Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-25, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. januar 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 17 - 25. januar 2002 Nr. 17 - 25. januar 2002 25 FFA. A.GRA RAVSTEINAR VSTEINAR Velbastaðvegur 45 Box 336 110 Tórshavn Tlf. 320370 Fax. 321470 Far. 214270 Opið: mánadag - fríggjadag 900-1700 annars sambært avtalu. Sjónband - 31 77 74 Vøruskráð kan fáast! Diesel stationbilur til sølu Hesin Toyota Corolla stc. 2,0 Diesel (DA 486) er til sølu. Prísur kr. 135.000,-. Aldur: Februar 1999. Koyrt: 60.400 km. Litur: gráur met. Tlf. 313375, faks 311495, mail: suzuki@suzuki.fo, www.suzuki.fo Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 376, P/F Vørðan, 800 Tvøroyri. Viðtøkur broyttar: 04.01.2002. Kapitalur: Hækking við kr. 4.600.000,00 til kr. 5.100.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 4.600.000,00 til kurs 100. Nevnd: Farin úr nevndini: Daniel av Rana, 826 Trongisvágur (formaður), Páll Heðin Vang, 800 Tvøroyri, Bergur Bærendsen, 800 Tvøroyri og Dan Erik Johansen, 800 Tvøroyri. Innkomin í nevndina: Jógvan Páll Lassen, Skotarók 10, 100 Tórshavn (formaður), Desirée Mortensen Potts, 800 Tvøroyri (næstformaður), Gudmund Mortensen, 800 Tvøroyri og Kristin Michelsen, 800 Tvøroyri. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Hartley Pauli Johannesarson Hofgaard, 800 Tvøroyri. Innkomin sum stjóri: Gudmund Mortensen, 800 Tvøroyri. Skráseting Føroya tann 23. januar 2002 Kristin Balle _____________________ Snikkara- og timburarbeiði verður gjørt – umvælingar sum nýgerð. Tlf. 221350 Hundaleiðari pdf Eiðis skúli Søkt verður eftir lærara til Eiðis skúla. • 1 starv uml. 23 tímar fyri lærara í barnsburðarfarloyvi Á tímatalvuni erum.a.: Rokning 7. fl. Alisfrøði 7. fl. Danskt 5.–7. fl. Náttúra&tøkni 6. fl. Starvið er tíðaravmarkað frá uml. 4. februar og skúlaárið út. Løn sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið í lønarflokki 18.1 til 27.4. Meira kann fáast at vita um starvið frá fyrstalær- aranum á tlf. 423579 ella 423092. Umsóknir við møguligum prógvum og viðmæl- um skulu vera Eiðis skúlanevnd í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 1. februar 2002. Eiðis skúlanevnd v/ Anniku Egholm 470 Eiði ________________________________________ Eiðis skúli hevur undirvísing í 1.–7. árgangi. Tað eru 8 lærara og 87 næmingar í Eiðis skúla. Pedagogur Søkt verður eftir pedagogi til at arbeiða við døgn- umlætting av børnum við autismu at byrja 1. mars ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er í miðal 30 tímar um vikuna. Eitt sera spennandi starv, við nógvum møguleikum til at mennast fakliga. Eitt nú við, skeiðvirksemið, supervisión av praktiska arbeiðinum og faklig veg- leiðing. Arbeiði er dag-, kvøld-, nátt-, og vikuskiftisvaktir. Av tí at hetta er ein nýggj verkætlan krevst, at um- søkjarin dugir at taka ábyrgd og kann tilrættaleggja arbeiði sjálvstøðugt. Stórur dentur verður lagdur á at samstarva við foreldur, fakligar vegleiðarar og leiðslu. Løn og setunarviðurskifti sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálastýrið. Nærri upplýsingar fáast við at ringja á tlf. 457185 ella 217185 og tosa við Hildu Viderø. Umsókn við avritum av prógvi og møguligum við- mælum, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 14. februar 2002. Umlættingarheimið Dáin Mýruvegur 11 700 Klaksvík S A N S I R · T E L 3 5 5 3 5 5 Skrivstovuhølir til leigu Skrivstovuhølir til leigu í miðbýnum í Niels Finsens- gøtu 32 – tey gulu húsini niðan fyri Sjónleikarhúsið í Havn. Miðhæddin er um 100 m2 og kjallarin er um 50 m2. Hølini skulu helst leigast út í einum leigumáli. Hølini eru vælegnaði sum skrivstovuhølir ella til annað vinnuligt endamál. Áhugaði kunnu ringja á tlf.217366 í arbeiðstíð ella á tlf. 312957 eftir arbeiðstíð. Fólk til umhvørvis- kanningar Havlívfrøðiliga royndarstøðin søkir eftir fólki til at standa fyri umhvørviskanningum vit gera fyri við- skiftafólk. Talan er í høvuðsheitum um botn- kanningar á føroyskum firðum og kanningar, ið hava samband við umhvørvisgóðkenningar av ali- brúkum á sjónum. Kanningarnar fevna um ein- faldar evnafrøðiligar kanningar og djóralívs- kanningar. Høvuðsuppgávur • At standa fyri umhvørviskanningum • Taka sær av samskifti við viðskiftafólk • Standa fyri innsavning av tilfari í samband við kanningar • Skriva frágreiðingar • Ábyrgd av kanningarútbúnaði og kanningarbáti Førleikakrøv • Vit kundu hugsa okkum, at umsøkjarin hevði eina tekniskt rættaða útbúgving á millumstøði og/ella nautiska útbúgving. Fyrimunir annars • Kunnleiki og royndir innan sýnistøku • At vera stinnur í føroyskum máli bæði í skrift og talu • Kunna sigla bát og duga vanligan sjómannskap • Duga at tosa og skriva enskt • Teldukunnleiki • Koyrikort Setanarviðurskifti Starvið verður at seta skjótast til ber, og verður lønt sambært avvarandi fakfelagssáttmála og Fíggjarmálastýrið. Umsókn við upplýsingum um útbúgving og royndir skulu verða Havlívfrøðiligu royndarstøðini í hendi í sein- asta lagi 11. februar 2002. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til leiðaran Jan Sørensen á tlf. 316111. Havlívfrøðiliga royndarstøðin 180 Kaldbak • fax 316361 Suðuroyar Ellis- & Røktarheim 800 Tvøroyri Frítíðaravloysarar Søkt verður eftir frítíðaravloysarum fyri sjúkra- systrar og heilsuatstøðingar í tíðarskeiðnum frá 1. juni til 30. september 2002. Løn og setanartreytir sambært sáttmála við ávikavist Sjúkrasystrafelag Føroya/Almanna- & Heilsurøktarfelagið og Fíggjarmálastýrið. Nærri upplýsingar viðvíkjandi størvunum fáast við at venda sær til fyristøðukvinnuna Sunnevu Petersen tlf. 371666 lok. 147. Umsóknir við avriti av prógvum v.m. skulu sendast til: Suðuroyar Ellis- & Røktarheim Att.: Umsjónarmaðurin 800 Tvøroyri innan 23. februar 2002. Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið veitst tú ikki tað? C M Y K 25 24 Toll- og Skattstova Føroya Tænastumannastarv Starvið sum hundaleiðari við tolleftirlitið í Streymoyar øki verður hervið lýst leyst at seta 1. mars 2002 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðsuppgávur Høvuðsuppgávan verður at røkja rúsevniseftirlit (narkoeftirlit) um alt landið við nýggjum servandum hash- hundi. Viðkomandi skal eisini røkja vanligt tolleftirlitsarbeiði. Tann, sum settur verður, skal røkja og eisini hýsa hundinum uttan fyri arbeiðstíð. Stovnurin syrgir fyri neyðugari útbúgving til hundaleiðara, og fyriferst ein partur av henni í útlandinum. Førleikakrøv Tann, sum settur verður, skal helst vera til aldurs um 25-35 ár og hava lokið 10.- floks fráfaringarprógv frá fólkaskúlanum, helst eisini t.d. HF-, FHS-, HH-prógv ella aðra útbúgving. Teldukunnleiki á brúkarastøði er eitt krav.Vit vænta okkum ein arbeiðssaman og fyrikomandi persón, sum skal kunna arbeiða sjálvstøðugt. Vit kunna bjóða Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum, sum samstundis eisini er fakliga krevjandi og við møguleikum fyri eftirútbúgving, v.ø.o. eitt sjálvstøðugt starv í góðum arbeiðsumhvørvi. Setanartreytir Starvið er tænastumannastarv, og er byrjunar- og endalønin ávíkavist í lønarflokki 23 - 25 í tænastumannasáttmálanum, og verða fyrstu 2 árini royndartíð. Umframt er tað ein treyt fyri setanina, at viðkomandi fær góðkenning sum hundaleiðari. Núverandi setanarøki er Streymoyar øki, men fevnir annars um aðalstýrini, løgmansskrivstovuna og deildir teirra, og tann, ið settur verður, skal kunna røkja tænastu á hesum støðum, um tað verður kravt. Nærri frágreiðing um starvið Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Kjartan D. Joensen, yvirtollara, á tlf. 31 02 60. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvum og upplýsingum um viðkomandi starvsroyndir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 11. februar 2002 Toll- og Skattstova Føroya Streymoyar øki Postsmoga 3139 110 Tórshavn Toll- og Skattstova Føroya er stovnur undir Fíggjarmálastýrinum. Uppgávur stovnsins eru m.a. at fyrisita toll-, mvg-, kolvetnisskatta- , avgjaldslógirnar, inntøkuskattalógina v.m., eins og alla skuldarinnkrevjing hjá landinum. Stovnurin hevur 150 starvsfólk og er skipaður soleiðis, at planlegging og menning fer fram í Stýrinum á Argjum. Tær seks økis- skrivstovurnar, ið eru á Tvøroyri, í Skopun, Sørvági, Tórshavn, Saltangará og Klaksvík røkja raksturin. Í Streymoyar øki starvast 60 fólk. Høvuðsskrivstovan er á Smyrilsvegi, Posttollurin heldur til á Óðinshædd ,og Tollbúðin, har viðkomandi kemur at arbeiða, er á Eystari Bryggju . Á tollbúðini eru 12 starvsfólk. Lýsingin finst eisini á heimasíðu okkara www.tollskatt.fo E-mail: streymoy@tollskatt.fo