fríggjadagur 16. juli 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 109 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 16. juli 2010 · Nr. 108
Sosialurin
Ogra elskaða Elsp-omma er farin. Tað er
ikki til at trúgva, men tíverri satt. Hon
legði eyguni saman fyri síðstu ferð seint á
kvøldi tann 6. apríl í ár. Hetta var nú ikki
tann omman sum ogor kendu so væl, at
liggja so sjúk og orka so lítið. Nei omman
var altíð tann sum var klár til at rætta
eina hjálpandi hond, tá á stóð, báði hjá
familju og annars øllum, sum høvdu brúk
fyri tí. Hon luttók til tað síðsta í mongum
felagsskapi, so sum pensionistafelagnum
HØFT, sjómanskvinnuringinum og dagtil
haldinum hjá Annu. Hon var eisini so
mangan norðanfjørðs til ymiskt, í Nesvík
við sjómanskvinnuringinum, veistlur hjá
pensionistafeløgunum og vitjaði familju
og vinir. Eisini bleiv fari til okkurt bingo
norðanfjørðs, og tað var ikki so sjálvdan, at
onkur vinningurin kom suður við aftur. Eitt
dømi um hvussu virkin omman var, er nú
seinast hon var norðanfyri: hon kom suður
við “Smyrli” onsdagin tann 17/3, setti taskuna
og fór beina leið í dagtilhaldið, og meðan hon
nú var úti, so var eitt bingo í Hvalba sum
hon líka so væl kundi fara til, áðrenn hon
lendi heima hjá sær sjálvari aftur á Sevmýru
seinni um kvøldið. Men tað var ikki bara í
Føroyum at omman ferðaðist. Seinnu árini
hevur hon verið manga uttanlandaferð, báði
sjálv og eisini við pensionistafelagnum. Hon
vitjaði lond so sum Danmørk, Noreg, Ísland,
Polen, Týskland, Finland og ferðaseðilin til
Amsterdam lá eisini klárur, men omman
náddi ikki hendan túrin, hon doyði ein
mánaða áðrenn tey skuldu avstað.
Elsp-omman gjørdist longu einkja sum
50 ára gomul. Hetta var tungt fyri hana,
ein stór sorg og eingin fíggjarlig hjálp at
fáa, sum tað er í dag. Men omman fall ikki
í fátt, og sum hon plagdi at taka til: Tað var
mangan solti, men tað gekk.
Hon bant nógv, heilt frá at hon var stór
smágenta og líka inntil hon bleiv sjúk á
páskum í ár, og tað eru ikki so fá pløgg, sum
ogor hava fingið frá henni millum ár og dag.
Hon bant ikki bara til tey nærmastu, men
eisini til onnur, sum hon var góð við, og tey
vóru ikki so fá. Eisini bant hon hosur og
skóleistar til jólagávur til sjómenn gjøgnum
sjómanskvinnuringin.
Og so ikki at gloyma “bryssukrini” hjá
Elsp-ommuni. Tann sermerkti angin av
kókaðum sukri og at síggja ommuna svinga
sukurmassan á krókin og toga og toga, til
tað var passaligt at klippa. Tað var sum at
síggja ein ungling standa og arbeiða. Hon
gjørdi tað síðstu kókingina fáar dagar
áðrenn hon bleiv sjúk.
Omman gekk eisini nógv. Tá veðrið var
til tað, fór hon til gongu inn á Tvøroyri at
gera ymisk ørindi. Hon var eisini av og á og
vitjaði tey eldru á ellisheiminum og á jólum
hevði hon pakka við hosum ella skóleistum
og “bryssukur” til fleiri av teimum. Tí sum
omman segði, so var tað so synd í teimum
gomlu. Hetta flentu ogor so mangan at, tí
fleiri av teimum vóru væl yngri enn omman
sjálv. Var tað harafturímóti kavi og hálka, so
hon ikki slapp frá húsum í nakrar dagar, ja
so skeldaðist hon óført um tað.
Eitt, sum nógv fólk hava havt gleði av
við Elsp-ommuni, er matgerðin hjá henni.
Hon var altíð til at heita á og henni dámdi
eisini so ómetaliga væl at fáa onkran gest
til døgurða, og tað var lagamanni hjá ogon
at fáa dunnu ella fleskasteik mitt í viku.
Omman plagdi at taka til; hvussu í Jesusar
frið skal eg klára at eta eina heila dunnu,
ella hvat tað nú bleiv borðreitt við, sjálv.
Men eisini var hon fastur kokkur í mong ár
til brúdleyp og aðrar veistlur, sum vóru runt
fjørðin og tað hevur verið sera spennandi
at hoyra hana siga frá um tær vánaligu
umstøðurnar, sum tær mangan kokkaðust
undir. Ogor hava mangan undrast á, hvussu
tær hava klára at gera mat til so nógv fólk
undir teimum umstøðunum, men hetta
vóru sonn konubrot, sum vóru settar til
eina uppgávu og so gjøgnumførdu tær
tað eisini. Einaferð fortaldi hon um eina
veistlu á hotel Øravík. Best sum tað leikaði
harðast á í køkinum fór streymurin, men
øll fingu heitan mat, takka verið nógvum
stearinljósum at halda sósini heita og einum
gomlum gasskomfýri, sum bleiv rigga til, at
halda restina heitt.
Teir rundu og hálvrundu føðingardag
arnir, sum Elsp-omman helt, reflekteraði
sera væl hvør hon var og hvussu avhildin
hon eisini var. Har vóru altið nógv fólk
til hesar veistlur, ung sum gomul og frá
øllum samfelagsløgum. Ja, hon var ein sera
avhidin kvinna. Hetta síggja ogor eisini
við at hyggja í gestabøkurnar hjá henni,
har mong hava skrivað henni eina heilsan
millum ár og dag.
Elsp-omman var altíð sera áhuga í hvussu
tað gekk hjá ogon øllum. Øll ogra áhugamál
og frítíðarítriv høvdu eisini hennara stóra
áhuga. Hon mintist eisini hvønn føðingar
dag og allar aðrar merkisdagar hjá ogon, og
hon var altíð klár at hjálpa til tá hesir dagar
skuldu haldast. Eitt sum var obligatorist var,
at Elsp-omman bakaði eina grøna kaku og
hon er so sanniliga sakna, nú omman ikki
er millum ogon longur, sjálvt um onkur í
familjuni kemur rættiliga tætt uppá at gera
grønukaku hjá ommuni. Hon hevði eisini
altíð gávu við og mangan var tað ikki bara
eina, men fleiri. Hetta var nú mest á jólum, tí
omman keypti jólagávur ígjøgnum alt árið,
og so kom tað meir enn so fyri, at hon hevði
gloymt at hon longu hevði keypt eina.
Ommuni dámdi allan ítrótt, tó mest
tann sum hevði við bóltspæl at gera. Hon
helt ikki við nøkrum serligum útlendskum
liði, men henni dámdi so sera væl at hyggja
at fótbólti í sjónvarpinum. Og spurdu ogor
hvør spældi, so svaraði hon bara, at tað visti
hon ikki, men tað eina liðið var blátt og hitt
var reytt, ella hvørja farvu troyggjur teir
nú høvdu. Men hon hugnaði sær við einum
góðum dysti og tað var tað, sum taldi fyri
hana.
Góða omman, annan páskadag vóru ogor
altíð samlaði heima hjá tær. Í ár vóru ogor
øll aftur samlaði rundan um teg, men í ár
var tað ikki fyri at hugna ogon við góðum
mati frá tær, fyri síðani at fara út á bøin
at rulla páskaregg. Nei, í ár var tað rundan
um sjúkralegu tína, tú lá til tað síðsta. Høgt
elskað og nógv saknað.
Eftir eru bert øll tey fantastisku minnini
sum ogor hava um teg góða omman.
Ogor vilja enda við hesi yrkingini, sum
ogor halda minnir nógv um ommuna
Hænderne
Av Rosa Abrahamsen
Der er hænder som hvide liljer,
og hænder som roser i knop,
der er hænder med stærke viljer,
- en hånd kan være så smuk.
Der er hænder, som altid kræver,
og hænder, som helst vil gi',
der er store, barkede næver
- og hænder med drømme i.
Der er hænder, som skælver følsomt,
og hænder, som dirrer forskræmt,
og nogle, som hvisker erotisk,
mens andre er dybt beklemt.
Der er blide vedmodige hænder,
og hænder, som altid ta'r hårdt,
der er hænder, som kommer imøde,
og hænder, som vender sig bort.
Der er bitte, bitte små hænder,
som endnu intet har med,
og gamle senede hænder
så fulde af aftenfred.
Der er travle, urolige hænder,
og hænder så triste og grå,
og nogle er flagrende fugle,
som ingen sjæl kan forstå.
Hvíl í friði elskaða Elsp-omman
Ynskja ommubørnini
Kaj
Linda við familju og
Petur við familju
Elspa Joensen f. 22.11.22 d. 06.04.10
Mentamálaleiðarin hjá Tórs
havnar kommunu, Jákup
Simonsen,
hevði
25
ára
starvsdag hósdagin 15. juli.
Jákup byrjaði í starvi sum
deildarleiðari í mentamálum
hjá Tórshavnar kommunu 15.
juli 1985 og hevur røkt hetta
starv í øll 25 árini.
25 ára
starvs
dagur
Annika Jacobina
Jóanessardóttir
Hansen hevur
tann 24. juni lokið
prógv sum bachelor
(námsfrødingur) á
Frøbel Seminarium í
Keypmannahavn.
Prógv