mánadagur 19. juli 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 Ólavsøka 2010
– Ókeypis blað frá Sosialinum
Dagfinn Olsen
Tað er gott lag í Sjónleikarhúsinum í Havn
hendan dagin fyrst í juli, tá vit vitja inn
ar. Farteldur og kaffi er á borðinum, og
kring borðið sita seks ungar kvinnur. Ung
ar eru tær, hóast tvey ár eldri, enn tá tær
fyri tveimum árum síðani eisini tóku sær
av kabarettini. Hetta var tá fyrstu ferð at
einans kvinnur stóðu á pallinum við Ólav
søku kabarett ini, og fleiri áskoðarar stúrdu
fyri úrslitinum. Hjá flestu teirra var óttin
tó ógrundaður, tí allar sýningarnar vóru
út seld ar og tær fingu salin at kóka kvøld
eft ir kvøld.
Vit hava roynt hetta áður, men tað
ger ikki avbjóðingina minni. Krøvini frá
áskoðara num eru høg, og tey vilja vit liva
upp til. Vit eru blivnar tvey ár eldri, og tað
djarv ari. Vit hava sjálvsagt eisini nakað at
liva upp til, bæði við kabarettini í 2008, og
okk ara persónligu krøvum um nýskapan,
siga kabarettkvinnurnar.
Í fjør var ongin kabarett á Ólavsøku.
Eingin kabarettbólkur helt seg framat
á Ólav søku í fjør, og sjálvar høvdu vit av
gjørt ikki at gera hana aftur longu árið
eft ir. Men vit hildu tað vera spell at eingin
kaba rett var í fjør, so tá vit hittust til eina
veitslu á jólum avgjørdu vit, at vit skuldu
seta kabarettina upp aftur nú í summar,
siga kabarettkvinnurnar.
Tað, sum sermerkir kabarettina í ár
er sangur og dansur, og tann góði, gamli
cabaré stílurin kemur eisini til sín rætt.
Annars verður væl blandað millum ymsu
leikstílarnar og kreativiteturin blómar.
Vit blanda alt eitt sindur. Føroyingar
sum heild, politikarar og persónlig prik. Jú,
ávísir persónar verða eisini settir á pall.
Stuttligir føroyingar
Vit hava nógv tilfar at arbeiða við. Drotn
inga vitjan, stór hasjplantaga á Norðskála,
bumm gjald til Havnar, Immi og Elton og
mangt, mangt annað. Tá ein hevur verið
av landinum í eina tíð, kann ein lættliga
síggja Føroyar og føroyingar við øðrvísi
eyg um. Føroyingar eru sera stuttligir. Ser
liga náttúran í føroyinginum er stuttlig, er
ein meting hjá kvinnunum aftanfyri ólav
søku kabarettina í ár.
Vit hava vunnið nógv, um áskoðarin
kennir seg aftur í eini ávísari støðu og
hugs ar: “Hatta kundi verið eg ella heima
hjá okkum.” Sum sagt, so tora vit nú betur
at vísa okkara freku síður, enn vit gjørdu
seinast. Vit hava fingið at vita, at í nøkrum
førum kundu vit verið djarvari. Men spurn
ing ur in er eisini, hvat áskoðarafjøldin tolir.
Hóast vit vilja prika, so vilja vit eisini hava
áskoðararnar við okkum, siga kabarett
kvinn ur nar.
Vit eru komnar langt við skrivingini
og eru farnar á pallin. Á pallinum síggja vit
hvat skal vrakast og hvat skal pussast. Við
tí sjónleikatratitión, vit hava, eru vit greiðar
yvir at vit kunnu skapa góðsku. Vit eru
stutt ligar, men eisini kritiskar, siga ungu
damur nar í Sjónleikarhúsinum.
Tað kann verða ringt at vita undir
venjing hvat riggar og hvat ikki riggar,
tá ein áskoðarafjøld ikki er til staðar. Vit
minn ast afturá ymisk leikbrot, sum vóru
strik að av leikskránni seinast, men síðani
tik in uppaftur. Tað er henda gongdin, sum
vit eru í nú. Nú verður sáldað frá. Men ein
reyð an tráð vilja vit hava, samstundis sum
vit royna at fevna so víða sum gjørligt, ljóð
ar úr Sjónleikarhúsinum.
Tá vit royndu at fregnast, hvat ser
liga fer at merkja kabarettina í ár, eru tær
varnar við at lata ov nógv leka út.
Politik a rar fáa sítt, men vit leggja
sjálvsagt eftir Kring varpinum, tí har hava
tey megnað at spent bein fyri sær sjálvum.
Og nakrir av persónunum ella figurunum
frá sein as tu kabarettini eru við aftur í ár,
siga kvinn ur nar í Sjónleikarhúsinum.
Tað eru tú og eg, føroyingar sum heild,
sum standa fyri skotum, siga kabarett
kvinn ur nar.
dagfinn@sosialurin.fo
Kabarettin prikar
vanliga føroyingin
Fyri tveimum árum síðani tóku ungar kvinnur sær av Ólavsøkukabarettini.
Tær fara í ár aftur á pallin, enn prikandi, provokerandi og stuttligar,
og ikki minst siga tær seg vera tvey ár betri og búnari
Brot úr byrjunarsangi: “Oooohhhh
Føroyar eg elski teg, men Ohhhh
tú øsir meg Og alt títt fjas...”
Leikandi kvinnurnar í ársins ólavsøkukabarett eru: Durita Dahl Andreassen, Marita Svartá, Barbara Hentze í
Stórustovu, Rakul Thomsen, Mariann Hansen, Tjóðhild Patursson og Lisa Randi í Dali (vantar á myndini). Tónleikarar
í Ólavsøkukabarettini 2010 eru: Jan Jensen, Hilmar Kass Jacobsen, Bjartur Dal-Christiansen, Andreas Dalsgaard
Mynd: Jens Kristian Vang