mánadagur 19. juli 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4 Ólavsøka 2010
– Ókeypis blað frá Sosialinum
Tað kundi verið áhugavert at vitað, hvussu
fyrsta ólavsøkurøðan ljóðaði. Helst eru
fólk boðin vælkomin til Havnar, og helst
hevur verið staðfest, at Havnin á ymsan
hátt var ein miðdepil, geografiskt, politiskt
og samskiftisliga. Hóast vit vita, at Havnin
vaks úr armóð og fátækt, so var hon so
vælsignað væl egnað frá Skaparans hond,
at fólk settu seg niður her, hóast livikorini
vóru avbera vánalig.
Í túsund ár hava føroyingar, sum teir
einastu í Norðurlondum, hildið hátíð fyri
sameiningini av politikki og kristindómi á
deyðadegi Ólavs Heilaga. Enn í dag verður
ólavsøkan hildin í Havn, tá tingmenn,
kirkju menn og høgir embætismenn ganga
í skrúð gongu úr Løgtingshúsinum oman
í Dóm kirkjuna til gudstænastu og niðan
aftur í Løgtingið, sum verður sett hvørt ár
á ólav søku.
Vit vita frá gomlum keldum, at nógv
fólk kom til Havnar á ólavsøku, og enn í
dag savnast fólk úr øllum heraðshornum
at halda tjóðarhátíð okkara. Í dag savnast
vit ikki bara, tí politiska og kirkjuliga valdið
hevur sæti í høvuðsstaðnum, men eiisni, tí
vit hava ein verdugan høvuðsstað, ein mið
depil, sum hevur lutfalsliga nógv at bjóða. Í
dag er ólavsøkan ein fólkaveitsla við breið
ari undirtøku kring landið alt.
Tað er okkara vón, at Havnin enn eina
ferð verður góður karmur um ólavsøkuna.
Túsundtals fólk hava lagt eitt risastórt
arbeiði í at gera okkara tjóðarhátíð so góða,
ríka, spennandi, stuttliga og undirhaldandi
sum gjørligt, samstundis sum vit leggja ger
andis dagin frá okkum eina løtu og njóta
saman haldið.
Úr bygd og bý streyma føroyingar til
Havnar, og floymur av útlendskum vitjandi
leggur leiðina higar hátíðardagarnar, og øll
skulu tey kenna seg heima í Havn. Tey eru
mong, ið hava gjørt eitt stórt sjálvboðið
ar beiði fyri at hugna so væl um okkum
há tíð ar dagarnar, og teimum vil eg takka
hjartaliga.
Vælkomin á ólavsøku, øll somul!
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Vælkomin
á ólavsøku,
øll somul!
Njót Ólavsøkuna
við fyrstaflokks:
EsprEsso
CafE LattE
Chai tE
GriLLað panini
itaLiEn soda
KøKum
hEita sjoKuLátu
Kaffihúsið hevur opið hvønn dag
um Ólasøkuna frá kl. 10:00
GÓða ÓlavsøKu
Tel. 358787