mánadagur 19. juli 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 19. juli · Nr. 109
Sosialurin
Kjak
Lat meg beinanvegin siga,
at eg dugi ikki at definera
dygdarlist og dugi helst líka
illa sum tey flestu at gera
mun á dygdarlist, vánalist og
ítrivslist ella handverkslist.
Men hinvegin havi eg valt at
hyggja og uppliva við tolsemi
og eyðmjúkleika, uttan at
vera fordømandi.
Eg skal tí als ikki leggja
meg út í at definera list. Fyri
mær er list fyrst og fremst ein
spurningur um persónliga
uppfatan og uppliving, um
við tolsemi at loyva sær at
granska tað nýggja, og annars
sum politikkari at vera við til
at skapa listini teir neyðugu
karmarnar, so listin sovítt
møguligt kann hava fríar
teymar og ein nátúrligan
útvikling og vøkstur.
Harmur um
niðurgerðing
Tað harmar meg almikið at
lesa slíka niðurgerðing sum
hesa. Serliga tá spurningur
verður settur við kommunalu
raðfestingarnar og gjøldur
verður gjørdur burturúr tí
kunnleika, kommunan byggir
sínar raðfestingar á.
Vitandi, at føroysk list
ikki bara snýr seg um at
koma á almennu ella komm
unalu
fíggjarlógina,
so
er Tórshavnar kommuna
kortini
rættiliga
langt
frammi í skónum, tá tað
snýr seg um at skapa listini
best møguligu umstøðurnar.
Kommunan letur t.d. 1,5% av
byggikostnaðinum av øllum
nýggjum
kommunalum
bygn ingum beinleiðis til list.
Kommunan
umsitur
um framt ein heilan hóp av
stovnum, ið verða listprýddir
á ymsan hátt, játtar studning
til feløg og einstaklingar,
listprýðir allar kommunalar
bygningar,
skipar
fyri
listaframsýningum í Snar
skivuni, Smiðjuni í Lítluvík
og í Müllers pakkhúsi, stuðlar
bóka og tónleikaútgávum,
umsitir grunnar og legatir og
veitir mentanarvirðislønir,
keypir
standmyndir
og
keyp ir árliga nógva list til
ymisk endamáli. Haraftrat
hevur kommunan brúkt og
brúkar stórar upphæddir til
at varðveita søguliga list.
Fjølbroytt ráðgeving
Gjøgnum árini hevur komm
unan havt hópin av fólki
sum ráðgevar. Seinastu trý
árini hevur kommunan havt
ein listabólk, sum ar beiðir
eftir samtyktari reglu gerð.
Í bólkinum sita býar arki
tekturin, listarligi leiðarin á
Listasavni Føroya og leiðarin
á
Mentamáladeildini
hjá
kommununi, sum hevur um
sitið slík mál í 25 ár. Hesin
bólkur hevur víðar heimildir,
hann kann velja ávís listafólk
út ella bjóða kommunal
arbeiði alment út. Bólkurin
hevur gjørt bæði.
Umframt
at
lista bólk
ur in arbeiðir undir menta
máladeildini, so samskiftir
og samstarvar hann við
ráðgevar
innan
byggilist
og list, og er tørvur á ser
kunnleika til ávís mál, so
verður
tílíkur
kunnleiki
útveg aður. Og tað er galdandi
fyri allar slíkar kommunalar
avgerðir. So at skuldseta
kommununa fyri at byggja
rað festingar
á
vantandi
kunn leika, er at vanvirða ein
fjølbroyttan hóp av verandi
kunnleika innan byggilist,
list og løgfrøði, sum hava
ráðgivið í ótaldum málum av
hesum slag.
Ætli mær ikki út í eitt kjak
við Kinnu Poulsen um hesi
viðurskifti annars. Eg skal
heldur
ikki
geva
Kinnu
Poulsen ráð um myndlist,
tó vil eg heita á hana, næstu
ferð hon skrivar ummæli,
at ummæla listina og ikki
persónarnar.
Um undrunarverdu raðfestingar
kommununar av »dygdarlist«
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Seinnu árini hava verið
merkt av knappligum kunn
gerðum um, at størv og
stovnar flyta úr eini oyggj í
aðra. Landsstýrisfólk flyta
stovnar – og av berari tilvild
enda teir har, sum tey sjálvi
ætla sær atkvøður. Seinast
var eitt starv niðurlagt í
Havn og trý størv stovnað í
Suðri – samlaða umsitingin
veksur,
tí
samraksturin
verð ur burtur. Tann frálíki
arbeiðs marknaðardepilin,
sum partarnir á arbeiðs
markn aðinum vildu víðka
út frá góðu royndunum
við ALS, ja hann minkar í
staðin; synergi og samstarv
mugu víkja, tí onkur kemur
í tankar um at hava gloymt
sína føðioyggj.
Eftirskúli í Suðuroy
Framburðssinnaði poli tikk
urin hjá Sjálvstýrisflokkinum
hevði ført heilt annan politikk
við sær. Suðuroyggin hevði
fingið nógv fleiri og betri
størv.
Sjálvstýrisflokkurin
hevur gingið á odda at skipa
eftirskúla í Suðri. Føroyingar
fylla í løtuni fleiri skúlar í
Danmark. Við næmingunum
fara bæði skúlagjøld, lumma
pengar – og fleiri góð størv.
Føroyingar í
føroysk fongsul
Vit hava eisini víst á, at tað er
mannminkandi at føroyskir
fangar sita í fongsli í Dan
mark. Bæði fyri virðiligu við
ferðina av teimum og teirra
avvarðandi – og eisini fyri
størvini – eiga vit at skipa
fongsul í Føroyum. Tíðin, tá
ið fangar vóru sendir um hav,
er endað alla aðrastaðni enn
her hjá okkum.
Fleiri útbúgvingar
í Føroyum
Einamest vilja vit tó hava
útbúgvingarnar heim. Bjóða
vit allar vanligar útbúgvingar
og eftirútbúgvingar út í
Føroyum, fáa vit fleiri út
búgv in fólk, men vit fáa
eisini betur útbúgvin fólk
eftir føroyskum fortreytum.
Vit varðveita størri part
av
teimum
útbúnu,
vit
fáa fleiri kundar og fleiri
starvsfólk í tænastuvinnum,
vit fáa fleiri starvsfólk í
útbúgvingarvinnu og av
leiddum vinnum.
Flytið størv heim!
Vit eru sannførd um, at
liberalur fram burðs poli tikk
ur er betri: at flyta størvini
úr útlandinum og heim til
Føroya, heldur enn hetta
óvirðiliga stríðið at nápa
nøkur hissini størv frá hvør
øðrum.
Flytið tey heim!
Heðin D. Poulsen,
Kristina Toftegaard Larsen,
Karl A. Olsen og
Kári á Rógvi
valevni Sjálvstýrisfloksins
Herfyri hevði Kinna Poulsen ummæli um framsýning hjá Astri Luihn. Hetta var nú ikki so nógv eitt
ummæli, heldur ein niðurgerðing av nógvum av tí, hon persónliga ikki metir vera dygdarlist.
Fyri mær er list fyrst og
fremst ein spurningur um
persónliga uppfatan og
uppliving
Vitandi, at føroysk list ikki bara
snýr seg um at koma á almennu
ella kommunalu fíggjarlógina, so er
Tórshavnar kommuna kortini rættiliga
langt frammi í skónum, tá tað snýr
seg um at skapa listini best møguligu
umstøðurnar