mánadagur 19. juli 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. juli · Nr. 109
6
Sosialurin
Øgiliga
gott fólk
- Tað var ein skelkur, tá
ið telefonin ringdi klokkan
átta í gjáramorgunin og
vit fingu deyðsboðini av
venjaranum.
Bogi Mortensen, sum
hevur staðið á odda fyri
hondbóltinum hjá VB í
fleiri ár og hann kennir
Aivaras Daugi sera væl og
tað kom honum ómetaliga
dátt við, tá ið deyðsboðini
komu.
Og hann hevur bara
alt gott at bera litaviska
venjaranum hjá VB.
- Hann var eitt øgiliga
gott fólk, hugsaði nógv um
onnur og var serstakliga
væl lýddur í Vági, sigur
hann.
Sjálvur treivst Aivaras
Daugis eisini sera væl í
Vági og ímillum vágbingar
og hann kendi hvørt
mansbarn.
So væl treivst hann,
at hann í eini blaðgrein
kallaði Vág fyri sítt annað
heim.
Eisini
sum
venjari
hevur Bogi bara alt gott
at bera honum.
- Hann var ein sera
góður
og
nærlagdur
venjari, sum fór eftir
úrslitinum. Hann dugdi
sera væl at lesa spælið
og hevði gott taktiskt
forstáilsi.
Hann
dugdi
eisini
ómetaliga væl at fara
við
spælaranum
og
megnaði altíð at fáa tað
besta burtur úr hvørjum
einstøkum spælara.
Bogi Mortensen sigur,
at sum hann hevur skilt,
komu
deyðsboðini
av
Aivaras
Daugis
eisini
sera dátt við hjá hansara
næstringum,
tí
hann
hevur ikki verið sjúkur.
- Hann hevði verið
eitt sindur illa tilpass
um vikuskiftið, men var
farin at ganga sær ein
túr í gjáramorgunin, tá
ið hann brádliga small
deyður niður.
Hann
giftust
fyri
nøkrum fáum árum síðani
og eftir hann sita kona og
tvey børn, sum eru fimm
og tvey ára gomul.
Kendur VB Venjari
Brádliga deyður
Áki Bertholdsen
– Alt steðgaði upp í Vági í
gjár.
Egil Steintórsson, for-
mað ur í hondbóltsdeildini
hjá VB, sigur, at tað kom
ómetaliga dátt við, tá ið tey
í gjár fingu deyðsboðini av
Aivaras Daugis, úr Litavia,
sum er vælkendur venjari
hjá felagnum í Vági.
Hann var í bestu árum,
nú hann doyði, tí hann var
bara 39 ára gamal.
Hann hevur áður ver-
ið venjari hjá VB í eini
fýra ár og onkur av hesi
árinunum gjørdi hann
felagið til besta lið í land-
inum við tað, at tey vunnu
bæði
FM
og
steypa-
kappingina.
Eftir ein steðg kom
hann aftur til Vágs í vár
og var venjari hjá VB
teir síðstu dyst irnar í
undanfarnu kapp ing við
tí fyri eyga at halda fram
í starvinum hetta kapp-
ingarárið.
Hann skuldi sostatt
koma aftur til Vágs í
næsta mánað at verða
venjari hjá VB í vetur og
við sær skuldi hann hava
tveir leikarar.
Stórur missur
Egil Steintórsson sigur, at
í løtuni dugir hann ikki
at siga, hvat VB nú fer at
gera og hann veit heldur
ikki,
um
spælararnir,
koma kortini.
Men støðan altso tann
beint nú, at VB hevur ong-
an venjara í vetur.
– Tá ið tann ringasti
skelkurin hevur lagt seg
um nakrar dagar, fara vit
í VB at tosa saman um,
hvat vit nú skulu gera.
Men hann staðfestir,
at tað er ein stórur missur
fyri VB, at Aivaras Daugis
er farin.
– Hann hevur gjørt
eitt
kanónarbeiði
fyri
VB sigur hann og leggur
afturat, at tað eru eisini
nógvir av teimum ungu
spælarunum í dag, sum
fyri ein heilt stóran part
kunnu takka honum fyri
tað, teir duga á vøllinum,
sigur hann.
aki@sosialurin.fo
Andlát
Tað kom ómetaliga dátt við í Vági í gjár, tá
ið tey frættu, at dugnaliga og sera væl lýddi
hondbóltsvenjari teirra, var brádliga deyður
Andlát Tað er ein
stórur missur hjá
VB, at dugnaligi
venjarin, sum
gjørdi kvinnuliðið
til besta liðið í
Føroyum eitt skifti
og sum aftur skuldi
venja liðið aftur í
ár, brádliga doyði í
gjár í bestu árum