Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juli 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Ólavsøka 2010 – Ókeypis blað frá Sosialinum Ingi Sørensen var fyrr kendur sum tón­ leikari, trailaraførari og havnarmynd. Seinnu árini hevur stilli verið kring Inga, sum um framt at arbeiða sum lívbjargari í svimji hyl inum í Havn, eisini er vinnukavari. Og hann er nógv undir vatnskorpuni, har hann ser liga hevur gjørt vart við seg sum ein sera dugnaligur myndamaður, ið tekur mynd ir av havdjórum og plantum. Men Ingi kom aftur undan kavi. Og tað gjørdi hann við manér, og nú kenna øll Inga Sørensen. Fólksins Rødd setti veru­ liga havnar mannin á breddan, og fólk – kanska serliga bygdafólk – høvdu úr at gera við at kjakast um Inga, og hansara ber søgnu út søgnir um barnauppaling, og ikki minst Havnina og bygdirnar. Klaks vík­ ingar tóku enntá og leiktu Inga í norðoya­ stevnuteitinum í ár, Øska á Lakkinum, har teir leiktu hendan mannin, ið hevði sítt egna »inga­mál«. Børnini – Tað fyrsta, eg hugsi um, tá tú sigur ólav­ søka, er at býurin er fullur av fólki. Og tað er fan tastiska deiligt at ganga oman og nið­ an og hitta fólk, sigur Ingi Sørensen. – Men ólavsøkan er fyri børnini, og har hugsi eg um, at tað er ikki rætt at merg súgva børnini við øllum teim mongu og dýru til­ boðunum, so sum hoppiborgir og annað. Og hoppiborgirnar eru ikki vandaleysar held ur, sigur Ingi. – Børnini áttu at sloppið bíligari á ólav­ søku. Foreldur mugu siga, at børnini fáa bara so og so nógv, tí alt er so kostnaðarmikið. Ólavsøkan er stutt sagt ov handilslig, men har veit eg, at borgarstjórin hevur arbeitt við hesum spurninginum, so kanska er vón fyri framman, metur Ingi Sørensen. Sjálvur hevur hann í nøkur ár saknað at síggja kappróðurin av bryggjukantinum saman við øllum teim føroyingum, ið har savnast. Ingi hevur nevniliga í nøkur ár verið froskmaður undir kappróðrinum og hevur ligið á vágni og upplivað ólav søku­ kappróður. Ingi fegnast tó um, at fólk uppføra seg betri á ólavsøku nú, í mun til fyrr. – Fyrr gingu menn skít á ólavsøku, men hetta sær ein næstan ikki longur. Vit eru blivin meira búgvin, heldur Ingi Sørensen. Bygdafólk vælkomin Men Ingi Sørensen letur ongan iva valda um, at bygdafólk eru vælkomin til Havnar á ólavsøku. – Eg eri Havnarmaður við stórum H, men hatta við bygdamonnum í sjónvarps­ sendingini er sjálvsagt bara skemt. Men hinvegin er tað ikki skemt, tá tosað verður um politikarar og at flyta stovnar út á bygd, stað festir Ingi Sørensen. – Eg eri ímóti at flyta almennar stovnar á bygd, og tað er ikki rætt at flyta ymiskt úr Havn. Tað kann ikki vera rætt at pilka burturav høvuðsstaðnum, at petta alt sundur, ella sum eg segði í sendingini; at flyta 1000 havnarmenn fyri at skapa nøkur arbeiðspláss á bygd. Hetta snýr seg í veru­ leikanum um politikarar í Havn, sum ikki hava rygg, men heldur logra við halanum, sigur Ingi Sørensen. – Eg eri ikki fyri at flyta almennar stovnar út á bygd, yvirhøvur ikki, men um tað loysur seg, kunnu bygdirnar fáa deildir av stovnum, sum eru teimum viðkomandi. Ongin Havnarmaður skal noyðast út á bygd at gera síni ørindi, sigur Ingi Sørensen Bygdir í kuvøsutilstandi – Tað snýr seg um, at finnast má uppá okk urt nýtt á bygd, heldur enn at fyta ym­ iskt úr Havnini. Okkurt nýtt má skapast á bygd, ið ber seg. Annað setir bygdirnar í kuvøsutilstand, og tær fáa andahjálp. Tað er ikki rætt at flyta alt úr Havn. Hetta ger bygdirnar til bistandsklientar, ið fáa anda­ hjalp, metir Ingi Sørensen, sum torir at siga sína hjartans meining, og sum ilskast inn á, at føroyingar ikki tora at siga sína meining. – Tað er so typiskt føroyskt, at fólk ikki tora at siga sína meining. Og alt hetta við bygdamenning, ...ja, eg veit ikki, men eg haldi, at rættast er at skapa okkurt nýtt á bygd, heldur enn at flyta ymiskt úr Havn, sigur Ingi Sørensen. Óbeskriviliga góð Sum havnarmaður gleðir Ingi seg til ólav­ søku. – Eg havi nógv sera góð minnir frá bygdastevnum fyrr í tíðini. Fólk á bygd vóru sera blíð og vinarlig ímóti okkum havnarungdómum, tað vóru tíðir! Nú eru alt ov nógvar stevnur, og tað má vera sera strævið, at vera kappróðrarfólk í 2010, metir Ingi Sørensen. – Ólavsøkan er fyri allar føroyingar. Men veðrið hevur nógv at siga. Men tá veðrið er gott, so er ólavsøkan óbeskriviliga góð. Og bygdafólk eru meira enn vælkomin til Havnar á ólavsøku. Og tað sama er galdandi fyri útlendingar, sigur Ingi Sørensen. Bygdafólk vælkomin til Havnar á ólavsøku Bygdirnar eru sum bistandsklientar, og tað er ikki rætt at geva teimum andahjálp, metir bersøgni havnarmaðurin Ingi Sørensen. Hann gjørdist landskendur, tá hann luttók í sjónvarpsrøðini Fólksins Rødd, har hann førdi seg fram sum havnarmann við sterkum meiningum um bygdirnar og bygdamenning. Men Ingi letur ongan iva vera um, at bæði bygdafólk og útlendingar eru vælkomin til Havnar á ólavsøku Tað er ikki rætt at flyta alt úr Havn. Hetta ger bygdirnar til bistandsklientar, ið fáa andahjalp. Mynd: Símun J. Hansen Dagfinn Olsen