fríggjadagur 16. juli 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 108 · 16. juli 2010
15
Sissal Kampmann
G! er ikki bert tónleikur og øl. Síðan
festivalurin fór av bakkastokki er
matútboðið á festivalinum vorðið alt
meir fjølbroytt. Matupplivingarnar
eru avgjørt vorðnar ein stórur partur
av heildarupplivinigini av G!, og tað
er ikki neyðugt, at hava matpakka
við á Gøtusand. - Tey feløg og ein-
stak ling ar, ið hava matbásir á G! í ár
hava lagt stóra orku og nógva tíð í at
bjóða festivalgestunum eina góða og
vælumhugsaða matuppliving fyri ein
rímligan penga. Á hesi matguide á G!
finnur tú bæði kaldan og heitan mat,
sunnan mat, flótandi mat, tungan og
lættan mat. Ja, alt frá búffum til humm-
us til pizza til smoothies til vaflur…..
Hans Jacob Garðalíð, aka “kokkurin
við múrin” er maðurin handan felagið
Excellent. Í samband við G! hevur hann
lagt seg eftir at bjóða viðskiftafólki
sín um heilsugóðan og eksotiskan mat.
– Eg ynski ikki bert at bjóða til eyga,
men ikki minst til góman, sigur Hans
Jacob, sum eisini stendur fyri matinum
til luttakarar á G!. – Fyri meg hevur
tað stóran týðning, at maturin er
skilagóður og ikki minst heilsugóður.
Í básinum hjá mær á torginum, fæst tí
Nasi Goreng rís við urtum og nógvum
frísk um grønmeti. Hartil bjóði eg
tríggj ar grýturættir, ið eru tilgjørdir
eftir teim heilsugóðu og skilagóðu
ráð unum. - Við ørðum orðum eru teir
feitt fát aæ kir, greiðir hann frá. Afturvið
eru alskyns sløg av sunnum breyði. Teir
tríggjir rættirnir eru villsvínagrýta,
høsnar ungabringa og oksakjøtsgrýta.
– Eg meti, at sølan av jaligum og
sunnum matupplivingum á G! er við
til at økja um heildarupplivingina á
festivalinum hjá gestinum, sigur Hans
Jacob. - Tí havi eg lagt meg eftir at
hava vælsmakkandi mat, ið sær vakur
út. Eg havi sett fyrikomandi starvs fólk
at avgreiða viðskiftafólkið, ein hugna-
ligan og snøggan bás og eg fari ikki
minst at leggja meg eftir at geva eina
góða servering. - Á henda hátt fær við-
skifta fólkið eina fullkomna heild ar upp-
living til sámuligan prísin á uml. 80 kr.
Hvonn, Etika og Café Vágsbotn
hava fimm básar tilsaman á G! Ein á
sandinum, har selt verður frá Hvonn
og Etika, ein bás uppi yvir sandinum,
ið selur frá øllum trimum støðum, ein
á spæliplássinum, har selt verður frá
Hvonn og Etika. Harumframt er básuri
í Grundini og á Torginum, har bert
verður selt frá Hvonn.
Etika, Hvonn og Café Vágsbotnur
hava lagt seg eftir at selja lættan og
skjótan mat, har góðskan er í hástæti.
Mat, ið er lættur at avgreiða og ikki
minst, eta, tá talan er um eitt uttan-
dura tiltak við so nógvum gestum.
Harumframt selja tey drekkivørur,
tvs. vín, øl, sodavant, v.m., góðgæti, ís
og aðrar kioskvørur. - Rógvi Helmsdal
greiðir frá, at tey við matskránni
sjálvsagt venda sær til tey ungu, ið eru
í meirlutan á G!, og sum samstundis
eru tey, ið hava verið serliga glað fyri,
og sum hava tikið væl ímóti sushi
mentanini, sum av álvara kom til
Føroyar við Etika, ið lat upp fyri ein-
um ári síðan í Havn. - Ætlanin við at
selja sushi á G! er sjálvsagt eisini at
gera reklamu fyri hesum sunna og
væl smakkandi mati, sum tey hava
roynd ir við, at sjálvt smábørn dáma
væl, sigur Rógvi. – Mótstøðan mót
sushi kemur mest frá eldri fólki, ið
ikki vilja eta “ráan fisk”, sum tey siga.
– Vit vilja tó fegin nøkta tørvin hjá
so nógvum sum til ber, og tí selja vit
eisini pizza og suppu. Harumframt selja
vit frískpressað juice, ið er heilsugott
og stimbrandi, m.a. Good Morning,
ið er samansett av súrepli, banan og
jarberjum. - Undirtøkan hjá Hvonn var
góð á G! í fjør, og tí vóna vit sjálvsagt,
at sølan og undirtøkan verður eins góð
í ár, sigur Rógvi og leggur avtrat, at
møgu leiki verður fyri at sita niðri og
eta matin bæði uppi yvir sandinum og á
spæli plássinum, har benkur og borð eru
sett upp. Príslegan liggur á 40 krónum
fyri pizza og suppu, og 80 kr. fyri sushi.
Marjun og Eyð eru kvinnurnar
hand an básin ORKA. Sum tær sjálvar
siga, eru tær “tvær frískar damur”,
sum ganga inn fyri einum sunnum
lív stíli – Vit hava valt at bjóða groft,
frukt og grønt, tvs. vegetarmat á G!,
greiða tær frá.. – Av egnum royndum
sum festivalgestir hava vit ásanna, at
tað, at fáa sunnan mat á einum festi-
vali, nærum er ógjørligt. - Hetta vilja
vit fegnar broyta uppá við at bjóða
heilsu góðan mat til allar aldursbólkar
á G! - Vit hugsa sjálvsagt eisini um teir
nyvaknaðu, ungu teltsovararnar, ið
skulu hava møguleikan at fáa ORKU-
gev andi mat, so tey orka at halda á
fram við festivalinum. Á matskránni
hjá ORKU finnir tú m.a. grovbollar
við hummus og/ellla hunangi, frukt
og grønt, smoothiels, yougurt við mysli
og hunangi, alt til sera sámuligan prís,
millum 10 og 30 kr. - Hetta er fyrstu
ferð vit royna okkum vit royna okkum
við hesi sølu, so vónirnar eru kanska
meir á einum spenningsstøði, enn tær
eru vinningur fyri eyga. Vit eru báðar
ja lig ar av lyndi, og tí vænta og vóna vit
at nógv velja at leggja leiðina framvið
ORKU básinum hjá okkum á G!
Í mun til ORKU, hevur Fuglafjarðar
Svimjifelag verið við á G! fleiri ferðir.
Ing vør og Øssur siga, at hetta hevur
verið ein góð uppliving hvørja ferð. Tí
bjóða tey aftur í ár gammeldags vafflur,
gjørdar úr góðum tilfari og gott kaffi.
– Vit halda, at henda matskrá er so
hugnalig og hon hoyrir til á unikka
G!festivalinum! greiða tey frá.
Jógvan Heinesen, ið rekur Hotel
Norð, og aðrir góðar kreftir standa
Grillteam, ið eftirhondini hava drúgvar
mat sølu royndir á festivalum, stevnum
osfr. kring landið. Við Grillteam hava
tey markera seg við teim víðagitnu
Festi val búffunum. – Í vogninum hjá
Grill team, ið stendur beint undir
Valhøll, selja vit 200 grams festival
búffar av fyrstafloks kjøti, greiður
Jógvan frá. - Afturvið servera vit
eplabátar, piparsós og hvítleykssauté.
Hesa matskrá hava vit haft góðar
royndir við, sigur hann og vísir á, at tey
fegin vilja røkka øllum aldursbólkum
við okkara matarskrá, hóast tað ofta
eru tey eldru, tey meir etableraðu, ið
keypa búff á G! – Tað stuttliga er, sigur
Jógvan, at tey viðskiftafólkini, sum
keyptu frá okkum fyrsta árið vit vóru
við, koma aftur, og aftur. – Hetta er
hugnaligt og fremjandi fyri okkum sum
fyritøku. – Ger at vit kenna, at tað vit
bjóða, er gott. Men, fyri at røkka fleir
bólkum, hava vit tí valt at útbyggja
konseptið við at selja eina útgávu av
kebabbinum, sum er annaðleiðis enn
hon, vit kenna frá útlandinum, sigur
Jógvan. - Okkara útgáva av kebabbinum
er skjót at tilgerða, og harvið skjót at
avgreiða til viðskiftafólkið. - Vit nýta
shawarmakjøt, vit keypa frá Poul
Hansen, sum vit síðan servera við
chips. Vit hava harvið valt eina loysn,
ið er skjót og góð. Tvs. skjótleikin
gongur ikki útyvir dygdina á matinum.
Sum serligt tilboð ber til hjá fólki at
ringja á Hotel Norð og bíleggja mat frá
Grillteam á G!, til eitt ávíst tíðspunkt.
Tvs. eitt slag av festivalcatering, sigur
Jógvan at enda.
Eat this!
Ein matguide til G! festvalin 2010