Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juli 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Ólavsøkublaðið 2010 Útgevari: Sosialurin Redaktørur: Eydna Skaale Blaðfólk: Dagfinn Olsen Eirikur Lindenskov Eyðun Klakstein Eydna Skaale Leif Hansen Theodor Olsen Tróndur Arge Uni Arge Uni Holm Johannesen Myndir: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Lýsingar: Elin Vatnhamar Olsen Durita Joensen Umbróting: Sosialurin Forsíðumyndin: Jens Kristian Vang Modellir: Fríða við Streym Durita J. Joensen Óluva á Lofti Súsanna Olafsdóttir Soleiðis yrkir Kári Jacobsen í sanginum »Á tann deiliga Havn«, sum hevur verið at hoyrt hvørja einastu ólavsøku, síðani sang­ urin varð til seinast í áttatiárunum. Og rætt hevur hann. Ólavsøkan er nakað serligt, ikki bara fyri okkum havnarfólk, men eisini fyri allar gestir, sum leita sær av bygd og úr útlondum til Havnar at hátíðarhada tjóðarhátíð alra føroyinga. Hóast tað seinnu árini hevur verið roynt at tjóvstartað ólavsøkuna eitt sindur fyrr við ymsum tiltøkum, so byrjar ólavsøkan ikki rættiliga, fyrr enn hon verður sett á Vaglinum ólavsøkuaftan, og tú ert búgvin í búna at fara til kappróður – tí kappróðurin er eitt sereyðkenni fyri ólavsøkuna. Fyri okkum, sum eru barnfødd havnar­ fólk, er ólavsøkan nakað heilt serligt. Hóast ólavsøkan er vorðin eitt við Havnina, so er ólavsøkan kortini stevnan yvir øllum stevn um, og stevnan hjá øllum føroyingum. Ólav søkan er eisini søga ­ upprunin er jú at minnast Ólav kong, sum fall á Stiklastøðum fyri skjótt túsund árum síðani. Tí nertir ólavsøkan við okkara uppruna og okkara samleika ­ og okkara kristna kjølfesti. Á ólavsøku verður tingið sett. Ein tann størsta hátíðarløtan á ólavsøkuni er utt an iva, tá okkara politiska skipan fer í skrúð­ gongu úr tinginum í Havnar Kirkju til guds tænastu ólavsøkumorgun ­ og niðan aftur í løgtingið, har klárt er at byrja nýggja tingárið. Ein sera vakur siður, sum styrkir samanhaldið millum føroyingar. Veðrið hevur sjálvandi alt at siga á ólavsøku. Er gott veður, ja so leita øll sær oman í býin, men regnar ­ og regnar illa, so kann tað gerast rættiliga fólkatómt ­ og tá er gott at sita fjálgt við búgvið borð hjá frægum fólki ­ sum eisini er ein partur av ólavsøkuni. Vit vænta sjálvandi ikki regn á ólavsøku í ár ­ í øllum førum ikki so nógv, og tí er hýrurin góður, og vit kunnu syngja víðari við Kára í hansar »ólavsøkukantatu«: – Sjálvt Effersøa á Vaglinum, hann erí góðum lag Frøast kunnu øll um, at Havnin hon er vár. Ólavsøkusiðurin skal liva ár um ár. Onga aðrastaðni í hesi víðu verð er hýrurin so góður, sum tá ólavsøka er. Vit í Miðlahúsinum ynskja øllum eina góða ólavsøku við takkarorðunum hjá Pól F. Joensen til Havnina og ólavsøkuna: Tøkk fái Havnin og fólkið, har býr, fyri góð minnir og gleim, sum hon á Ólavs halgaðu tíð gav til hvørt Føroyalands heim. Tí ólavsøkan skal øld eftir øld reka burtur klandur og sorg. Veri, so leingi sum føroyingur er, Tórshavn vár miðstøð og borg. Góða ólavsøku! Tórshavn tú Føroyalands miðstøða var – Tað er einaferð um árið, at ólavsøka er, tá liva allir føroyingar í aðrari verð Eirikur Lindenskov blaðstjóri 2 Tórshavn, tú Føroyalands miðstøða var 4 Heðin Mortensen: Vælkomin á ólavsøku 6 Ingi Sørensen: Bygdamen eru vælkomnir til Havnar 10 Løgmaður: Lættari at halda ólavsøkurøðu í ár 12 Kabarettin prikar vanliga føroyingin 15 Tað er gróður í føroyskari list 16 Soleiðis leggur tú turriklæðið og dregur stiman 18 Ólavsøkukonsertin ein heildaruppliving 20 Føroysk klæði við einum twisti 24 Uni Næs: Góð orð við á vegnum 26 Voxpop: Mín ólavsøka 28 Ólavsøkukantatan og kórið 80 ár 34 Kappróður 38 Rasmus Klipp: Fyrr var ólavsøkan nógv villari 42 Ítróttur á ólavsøku 44 Kýsin og húgvan hvørva 48 Ólavsøkufríggið 50 Skrúðgongan 53 Vónandi regn á ólavsøku 54 60 fólk rudda 60 Kronikk: Broytt og varðveitt Innihald: