan
um góð 20.000 tons, sum
eru disponerað. Taka vit
so eisini tey tonsini, sum
lon gu eru útskrivað saman
við tí, sum Havstovan hev
ur at ráða yvir í hesum
árinum, er longu nú talan
um eini 35.00040.000 tons,
sum eru disponerað av eini
møguligari føroyskari heil d
ar kvotu á 85.000 tons.
Landsstýrismaðurin sig
ur, at eitt tal upp á 85.000
tons hevur verið á borði num
og “vent”, sum hann tek ur
til, og sjálvur væntar hann,
at samlaði føroyski kvotu
parturin, sum hann fer at
áseta í 2010, fer at snúgva seg
um eitt tal ið lík ist hesum.
vilmund@sosialurin.fo
Makrelkvotan verður
helst 85.000 tons
Norðborg er millum skipini, sum fær nógv burtur úr makrelinum í føroyskum sjógvi
tRoLARi
… hvørki Noreg ella ES hava sett
fram hóttanir um avleiðingar, nú
Føroyar fara at áseta sær eginkvotu
av makreli fyri 2010…
JACOB VESTERGAARD
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur seg onga hóming hava av, hvat kann spyrjast burtur
úr samráðingunum, sum verða um býtið av felagskvotuni av makreli fyri 2011
MAKREL vEiðA