mánadagur 19. juli 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. juli · Nr. 109
10
Sosialurin
Leo Poulsen
Viberg Sørensen hevur í
longri tíð gingið við tankan
um um ein eftirskúla, sum
partvíst skal takast á landi
og partvíst umborð á einnum
skúlaskipi.
– Vit hava ein stóran
trupulleika í landinum við tað,
at ungdómurin ikki sleppur
til arbeiðis, tá hann fer úr
fólkaskúlanum. So í staðin
fyri at trilla tummilfingrar
ella spæla telduspøl, kundi
ungdómurin passandi farið
á hendan eftirskúlan, har
tey fáa virðismiklan lærdóm,
sum tey kunnu taka við sær
víðari í lívinum, sigur Viberg
Sørensen.
Hann hevur gjørt sær tann
ómak at verið niðri í Hollandi
og hugt eftir einari skonnart,
ið er sum skraddaraseymað
til endamálið.
– Hetta er ein 35 metrar
long skonnart, innrættað við
23 koyggjum í 10 kahyttum
við tveimum og trimum
koyggjum í hvørjari. Pláss er
tí fyri umleið 20 næmingum
umframt einari manning
á seks mans, sigur Viberg
Sørensen.
Hann hugsar sær, at skipið
kundi farið úr Føroyum og
siglt niður til kanarisku
oyggjarnar, har lagt var at
landi í ymsu londunum á
vegnum.
– So kundu næmingarnir
fingið undirvísing á veg
niður,
samstundis
sum
teir kundu lært um ymsu
londini á vegnum, mentan
og liviumstøður. Og meðan
fyrra
liðið
siglir
niður
gjøgnum
Vestureuropa,
kundi aðrir 20 næmingar
gingið á eftirskúla á landi,
sigur Viberg Sørensen.
Tá so líður fram móti jólum,
og skipið er komið niður
til
kanarisku
oyggjarnar,
fóru tey í land har og flugu
heim aftur til Føroya, meðan
flokkurin, sum hevur gingið
á eftirskúla heima í Føroyum
eftir nýggjár fer niður til
kanarisku
oyggjarnar
og
sigla skipið heim aftur.
– Á tann hátt siglir skipið
altíð í hampiligum veðri, har
niðri um veturin og á okkara
leiðum um summarið, sigur
Viberg Sørensen.
Virðismikil lærdómur
Formaðurin í Reiðarafelag
num heldur, at á henda hátt
ber til at fanga ein stóran
part av ungdóminum, áðrenn
hann rótar seg út í nakað
annað.
–
Situr
ungdómurin
framman fyri skíggjan og
spælir á teldu, vendir hann
skjótt nátt til dag, samstundis
sum hann gerst ósosialur,
sigur Viberg Sørensen.
Hann vísir á, at onga aðra
staðni fæst eitt meiri sosialt
samanhald, enn umborð á
skipi.
– Á einum slíkum skúla
skipi lærir tú at halda teg
til tíðina. Skal tú loysa av
klokkan 12, so merkir tað
klokkan 12 og ikki tíggju
minuttir yvir. Tú lærir eis
ini at arbeiða saman í ein
um toymi, og svíkir tú tína
ábyrgd, gongur tað ikki
bara út yvir teg, men út
yvir alt toymið, sigur Viberg
Sørensen.
Ungdómurin verður moti
veraður og fær samstundis
víðkað sjónarringin munandi
á túrinum niður gjøgnum
Europa ella upp aftur. Hann
lærir um nýggj lond og um
aðrar siðir.
– Eg hugsi mær til, at
tað verður ein skipari, ein
stýrimaður, ein motorpassari,
ein kokkur, og so ein ella tveir
dekkarar, sum samstundis
kundu
verið
lærarar
og
undirvíst næmingunum um
borð, sigur Viberg Sørensen.
Ungdómurin
hevði
tá
staðið munandi betri brynj
aður at møtt gerandisdegnum
úti á arbeiðsmarknaðinum.
Skúlaverkið við
Viberg
Sørensen
hevur
brúkt nógva tíð og orku upp
á hesa verkætlanina, men
hóast hann møtir mongum
positivum
reaktiónum
á
vegnum, so tykist hann
renna høvdið í múrin hjá
myndugleikunum.
– Eg bar upp á mál fyri
kommununi her suðuri á
Tvøroyri at nýta Hvítanes
sum basu á landi, men har
var eingin áhugi. Somuleiðis
havi eg gjørt eina power
point framløgu, sum eg
havi lagt fyri embætisfólk
í Mentamálaráðnum, men
heldur ikki haðani havi eg
frætt eitt orð aftur, sigur
Viberg Sørensen.
Hann er greiður um tær
ætlanir, sum við jøvnum
millumbili eru uppi at venda
í sambandi við ein eftirskúla
í
Hvalba,
men
hendar
verkætlanin hevur sum so
einki við Hvalbiarætlanina
at gera.
– Hetta eru tvær full
komiliga ymiskar ætlanir,
og onnur nýtist ikki at
forða fyri hinari. Tað nýtist
bert hølir til 20 næmingar,
hinir 20 skulu jú verða
umborð á skúlaskipinum,
og tað skuldi verið púra
náttúrligt, at Føroyar sum
ein siglandi tjóð eigur eitt
skúlaskip. Vit hava kanska
ikki ráð til stór og flott skip
sum skúlaskipið Danmark,
ella Georg Stage, men tað
finnast fleiri nýtilig skip,
sum eru skraddaraseymað
til endamálið, til dømis hetta
hollendska
skipið,
sigur
Viberg Sørensen.
Hann sigur tó, at neyðut
er, at skúlaverkið er við í
verkætlanini so ella so.
– Eftir lokna eftirskúla
útbúgving kundu næming
arnir so fingið eitt prógv av
onkrum slag, samstundis
sum tíðina eisini taldi við
sum siglingstíð, sigur Viberg
Sørensen.
Forarbeiðið er gjørt, og
verkætlanin kann fara í
gongd næstan frá degi til
dags. Tað einasta, ið manglar,
er at myndugleikarnir taka
eina avgerð.
leo@sosialurin.fo
Skúlaskip til eina siglandi tjóð
- Tað er ov galið, at Føroyar sum ein siglandi tjóð ikki hevur so frægt sum eitt skúlaskip. Ein kombinatión
av eftirskúla umborð á einum skúlaskipi og á landi hevði givið ungdóminum eina virðismikla barlast,
sum samstundis kundi talt sum siglingstíð, sigur Viberg Sørensen, formaður í Reiðarafelagnum
Viberg Sørensen hevur leingi gingið við tankanum
um at útvega eitt skúlaskip. Sum siglandi tjóð er tað
nærmast skomm, at vit ikki eiga eitt skúlaskip
Hetta er skonnartin, sum Viberg Sørensen
hevur verið í Hollandi og hugt eftir. Hon
er sera væl egnað sum skúlaskip