mánadagur 19. juli 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Ólavsøka 2010
Toybil tiðnar, tánar, ornar – bráðnar. Hetta
er heitið, sum Listafelag Føroya hevur sett
á Ólavsøkuframsýningina 2010.
- Tað sum eyðkennir hesi orð, er at hetta
er ein gongd, okkurt hendir. Tað kann vera
okkurt, sum broytir skap. Tað kann vera
veður lagið ella sinnið. Ein kann orna um
hjar t að, ella ein bráðnar við at hugsa um
okk urt ella onkran. Men hetta kann eittnú
eisi ni snúgva seg um veðurlagsbroytingar,
sum hava verið nógv frammi, sigur Malan
Marners dóttir, forkona í Listafelag Føroya.
Ymisk tøkni
Malan Marnersdóttir sigur, at nevndin
held ur tað vera spennandi at vita, hvat
mynd lista fólk fáa burturúr hesum.
- Øll snið og øll tøkni og hava áhuga og
spenn andi er eisini at vita, hvat nevndin
velur út og hvat fólka fara at halda um
fram sýn ingina, sigur forkonan í Listafelag
Før oya.
Eins og í fjør, so er tað nevndin í felag-
num, ið velur verkini, ið koma við á sýn ing-
ina, meðan tað eisini onnur ár hevur verið
so, at nevndin hevur heitt á fólk um at taka
sær av sýningini.
Gamalt og stórt felag
Listafelag Føroya er gamalt felag. Føroyskir
stud ent ar og útisetar settu felagið á stovn
í Keypmannahavn í 1941 við tí endamáli at
stuðla myndlistini. Tá seinna heimskríggj
end aði í 1945, var aftur samband millum
Dan mark og Føroyar, og listafólkini fluttu
heim til Føroya, og somuleiðis Listafelagið.
Fyrsta Ólavsøkuframsýningin var í 1948,
og síðani 1950 hevur hon verið fast hvørt ár.
Nevn ast kann eisini, at í 1955 varð skipað
fyri stórari ferðaframsýning við føroyskari
list, ið var í Danmark og Noreg.
Í byrjanini varð list víst fram í bank-
un um ella í Kommunuskúlanum í Havn.
Lista felag Føroya arbeiddi fyri at fáa lista-
savn og í 1970 lat Listaskálin, gamli partur,
upp. Hetta er nú 40 ár síðani.
Listafelagið rak Listaskálan. William
Heine sen var formaður og Janus Kam ban
dag lig ur leiðari, og seinni Bárður Jákups-
son.
Listafelagið gekk undan og arbeiddi fyri
at fáa ein almennan stovn. Í 1989 vórðu
almenna listasavnið, listasavnið hjá Lista-
felag num og Listaskálin samskipað í Lista-
savn Føroya.
- Endamálið hjá Listafelagnum er at vísa
list og at selja list. Felagið keypir list og let-
ur eisini stuðul til eittnú framsýningar ella
útgávur ella talan kann vera um ferða stuð-
ul. Skipað verður eisini fyri ymsum fyri
limunum, t.d. limakvøldum ella ferð um, har
listafólk fáa vitjan og limirnir sígg ja list. Long
siðvenja er fyri hesum í felag num, ið hevur
yvir 600 limir, sigur Malan Marnersdóttir.
Stórur listaáhugi
Malan Marnersdóttir sigur, at tað er huga-
ligt, at áhugin fyri myndlist er so stórur og
at ymisk tøkni verður nýtt.
- Fólk skriva sangir ella yrkja og geva út.
Og arkitektar hava vakt ans fyri, at hús og
al mennir bygningar gerast vakrari nú, enn
fyrr. Og myndlistin er eisini við nú, og tað
er sera spennandi at eygleiða, hvussu fólk
blanda ymsu miðlarnar og ta tøkni, sum er
tøk í dag, sigur Malan Marnersdóttir.
- Tað hava ongantíð verið so nógv fólk,
sum nú, ið fáast við list á ymsum stigum.
Tað er onki niðrandi í at sita við køksborðið
ella í kjallaranum ella aðrastaðni. Hjá
summ um stendst verulig list burturúr, utt-
an mun til, um gingið hevur verið nógv ella
lítið til frálæru, sigur Malan Marnersdóttir.
- Listafelagið er fyrst og fremst áhugað í
list og frøist um list og um, at tað er gróður
í føroyskari list, sigur Malan Marnersdóttir,
forkona í Listafelag Føroya.
Listafelag Føroya hevur nærum 70 ár á baki, men í felagnum fegnast tey um, at
ongantíð fáast so nógv fólk við list, og ongantíð hevur listaáhugin verið so stórur, sum
nú. Á Ólavsøku skipar Listafelag Føroya, sum so mangan, fyri ólavsøkuframsýning
Malan Marnersdóttir, forkona
í Listafelag Føroya, avmyndað
uttanfyri Listasavn Føroya
Mynd; Jens Kristian Vang
Dagfinn Olsen
Gróður í
føroyskari list
Fakta
Ólavsøkuframsýningin letur upp ólavsøkuaftan
klokkan 14:00 og hongur uppi til 8. august 2010.