Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juli 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 19. juli · Nr. 109 Sosialurin Leo Poulsen Ein av teimum lutfalsliga fáu, ið hava hoyrt um verk­ ætlanina, sum Viberg Søren­ sen hevur fingist við, er Bergtóra Høgnadóttir Joen­ sen, ið er útbúgvin sosialráð­ gevi og hevur fingist nógv við ungdómsarbeiðsloysi bæði í Danmark og Føroyum. Eg haldi, at hendan verk­ ætlanin ljóðar ógvuliga spennandi, og er avgjørt eitt gott og alternativt tilboð tey ungu. Serliga hjá teim­ um ungu undir 18 ár eru til­ boðini fá, og hóast arbeitt verður við einum eftirskúla, nýtist annað ikki at forða fyri hinum, sigur Bergtóra Høgnadóttir Joensen. Ung undir 18 ár, sum ikki hava verið á arbeiðs­ marknaðinum, síggjast ikki aftur í hagtølunum yvir ung­ dómsarbeiðsloysi. Og júst í hesum aldursbólkinum ivast mong í, hvørja lívsleið tey skulu ganga. Tá er ein slíkur eftirskúli, har helmingurin fer fram á landi og hin umborð á einum skúlaskipi ógvuliga appell­ erandi til bæði dreingir og gentur, heldur Bergtóra Høgnadóttir Joensen. Hon heldur eisini, at tað er ov galið, at vit sum siglandi tjóð ikki eiga eitt skúlaskip. Tað átti at verið sjálv­ sagt og føroyingar eiga eitt skúlaskip. Tað eru jú fleiri ung, sum fara av landinum, bæði á eftirskúla og umborð á skúlaskip í øðrum londum, serliga Danmark. Tey áttu at fingið tann møguleikan í Føroyum, sigur Bergtóra Høgnadóttir Joensen. Ríkar royndir Vit síggja dag og dagliga, at gentur og kvinnur í alt størri mun koma inn á arbeiðsmarknaðir, sum fyrr vóru totalt mannfólkastørv. Og tí ivast Bergtóra heldur ikki í, at eitt tilboð um ein slíkan eftirskúla, har partur fer fram umborð á skúlaskipi, eisini fer at appellera til gentur. Føroyingar hava gott brand sum sjófarandi fólk, og við einum skúlaskipi høvdu vit lættligga kunna varðveitt góða orðið, sum føroyingar hava sum sjómenn, sigur Berg­ tóra Høgnadóttir Joensen. Hon vil fegin stuðla undir verkætlanina, men vísir samstundis á, at tað er sera trupult hjá andstøðuni at fáa nakað ígjøgnum, sum kostar pengar. Og nøkur oyru kostar ein slík verkætlan, tí hóast skipið er rímiliga bíligt at útvega, skal tað haldast, eins og ein manning eisini skal lønast. Men vinningurin við einum slíkum eftirskúla verður uttan iva ríkiliga uppvigaður. Mær tykir hetta vera eina verkætlan, sum kann setast í verk rímiliga skjótt, og eg ætli mær at taka tað upp á floksfundi, tá summarfrítíðin fer at halla og politiska arbeiðið byrjar aftur. Ætlanin er stak spennandi, og eitt land sum Føroyar eiga undir øllum umstøðum at eiga eitt skúlaskip, sigur Bergtóra Høgnadóttir Joensen. leo@sosialurin.fo Sjálvandi skúlaskip Tilboðini til ung í júst tí aldrinum undir 18 ár eru ólgvuliga avmarkað, og sum ein siglandi tjóð er tað sjálvsagt, at vit skulu hava eitt skúlaskip, sigur Bergtóra Høgnadóttir Joensen, sum hevur drúgvar royndir innan ungdómsarbeiðsloysi Leo Poulsen Tá Ternan byrjaði at røkja farleiðina um Nóls­ oyarfjørð, byrjaði eisini eitt nýtt tíðarskeið fyri nólsoyingar. Og mangir eru teir, ið hava nýtt høvið at flyta bilin út í oynna hesa tíðina. Av Strandferðsluni verður sagt, at Ternan í juni mánað flutti heilar 143 bilar um Nólsoyarfjørð. Meginparturin er sjálv­ andi vanligir persónbilar, men eisini onkur camp­ ingvognur hevur verið úti í oynni okkurt vikuskifti. Eisini er heintanin av ruski broytt. Fyrr vóru smáu bingjurnar fluttar inn til Havnar við Rituni og síðani tømdar har upp í ruskbilarnar. Nú koma ruskbilarnir út til Nólsoyar við Ternuni og tømir so ruskbingjurnar úti í Nólsoy. At tað er ein bilferja, ið nú røkir Nólsoyarleiðina letur upp fyri nógvum møguleikum. Eitt nú fingu nólsoyingar um vikuskiftið koyrt møblar til dyrnar, sum teir høvdu keypt frá Ide Møblum. Hetta bar serliga væl til, tí ein nólsoyingur arbeiðir hjá Ide Møblum, og kundi tí bara taka bilin fullan av vøru við út í vikuskifti. At Ternan nú siglir ber eisini aðrar møguleikar við sær, serliga tá hugsað verður um at flyta tilfar av alskyns slag út í oynna. Nú ber til dømis til hjá timburhandlum at flyta góðs til hús ella annað út í oynna uttan knossið við at lasta og lossa fleiri ferðir. Nógv fólk vitjar altíð úti í oynni, og nú ber til hjá teimum at taka bilin við út. So kunnu tey koyra upp á pláss við pakenillikunum, og harvið sleppa undan at dragsa soviposar og havt tað nú kann vera. Hagtølini vísa, at Ternen í juni flutti 143 bilar um fjørðin, men helst verður tað talið størri fyri juli. Bert ta einu vikuna í juli førdi Ternan 49 bilar út til Nólsoyar, og heldur tað miðaltalið, fer samlaði bilaflutningurin upp um 200. So tað má sanniliga sigast, at talan er um broyttar tíðir. leo@sosialurin.fo Broyttar tíðir Síðani Ternan byrjaði at røkja siglingina um Nólsoyarfjørð, eru bilar ein daglig sjón í oynni. Í juni mánað flutti Ternan 143 bilar um fjørðin Ternan flutti í juni mánað 143 bilar um Nólsoyarfjørð Mynd: Leo Poulsen Bergtóra Høgnadóttir Joensen hevur drúgvar royndir við ungdóms arbeiðsloysi, og hon heldur, at hugskotið hjá Viberg Sørensen er sera gott og eigur at verða framt í verki