Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juli 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. juli · Nr. 109 mánadagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein Heimsins størsta sosiala netverk, Facebook, hevur ein trupulleika. Fólk, sum eru deyð, liva víðari við sínum profilum á Facebook, og í heilum fáa vinir sjálvvirkandi áheitanir frá Facebook um at halda sambandið við líka við hesi fólk. – Hetta er eitt sera eymt evni, og sjálvsagt er tað svárt hjá fólki at síggja sínar deyðu vinir á Facebook, sigur ein talskvinna fyri Facebook við New York Times. Facebook hevur roynt ymiskt fyri at fáa bilbukt við trupulleikan, og arbeitt verður framhaldandi við tí. Heitt verður eisini á fólk um at gera vart við seg, um tey síggja profil hjá onkrum deyðum fólki á Facebook. s amgongufólk skulu ikki við­ gera játtanarkarmin í fjøl­ miðlunum! Tað siga bæði fíggjarmálaráð­ harri og løgmaður við ein munn. Hetta siga teir í kjalarvørrinum á tí, sum Sosialurin skrivaði fyri trim um vikum síðani um, at Javn­ aðarflokkurin ikki góðtekur, at røktarheimspláss verða niðurløgd. Kringvarpið hevur viðgjørt sama mál nú um dagarnar bæði í sjón­ varpi og útvarpi. Tað ber sjálvandi til at skilja boð skapin hjá hesum báðum polit­ isku leiðarunum, tí tað verð ur sera trupult at fáa nakra semju um fíggjarlógina, um øll spari upp­ skot ini skulu viðgerast út í æsir í miðlunum. Men tað er nú so, at tá vit hava eina samgongu og ein samgonguleiðara, so eigur hesin persónurin at hava so mikið gott tak á sínum samgongu­ og ikki minst floksfeløgum, at hetta var ikki neyðugt. Men her tykist at halta hjá løgmanni, ikki minst innanfloks, har ávísir tingmenn alla tíðina sleppa at koyra fríspæl við sær sjálvum í fokus. Viðvíkjandi aktuella málinum um røktarheimspláss, so ber ikki til hjá hvørki løgmanni ella fíggj ar­ málaráðharra at snakka seg burt­ ur úr, at tað sum samgongan er í ferð við at gera er at spara nøkur røktarpláss burtur. Gamaní verður eingin røktarsjúklingur koyrdur á dyr – men samgongan brýtur lyft ið um, at bygging av nýggjum røktarheimum skal útvega til svar­ andi fleiri røktarpláss. Men Javnaðarflokkurin – í øll­ um førum Hans Pauli Strøm um­ boðandi tingmanningina – hevur gjørt púra greitt, at flokkurin tekur ikki undir við hesum. Einki annað var náturligt, enn at Javn­ aðar flokkurin segði so. Væl ferðar­ tænasturnar hava verið legi timi­ teturin hjá Javnflokkinum øll árini, og flokkurin vann sær støðuna sum stjórnarberandi flokkur við fólkapensjónini til valið í 1958. Ta støðuna hevði flokkurin fram til 1994, tá flokkurin leið ein søguligan knúsandi ósigur, júst eftir at flokk­ urin hevði pilkað við fleiri av væl­ ferðartænastunum. Vit eru tó ikki samd við løgmanni og fíggjarmálaráðharra um, at játt­ anar karmurin ikki skal viðgerast í fjølmiðlunum. Vit vilja fegin lýsa allar ætlanirnar hjá landsstýrinum, og vit vilja eisini sleppa at seta teir røttu spurningarnar – serliga áðrenn avgerðin verður tikin. Tað er satt demokrati. At tað skal gera tað trupult hjá løgmanni er tekin um, at hann ikki hevur stýr upp á tropparnar hjá sær, og at landstýrisfólk og løgtingsfólk ikki tosa nóg nógv saman. Samgongan brýtur lyftið um fleiri røktarpláss Livar Nysted og teir, sum rógva tvørtur um At­ lantshavið, hava verið í illveðri um vikuskiftið . Vindurin var 20 m/sek við glæðum upp í 25 m/sek. Leygardagin fór báturin hjá teimum runt í illveðrinum, og Livar varð tveittur fyri borð. Hann hevði tó línu á sær, sum allir hava umborð, og svam aftur til bátin. – Nú hitar hann seg aftur í einum soviposa, men veri ikki stúrin. Alt er í lagi her. Allir eru tryggir og heitir, skrivaðu teir av bátinum til heimasíðuna trip.fo leygar­ dagin. – Norðuratlantshavið fór ongantíð at lata okkum koma ígjøngum uttan hesa royndina, og vit hava bíðað eftir hesum allatíðina. Men tað hevði verði deiligt at sloppið undan. Í gjár var veðrið batnað somikið, at teir kundu fara at rógva aftur. Í gjár høvdu teir lagt slakar 3700 kilometrar aftur um seg, og fyri framman bíðaðu góðir 1500 kilometrar. Livar fór fyri borð Facebook stríðist við spøkilsi Gleði meg til friðin umborð Durita Joensen síða 46-47 Føroy­ ingar onga orsøk til grenj arne Winthereig síða 42-43 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Sunnukvøldið sat ein hund­ ur á einum parker ingsbási á Skála trøð í Havn frá sær sjálv um og goyði. Ein politistur fór oman í bili, men hann vildi ikki fara úr bilinum, so illur var hundurin. Hann koyrdi yvir móti hundinum, sum tók til beins, og politibilurin aftaná. Hundurin steðgaði við eini hús, og tá politiið ringdi til húseigaran, váttaði hesin, at hundurin var hansara. Hundurin var stungin av heimanifrá. Eigarin segði, at hundurin hevði tað við at fara oman á Skálatrøð, tí hann kundi ikki torga stand myndina niðan fyri Smiðjuna í Lítluvík. Tað var tí, at hann hevði goyð. Eigarin var fegin um, at hundurin kom heim aftur í øllum góðum. randi@sosialurin.fo Hundur illur inn á standmyndina Munnkurv Er ikki góður poLitikkur