fríggjadagur 25. januar 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 17 - 25. januar 2002
23
22
Nr. 17 - 25. januar 2002
Dómarar úr Tjaldri: Kári
Hansen & Trúgvi Morten-
sen. Ógvusliga leikferðin
og intensiteturin í dystinum
gav teimum trupulleikar,
men tó at nógv stóð á, so
hildu
teir
alla
tíðina
høvdinum kalt.
Seinna hálvfinalan
ímillum VÍF og StÍF
var sjálv ímyndin av
einum steypadysti.
Ein dystur, har alt
stendur upp á spæl,
har liðini geva seg fult
út og har spenning-
urin er varðveittur til
seinasta bríksl
COCA-COLA
KAPPINGIN – MENN
Jákup Mørk
Í
upptaktini
til
hálv-
inaluarnar varð sagt, at
spenningurin uttan iva var
størstur í Vestmanna, har
VÍF skuldi royna at vinna
tey fýra málini frá fyrru
hálvfinaluni aftur.
Eftir dystin kann í øllum
førum staðfestast, at her
varð ikki skotið við síðuna
av, tí tað er ikki á hvørjum
degi og heldur ikki ári, at
spenningurin á og kring
leikvøllin er so stórur, sum
hann var í Vestmanna
mikukvøldið.
Broytt VÍF lið
Vestmenningar vóru nakað
skerdir undan dystinum, tí
tað var greitt, at Áki Olsen
als ikki var førur fyri at
spæla. Í oddadystinum móti
Neistanum herfyri royndi
hann annars at vera við,
men tá varð skjótt greitt, at
eymi lærkrikin darvaði ov
nógv.
Hinvegin er tað ein
avgjørdur styrkur, at Sámal
Joensen nú aftur er førur
fyri at spæla, eftir at rygg-
urin annars hevur darvað
honum eina tíð, og saman
við Piti Negru varð Sámal
nú kosin til at vera stóra
skotstyrkin frá bakkinum,
eins og teir báðir stóru
menninir sjálvsagt vóru
lyklaspælarar í verjupartin-
um.
Ferð var á
Tað stóð skjótt greitt, at
VÍF hevði í hyggu at vinna
tey fýra málini frá Skála
inn aftur sum skjótast. Frá
fyrsta bríksli varð nógv lagt
fyri í álopspartinum, og tó
at verjan var heldur skinkl-
andi fyrstu løtuna, so kom
tó eisini betri skil á her so
við og við.
Leingi gekk tó sera strilt-
ið at sleppa frá stranding-
unum, tí eins og VÍF legði
nógv fyri í royndunum at
vinna
aftür,
so
løgdu
strandingar ikki minni fyri,
nú teir »bara« skuldu halda
fast í mótstøðuni. Ein leik-
lutur, sum ofta vísur seg at
vera sera vandamikil, tí í
bakhøvdinum vita leikar-
arnir, at teir hava ráð at tapa
við trimum málum, heldur
enn at skula vera noyddir at
vinna.
Eitt skifti sá soleiðis út
til, at gestirnir alla tíðina
skuldu halda fast, men eftir
at VÍF skifti út á mál-
verjaplássinum,
fór
at
dragna. Vanliga hava teir
báðir, Bárður Nielsen og
Eli Müller stríðst um
plássið, men nú Eli er
skaddur, hevur Jón Nielsen
verið varðamaður. Higar til
hevur Bárður hvørja ferð
verið fremsta valið til
sessin, men tá hann ikki
tóktist hava sín besta dag,
varð skift út, og so slapp
Jón at prógva, hvør dugur
er í honum.
Spakuliga tók VÍF seg
frá, og hóast strandingar
alla tíðina royndu at halda
fast, so stóð 13-10 á talvuni
í hálvleikinum. Eitt mál á
muni samanlagt.
StÍF var ørkymlað
Steðgurin gav helst báðum
pørtum tíð at grunda um
støðuna, og tað var stuttligt
at síggja, hvussu hetta
tóktist ávirka liðini, tá farið
varð undir seinna hálvleik.
Vestmenningar vistu nú,
at tað so væl og virðiliga
var innan fyri møguleik-
annar mark at vinna við
fýra málum, og teir settu alt
fyri eitt fulla ferð á.
Hjá
strandingum
var
støðan hinvegin júst tann
øvugta. Innan fyrstu 30
minuttirnar høvdu teir mist
mest sum allan fyrimunin
frá fyrra dystinum, og tó at
teir framvegis vóru á odda
samanlagt, so er eitt einsa-
malt mál ikki tað stóra. Ikki
minst tá spælt verður ímóti
VÍF í Vestmanna.
Spenningurin
hevði
sjálvandi eisini sína ávirkan
á áskoðararnar, sum nú
veruliga fóru at geva ljóð
frá sær. Fyri hvørt mál, sum
vestmenningar nú drógu
frá,
gjørdust
eyðkendu
»hey-hey-hey…« rópini frá
vestmenningum alt ljód-
ligari, og frøin á leikarun-
um var eyðsýnd, nú teir enn
eina ferð tóktust hava vent
eini svárari støðul.
Bert átta minuttir inn í
seinna hálvleik hevði VÍF
vunnið
seg
seks
mál
framum. Strandingar vóru í
villareiði. Fingu als ikki
fatur á skjúttunum hjá VÍF,
har serstakliga Sámal ferð
eftir ferð kanóneraði bóltar-
nar inn um sakarsleysa
Marian í StÍF málinum.
Somikið hjálparsleysur var
rumenski
málverjin,
at
hann fleiri ferðir heitti á
beinkin um at taka time-
out, og tá 10 minuttir vóru
leiktir, var hetta honum
loksins eftirlíkað.
Alt á gosið
Seinastu 20 minuttirnir av
dystinum
verða
helst
nakrir, sum leingi hanga
við í minninum hjá teimum
600 áskoðarum í høllini.
Eftir stutta steðgin, sum
eitt time-out gevur, var tað
eitt hamskift StÍF lið, sum
nú kom á vøllin. Skiftandi
mansverja av Sámal Joen-
sen og Inga Olsen var við
til at steðga álopsspælinum
hjá VÍF, og yvirhøvdu lógu
teir nú í krovinum á hvørj-
um einasta vestmenningi,
so skjótt hesir komu inn um
tríggja-metra linjuna. Líka
mikið, hvussu heimamenn-
inir royndu seg, so var ein
forðing fyri, og hetta gjørdi
sjálvsagt, at ferðin var
snarað longur og longur
upp.
Í álopspartinum varð
somuleiðis lagt eins nógv
fyri. Press-spæl og gjøg-
numbrotsroyndir
vórðu
settar á breddan, og tá bæði
útvísingar og brotskøst
spurdust burturúr, skuldi
verið gjørligt hjá StÍF at
vunnið seg fram. Men
brotskøstini vórðu misnýtt.
VÍF treiskaðist sjálvt við
fýra móti seks, so fram-
brotið mátti bíða. Men tað
kom kortini.
StÍF minkaði munin nið-
ur í trý, og hevði nú finalu-
sessin, men VÍF svaraði
kortini aftur. Eftir tíggju
málleysar minuttir smekk-
aði fyrst Sámal og síðani
Ingi til, og so var aftur
viðvent.
Rópini vóru hvøll frá
báðum pørtum. Heima-
áskoðararnir fegnaðust um
leiðsluna, meðan gestirnir
royndu at eggja sínum enn
meira. Leikararnir fóru
mest sum fyrilagstir undir
seinastu løtuna. Hvør og
ein vistu teir, at tað var nú
ella ongantíð, um finalu-
plássið skuldi tryggjast.
Munurin sveiggjaði millum
tey trý, sum sendu StÍF
víðari og tey fýra, sum
høvdu bjargað við grundað
á regluna um mál á útivølli,
men avgerðin bíðaði til
seinastu løtui.
20 sekund í ekstasu
Við 30 sekundum eftir
skeyt Sámal Joensen sítt
12. mál í dystinum, men
StÍF
hevði
framvegis
møguleikan. VÍF royndi at
trýsta teir til at royna seg av
veinginum, og hetta eydn-
aðist, sum so. Bólturin varð
spældur til Alexandur Jo-
hansen, og av veinginum
sendi hann bóltin í mesk-
arnar.
Strandingar vóru upp frá
í fagnaði, men enn var ikki
liðugt. VÍF fekk tríggja
metra kast burtur úr sein-
astu álopsroyndini, men tá
hetta brast í manngarðin,
var leyst og liðugt. Aftur í
ár høvdu strandingarnir
bast VÍF í steypakapping-
ini, og so er spurningurin
bert, um teir eisini fara at
vinna finaluna. Tann spurn-
ingurin má bíða í tíggju
dagar, og fram til tá kunnu
strandingarnir
hóskandi
hvíla seg, tí einki er at ivast
í, at beinini vóru moyr, tá
gysarin í Vestmanna var
komin at enda.
Dysturin í tølum
VÍF-StÍF 24-21 (13-10)
StÍF víðari við samanlagt
48-47
Málskjúttar:
VÍF: Sámal Joensen 12(1),
Ingi Olsen 4, Rógvi Niel-
sen 2, Agnar Joensen 2, Piti
Negru
2,
Ragnar
Zachariasen 1, Daniel Rápa
1
StÍF: Costin Dumitrescu
10(5), Artur Johansen 4(1),
Jón Rasmussen 2, Marius
Joensen 2, Andre F. Dan-
ielsen 2, Alexandur Johan-
sen 1
Brotskøst: VÍF 1, StÍF 8
Útvísingar: VÍF 3, StÍF 3
VÍF-StÍF 24-21 (13-10):
Ein steypaklassikari
Nýggi venjarin hevur
sýnt áhuga í at gera
sáttmála við runavík-
ingin, sum í løtuni
royndarvenur við
superligufelagnum
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Donsku superligufeløgini
fyrireika seg í hesum døg-
um til seinnu helvt av
kappingarárinum, og flestu
staðni eru broytingar av
ymsum slag farnar fram.
Eitt nú hjá Vejle, har
Frenk Petersen er settur
sum
nýggjur
venjari.
nýggjur venjari. Nýggjur
venjari
merkir
aloftast
broytingar í aðrar mátar, og
Frank Petersen hevur eisini
sýnt áhuga fyri nøkrum
nýggjum leikarum.
Ein av hesum er sambært
danska fótbóltsportalinu,
www.onside.dk, runavík-
ingurin, Christian Høgni
Jacobsen, sum í løtuni
royndarvenur við Esbjerg.
Christian Høgni var í
heyst knýttur at Esbjerg,
men sum skilst er hesin
sáttmáli ikki longdur, og tí
venur hann nú við Vejle,
sum eisini hevur sýnt áhuga
fyri fótbóltsevnum hansara
áður.
Við onside sigur Frank
Petersen,
at
Christian
Høgni Jacobsen heilt víst
verður ein styrkur fyri
álopið hjá Vejle, og eftir
hesum at døma er tað mest
sum víst, at sáttmáli verður
skrivaður
við
føroyska
landsliðsmannin.
Spurningurin um
komandi mótstøðu-
liðini hjá Føroyum í
EM-undankappinini
verður avgreiddur
beint fyri døgurða í
dag
EM-LUTAKAST
Jákup Mørk
Í dag, fríggjadagin, kl.
11.00 verður lutur kastaður
um, hvussu bólkarnir til
komandi HM-undankapp-
ing verða settir saman.
Føroyar eru sjálvandi
eisini við í hesum, og fyri
FSF eru Ísak Mikladal,
Jens Erik Magnussen og
Dánjal Andreasen staddir í
Porto, har lutakastið fer
fram.
Verður varpað
beinleiðis
Lutakastið, sum verður
sýnt beinleiðis á millum
annað Eurosport, er skipað
soleiðis, at tey 50 londini í
pottinum eru styrkismett í
fimm bólkar. Styrkismet-
ingin er gjørt út frá, hvussu
liðini hava staðið seg í
altjóða høpi seinnu árini, tó
at Frakland sum verjandi
europa-meistari er styrkis-
mett ovast – tað høvdu teir
nú helst verið kortini.
Drigið verður síðani so-
leiðis, at liðini í veikasta
bólkinum verða tikin úr
pottinum, og sett í ymsu
bólkarnar. Síðani tey úr
næst veikasta bólkinum og
so framvegis.
Hóast hetta ikki hevur
nakrar ávirkan á útfallið, so
er hetta um ikki annað sera
spennandi fyri føroyska
hyggjaran, tí tað kann fram
til tað seinasta verða stórur
spenningur um, hvat av
teimum sterku liðunum vit
fáa. Eitt nú sum ta ferðina
til EM-2000 lutakastið, tá
Føroyum enn restaði eitt
mótstøðulið, og bert Týsk-
land og Kekkia vóru eftir í
pottinum.
Venjarin bíðar
Tá endaði tað sum kunnugt
við Kekkia, og einki er at
ivast í, at føroyingar flest
nú ynskja, at vit fáa eina av
veruliga stóru fótbóltstjóð-
unum í okkara bólk.
Ikki minst man hetta
standa høgt á ynskislist-
anum hjá Fótbóltssam-
bandinum, sum helst fær
eitt fitt fíggjarligt ískoyti,
um ovastu liðini eita Frak-
land og Ongland heldur enn
Rumenia
Ukraina.
Eitt
ískoyti sum helst eisini
verður avgerandi fyri, hvør
nýggi
landsliðsvenjarin
verður. Sum skilst, hevur
FSF nú bert einar tveir
veruliga kandidatar eftir til
sessin, men enn avgerðin
um, hvør av hesum verður
settur, bíðar helst til eftir
aðalfundin.
Partvíst
tí
lutakastið í stóran mun
avger fíggjarligu orkuna
hjá FSF, og partvíst tí
Torleif Sigurðsson ikki
sigst at hava serligan hug til
at taka eina somikið stóra
avgerð, nú beint áðrenn
hann gevst sum fótbólts-
bossur.
Bólkarnir
Vit hava nevnt teir áður,
men tað tolir tó helst eina
endurtøku at skriva, hvussu
teir fimm styrkisbólkarnir
síggja út. So kann lesarin
sjálvur gita seg fram til sín
ynskisbólk.
Bólkur A: Frakland, Svø-
ríki, Spania, Kekkia, Týsk-
land,
Írland,
Rumenia,
Italia, Belgia, Turkaland.
Bólkur B: Russland, Kro-
atia, Danmark, Holland,
Jugoslavia, Póland, Ong-
land, Slovenia, Ukraina,
Skotland.
Bólkur C: Eysturríki,
Noreg, Slovakia, Ísrael,
Sveis, Ísland, Bulgaria,
Finnland, Grikkaland, Un-
garn
Bólkur D: Cypros, Bos-
niaHerzegovina, Hvítaruss-
land, Wales, Estland, Let-
land, Norðurírland, Geor-
gia, Makedonia, Litava
Bólkur
E:
Armenia,
Moldova, Albania, Føroyar,
Azerbadjan, Liktenstein,
San Marino, Malta, Luks-
emburg, Andorra.
UEFA hevur eisini gjørt
av, hvørjir leikdagarnir fyri
teir átta dystirnar verða. Í
alt eru tíggju dystardagar
settir av, og møguliga verð-
ur øll dystarskráin av-
greidd, longu áðrenn før-
oysku
umboðini
koma
heim, ella verður møguliga
fundast um hetta á ser-
støkum fundi seinni. Tað er
upp til londini í bólkinum
at avgera sjálvi.
Dystardagarnir,
sum
UEFA hevur ásett eru hesir:
Í 2002 eru 7./8. september,
12./13. oktober og 15./16.
oktober. Í 2003 eru teir
29./30. mars, 1./2. apríl,
7./8. apríl, 10./11. apríl,
6./7. september, 9./10. sep-
tember og 11./12. oktober.
Sostatt er í øllum førum
lagt upp til, at Føroyar fáa
tríggjar dystir í ár, harav ein
verður á heimavølli í sep-
tember mánaði, meðan
tveir verða á útivølli eftir
seinasta umfarið í lands-
kappingini.
Lutakastið verður í dag
Christan Høgni í Vejle
Christian Høgni Jacobsen venur í løtuni við Vejle, har nýggi venjarin hevur sýnt stóran áhuga í
at fáa sáttmála við føroyska landsliðsleikaran
Fyri trimum árum
síðani misnýtti
hann, men hesa ferð
tryggjaði Alexandur
strandingum
sigurin á VÍF
HONDBÓLTSTOS
Jákup Mørk
Steypafinalan á várið
1999:
VÍF er á odda við
einum máli móti StÍF, og
bert fá sekund eru eftir at
spæla. Alexandur Johan-
sen verður leiktur leysur
á høgra veingi, leypir inn
móti málinum og lobbar
– bólturin fer upp um.
Løtu seinni er alt liðugt,
at VÍF er steypavinnari.
Smekkaði til
Sum kunnugt var støðan
vend á høvdið miku-
kvøldið, tá Alexandur við
seinasta málinum í dyst-
inum tryggaði StÍF sig-
urin á VÍF.
Eftir dystin spurdu vit
Alexandur,
um
hann
undan hesum dystinum
hevði
hugsað
nakrar
tankar um finaluna í
1999.
- Eg havi hugsað nógv
um handan kjansin síðani
ta ferðina, men ikki
undan hesum dystinum.
Hesa ferð vistu vit bara,
at vit ikki máttu tapa
samanlagt, og tá eg fekk
kjansin í dag, so hugsaði
eg ikki um at brenna.
Bólturin skuldi bara í
kassan, so eg smekkaði
til,
segði
ovurfegni
match-vinnarin
eftir
dystin.
- Eg havi hugsað nógv
um handan kjansin
síðani ta ferðina, men
ikki undan hesum
dystinum
Smekkaði til
Fagnaðurin var ovur stórur á strandingum, tá teir
eftir ein framúr spennandi dyst í Vestmanna høvdu
tryggjað sær finaluplássið í steypakappingini
Mynd: Álvur Haraldsen
Hjá VÍF var tað uttan iva ein
smeitur, at ein skaddur Áki
Olsen ikki fekk gjørt aðra
nyttu á vøllinum...
Mynd: Álvur Haraldsen
Framhald á síðu 23
Framhald av síðu 22
C
M
Y
K
22