Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juli 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 19. juli · Nr. 109 Sosialurin Sum liður í at gera Tórsgøtu til mentunargøtu í býnum sam an við Torginum í Vágs­ botni, verða nógv av ólav­ søku til tøk unum flutt long­ ur oman í býin, sigur Bogi Andreasen, sum er ein av fyriskiparunum av ólav søku­ tiltøkunum. Ólavsøkan byrjar við sjálv ari Ólavsøkukonsertini, á parkeringsøkinum yvirav Reinsarínum í Tórsgøtu, týs­ kvøldið 27. juni kl. 20. Sum partur av konsertini verður skipað fyri onkrari konsert á Reinsarínum í steðginum, eins og Underbeet, sum er eitt konsept við alternativum elektroniskum tónleiki, hev­ ur diskotek við Kasper Bjørke í Perluni. Á parkeringsøkinum í Tórs gøtu verður eisini okk­ urt fyri børnini báðar ólav­ søku dagarnar. Frá á midnátt 28. juli skip­ ar Undirbeat fyri diskoteki við JamesJames & Übernörd í Perluni. Í Perluni verður eisini Ævintýraferðin hjá Dánjali á Neystabø og Búa Dam við barnasjónleiki og tónleiki framførd frá 28. juli til og við 31. juli, allar dagarnar frá kl. 16­18. Á Tjóðpalli Før oya sýnir leikbólkurin Grugg leik in “Goym moralin til seinni”. Tvær sýningar verða ólav søkuaftan og tvær ólav­ søkudag, tann fyrra kl. 18 og tann seinna kl. 22. Nógv tiltøk verða eisini á Vaglinum. Eins og í fjør verður Tórspallur karmur um fleiri ymisk tónleikatiltøk, og í Tinghúsgarðinum verður kaffi og grillmatur at fáa. Á Skálatrøð skipar Tórs­ havnar Ítróttarrráð fyri ym iskum tónleikatiltøkum í teltinum. Eisini verða hoppi­ borgir, kaffisølu og nógv ym iskt annað. Umframt til tøkini á Skálatrøð hevur Tórs havnar Ítróttarrráð eis­ ini básar við Føroya Banka í Steinagøtu. mg Ólavsøkan longur oman í býin Umframt sjálvan miðbýin verða Tórsgøta, Vágsbotnur og Skálatrøð karmur um ein stóran part av ólavsøkuni í ár 2010 Bogi Andreasen Mynd: Birgir Waag Høgnesen Gullbrúdleyp Fríggjadagin 23. juli hava Hergerð og Eiler Samuelsen bakari Klaksvík gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í K.F.U.M & K í Klaks vík frá kl 19 har øll eru hjartaliga væl ­ komin. Gullbrúdleyp Tann 23. juli eru liðin 50 ár síðani Katrin og Alex Sólstein vórðu hjúnavígd í Klaks víkar kirkju. Tey eru burturstødd gullbrúd leyps dagin, tí saman við dreingjunum og familj­ um teirra endurtaka tey brúdleyps ferðina til Noregs fyri fimmti árum síðani. Silvurbrúdleyp Týsdagin 20. juli hava Malan og Jan Erik Klein Olsen, Klaksvík, silvurbrúdleyp. Opið hús heima á Hamar­ sniðið 20 frá kl. 17.00 Silvurbrúdleyp Týsdagin 17. august hava Jónleyg og Fríð álvur Blá­ hamar Vestmanna silvur­ brúd leyp. Dagurin verður hildin leygar dagin 21. august frá kl 12 til 18 í ítrottar høllini í Vestmanna. Tey, ið ynskja at gleð ast saman við okkum, verða vinaliga bið in um at siga frá innan 4. august á tlf 424407. 90 ára føðingardagur Leygardagin 24. juli heldur Elisabeth Olsen sín 90 ára føðingardag á Sand áar breyt 7. Tey, ið vilja heilsa upp á hana, eru hjartaliga væl­ komin millum kl. 11 og 15. 90 ára føðingardagur Mánadagi 26. juli verður Hanna Ziska, Klaksvík, 90 ár. Føðingardagurin verður hildin á Sjómansheiminum í Klaksvík kl. 18 sama dag. Tey, ið vilja heilsa upp á Honnu, eru hjartaliga vælkomin. 75 ára føðingardagur Mánadagin 19. juli fyllir Daniella Olsen, Hósvík, 75 ár. Dagurin verður hildin í bygdarhúsinum sunnudagin 18. juli frá kl 17. Øll eru hjartaliga vælkomin. 70 ára føðingardagur 23. juli fyllir Anna Glyvradal, Glyvrar, 70 ár. Vælkomst verður í sjókafeiini í Rúnavík 24. juli kl. 18. Merkisdagar