Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juli 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. juli · Nr. 109 4 Sosialurin Randi Jacobsen Seint sunnukvøldið fann ein seglbátur við navninum Sankta Maria eina stóra grind norður úr Trøllanesi. Av tí at tað var myrkt, vildi sýslumaðurin ikki geva loyvi til at reka grindina inn á Klaksvík, fyrr enn tað lýsti. Bátarnir lógu og bíðaðu við grindini á Pollinum til um hálvgum trý tíðina, og tá var grindin rikin inn á Klaksvík. Ein stórur partur av hvalunum gjørdu landgongd á vestaru síðu undir HF- skúlanum, men har var so trongt, at alt slapp ikki inn. Tí noyddust menninir at vaga út eftir hvalunum. Karl Johansen, sýslu- maður heldur, at eftir um- støðunum gekk drápið væl. Tað er ein trupulleiki í Klaksvík sum á øðrum hvalvágum, at tað er ikki lætt at drepa so stórar grindir. Meiri og meira grót verður koyrt út á vágirnar, so minni og minni pláss verður fyri grindum. Har hvalirnir fóru inn í grótkast mánamorgunin í Klaksvík, og menninir vaðaðu út, hendi tað meira enn eina ferð, at menn fóru undir. Klaksvík er tó framvegis egnað sum hvalvág, sigur Karl Johansen. Fyrrapartin metti hann, at grindin lá um 200 miðalstórar hvalir. Sambært Norðlýsinum vóru tilmeldaðir um 1000 menn. Seðlarnir fóru at koma út seinnapartin. Sýslumaðurin vónaði í morgun, at nakað eisini fór at verða til heimapartar. randi@sosialurin.fo Ringar umstøður til stóra grind Grindadráp: Í Klaksvík eins og á øðrum vágum eru umstøðurnar ikki góðar til at drepa stóra grind. Tað tók hálvan annan tíma at drepa umleið 150 hvalir í Klaksvík í morgun Ikki tær bestu umstøðurnar at drepa stóra grind, men Karl Johansen, sýslumaður heldur kortini, at Klaksvík er egnað sum hvalvág Mynd: Norðlýsið Randi Jacobsen Seinnapartin sunnudagin varnaðist ein kvívíkingur, at eldur kom út gjøgnum eitt vindeyga á einum húsum í Kvívík, og at roykur kom út undan klædninginum. Sløkkiliðið var har beinanvegin, og tað gekk væl at sløkkja, sigur Magnus Madsen, sløkki- liðsleiðari. Lítið varð brúkt av vatni, men royksskaðin er øgiligur. Á øllum trimum hæddunum í húsunum eru veggirnir kølasvartir av royki. Eldurin byrjaði á miðhæddini, og illgruni er um, at eldurin kom í av sjónvarpinum. Teknisku kanningarnar hjá politi- num fara at siga, um hetta var orsøkin. Eingin var inni í húsunum, tá eldur var komin í. Húsfólkini vóru farin ein túr til Havnar. randi@sosialurin.fo Randi Jacobsen Seinnapartin fríggjadagin fekk politiið eina fráboðan um nógvan royk á Høgareyni. Sløkkilið og politi avstað, men tað vísti seg, at tey høvdu verið á fjalli og vóru við at brenna ullina. Loyvi var givið til at brenna ullina, men røttu myndugleikarnir høvdu bara ikki fingið boðini, sigur politiið. randi@sosialurin.fo Brendu ull Húsini svørt innan Eldur: Eini sethús í Kvívík fóru illa av royki, tá ið eldur var í temum sunnudagin Roykurin er farin illa við húsunum Randi Jacobsen Sosialurin hevði í seinastu viku eina fragreiðing um eitt herverk ella innbrot, sum hendi í Skopun týsnáttina. Tað vísir seg, at hendingin var ikki júst soleiðis, sum konan í húsunum greiddi frá. Rætt var, at ein 18 ára gamal fór til eini hús og breyt rútin í hurðini, men sambært politinum breyt hann ikki inn. Maðurin innanfyri læt sjálvur hurðina upp, sigur politiið. Tann 18 ára gamli tók ikki um kvørkrarnar á inum manninum, sum frásagt. Maðurin, sum framdi herverkið, varð førdur til Havnar. Hetta kom ikki av, at hann var illur í sær. Hetta var líka nógv at royna skipanina við, at Sandoyggin skal hoyra undir miðøkið hjá politinum. Sosialurin harmast skeivu frásøgnina. randi@sosialurin.fo Einki kvørkatak