mánadagur 19. juli 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 Ólavsøka 2010
– Ókeypis blað frá Sosialinum
Ólavsøkan bíðar fyri framman, og ein mað
ur, sum hevur stóra uppgávu, er løg mað ur,
sum skal halda ólavsøkurøðuna, har polit
iska støðan verður gjørd upp og ætlanir
fyri komandi ár verða lagdar fram.
Kaj Leo Johanensen skal í ár halda sína
aðru ólavsøkurøðu, og hann heldur, at hon
verð ur lættari at halda, enn tann fyrsta
var.
– Optimisman, sum hevur verið, sæst nú
aftur í tølunum, og tað er munandi lættari
at halda ólavsøkurøðuna í ár, enn tað var í
fjør. Tá peikaði alt niður eftir, bæði hjá okk
um og londunum rundan um okkum, men
nú er vend komin í, og vit eru á veg upp
aftur, heldur Kaj Leo Johannesen.
– Fyri einum ári síðani skuldu vit fóta
okkum í einari støðu, har stórt trýst var
á alla skipanina, og tað var nervøsitetur
um, hvat fór at henda. Røddir vóru eisini
frammi um, at tað almenna skuldi spara
nógv ar milliónir, summi nevndu 400 ella
600 milliónir krónur, men eg eri sera fegin
um, at vit ikki framdu umfatandi spar ingar.
Tað hevði verið ein vanlukka fyri sam
felagið, um vit høvdu høgt bremsirnar í, tá
kreppan var upp á tað ringasta.
Meirinntøkur til at minka hall
ABC samgongan ætlar at steðga vøkstrinum
í almennu útreiðslunun, og tað merkir í
prin sippinum, at tað skal sparast. Er vandi
tí ikki fyri, at tølini aftur fara peika skeiva
vegin, tá tað almenna skal fremja sparingar
í al menna rakstrinum fyri 2010.
– Vit hava sagt, at tað skal kosta tað
sama at reka tað almenna í 2010, sum tað
hev ur gjørt í ár. Vit royna nevniliga at ansa
eftir, at vit ikki spara ov ógvusliga í hesum
tíðum. Útgangsstøðan fyri einari fíggjarlóg
man sjáldan hava verið so góð, sum hon er
hon. Vit hava ásett fíggjarkarmarnar, og
øll landsstýrisfólkini vita, hvussu nógvar
pengar tey hava at ráða yvir.
– Ein krepputíð ger, at tú passar enn
betri upp á pengarnar, sum tú hevur at
ráða yvir, og fyri tað almenna merkir tað
rationaliseringar, og at vit sleppa undan
dupultfunktiónum. Vit hava ikki ráð at
hava dupultfunktiónir í føroyska sam fel
agnum.
Hóast inntøkurnar hjá tí almenna vuksu
í fyrra hálvári, verða fíggjarkarmarnir teir,
sum vórðu lagdir fyrr í ár.
– Meirinntøkurnar, sum koma í kassan,
skulu brúkast til at minka um hallið. Tað
kann væl verða, at tað kemur størri trýst
á tað almenna um at brúka meira pengar,
nú inn tøkurnar vaksa, men vit skulu
halda okk um til tann fíggjarkarm, sum
er lagd ur fyri komandi ár, sigur Kaj Leo
Johannesen.
Stríðið er í miðlunum
ABC samgongan hevur verið merkt av nógv
ósemjum millum samgongufólk, men hetta
er ikki nakað, sum nervar løgmann nakað
serligt.
– Stríðið millum fólk í anstøðuni tykist
verða harðari í teimum stóru yvir skrift
unum í fjølmiðlunum, enn eg upplivi tað
innanhýsis, og eg kann bara staðfesta, at
tá ið tey stóru málini hava verið fyri í løg
ting inum, hevur stórur meiriluti verið fyri
teimum, sigur Kaj Leo Johannesen.
– Men tað sigur seg eitt sindur sjálvt, at
tá ið stórt trýst er á politikarar og skip an
ina, so er eisini nervøsitetur og stress hjá
summum, og tá uppliva vit, at summir
politikarar kenna seg noyddan at fara út
al ment og royna at gera seg populerar upp
á bekostning av øðrum. Hetta er ofta somu
politikarar, sum hava verið við í viðgerðini
av málum og hava atkvøtt fyri teimum, og
eg haldi, at fólk gjøgnumskoða slíkt.
– Andstøðan roynir sjálvsagt at føra
fram, at vit fáa einki burtur úr, men seinasta
veljarakanningini vísti, at samgongan gekk
fram við fleiri mandatum, og tá vildi eg
mett, at fólk halda, at vit hava gjørt okkurt
rætt, sigur Kaj Leo Johannesen.
Ólavsøkan skal eisini haldast
Hóast Kaj Leo Johannesen nú er Føroya
løg maður, roynir hann eisini at halda ólav
søkuna.
– Ólavsøkuhaldið broytist við aldrinum.
Í nógv ár setti ítrótturin dám á mína ólav
søku. Eftir at eg havi fingið familju, hava
vit ikki minst hugsa um, at børnini fáa eina
góða ólavsøku, og nú eg eri løgmaður fylgja
eisini nakrar skyldur við.
– Tað er ein stór og týdningarmikil upp
gáva at halda ólavsøkurøðuna, og hetta er
ein søgulig løta við nógvum traditiónum.
– Mær dámar væl at ganga millum fólk
á ólavsøku, hóast tað kann taka sína tíð at
koma lítlan tein í býnum. Og eg má siga,
at fólk eru sera fyrikomandi og blíð, og eg
havi ongantíð merkt nakrar óbehagiligitir á
ólavsøku, sigur Kaj Leo Johannesen.
Lættari at halda
ólavsøkurøðu í ár
– Fyri einum ári síðani skuldu vit fóta okkum í einari støðu, har stórt
trýst var á alla skipanina, og tað var nervøsitetur um, hvat fór at henda,
sigur Kaj Leo Johannesen. Hann heldur, at vend nú er komin í búskapin,
og tað ger tað lættari hjá honum at halda sína ólavsøkurøðu
– Mær dámar væl at ganga millum fólk á
ólavsøku, hóast tað kann taka sína tíð at koma
lítlan tein í býnum. Og eg má siga, at fólk eru
sera fyrikomandi og blíð, og eg havi ongantíð
merkt nakrar óbehagiligitir á ólavsøku, sigur
Kaj Leo Johannesen, løgmaður, sum hevur roynt
at hildið eitt sindur frí upp undir ólavsøku
Mynd: Eyðun Klakstein
Eyðun Klakstein