Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juli 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. juli · Nr. 109 16 Sosialurin Eyðun Klakstein Hollywood pluss Nólsoy gev­ ur Nollywood, og Nóllywood er filmssummarskúli fyri ung millum 13 og 17 ár, sum farnu vikuna hevur verið í Nólsoy. 12 luttakarar hava í eina viku verið ígjøgnum eina intensa og læruríka gongd, har endamálið hevur verið at lært tey at gera film. Fyrstu dagarnar arbeiddu tey í smærri bólkum við bundnum uppgávum. Síð­ ani hava tey sjálvi gjørt hug skot, leikrit, storyboard, upptøkulista og annað. Tey hava síðani valt leik­ lut ir, so øll hava haft teirra egna ábyrgdarøki, tá tey fóru undir stóru felags upp­ gávuna: At gera ein fimm minuttir langan stuttfilm – frá hugskotið til lidna fram­ leiðslu. Forðingarnar á vegnum hava ikki skortað: Veðrið var ikki heilt eftir vild, onkrar tekniskar avbjóðingar vóru – og so fór streymurin mitt í klippingini. Tiltakið endaði við films­ sýning sunnudagin. Ungfólk á films- skúla í Nólsoy Filmsskúli 12 ungfólk hava í eina viku verið ígjøgnum eina intensa og læruríka gongd, har endamálið hevur verið at lært tey at gera film. Dagfinn Olsen Bárður Johannesen gevur í næstum fløgu út við løgum og orðum, ið hann sjálvur hevur smíðað. Fyrsta lagið er longu tókt á netinum og kann takast niður á Planet.fo. Lagið kallast Allmost There. Bárður sigur um lagið, at tað ikki er um boðandi fyri alt til­ farið á fløguni, men at stílurin er tað, ið flokkast undir nýtt latina. Bland av jazzi, poppi og fólkatónleiki. Fløgan hjá Bárði Jo­ hannesen kemur ætl­ andi út í august 2010. Fløguheitið kemur av lagnum Ancient Forgotten Stories, ið eisini verður tókt á Planet.fo. Bárður fekk íblástur til lagið úr tveimum myndum hjá William Heinesen. Bárður Johannesen er 28 ára gamal og er av Argjum. Hann hevur spælt nógv alment nú í eina tíð, og metir nú, at stundin er komin til handa at geva fløgu út. Fløgan er tikin upp í Bloch Studio á Bryggjubakka. dagfinn@sosialurin.fo Áki Bertholdsen Tað ringasta, sum kann henda, er samgongufólk hvør í sínum lagi fara í fjøl miðl­ arnar at skeldast um førda politikkin. Tað heldur Jóann es Eidesgaard, landsstýris mað­ ur í fíggjarmálum. Í tíðindaskrivi fríggja dag­ in staðfesti hann, at honum hóvar als ikki, at politikarar í samgonguni javnan og savnan eru í fjølmiðlunum við útsøgnum um, hvussu ósamdir teir eru um tær politisku ætlanirnar, sum aðrir politikarar í samginguni hava. Hann minnir á, at sam­ gongan er í ferð við at gera fíggjarlógina fyri 2011 og at tað verður ein serstakliga tórfør og viðbrekin uppgáva. – Her verða nógvir hersk­ nir kamelar, ið skulu slúkast, um vit skulu bera boð í bý við okkara fíggjarlóg, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum. – Tað ringasta, vit nú kunnu gera, er at fara út í pressuna við staklutum og fáa ein orðadrátt millum samgongufólk um hesi, sigur hann – Á henda hátt náa vit ikki málinum, leggur hann afturat Sostatt mælir hann politikarum úr samgonguni til at sláa kalt vatn í blóðið og at geva landsstýrinum arbeiðsfrið. – Tær politskur uppskotini skulu viðgerast innanhýsis í samgonguni, sigur hann. Hann heitir í sama viðfangi á sínar samgongufelagar um at fáa øll spariuppskotini á samgonguborðið eftir summ arsteðgin so at tey kunnu verða viðgjørd í sam­ gonguni og ikki sum nú úti í fjølmiðlunum. – Uppgávan verður nóg trupul, sum er og tað er eingin orsøk er at leggja okkum sjálvum fótonglar í vegin, sigur Jóannes Eidesgaard. Rínur ikki við Men hendan áheitanin frá landsstýrismanninum rínir ikki við allastaðni. Longi dagin eftir var Ed­ mund Joensen í miðlunum við einum hvassorðaðari grein, har hann skuldsetti javnaðarflokkin fyri at renna undan sínum egna skugga og fyri at stinga Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu, í bakið. aki@sosialurin.fo Vilja fáa frið at svølgja kamelar Jóannes Eidesgaard biðjur nú sínar samgongufelagar um at sláa kalt vatn í blóðið og halda uppat at skeldast í fjølmiðlunum. Men hjá onkrum samgongumonnum rínur ikki við Bárður Johannesen á fløgu Bárður Johannesen gevur í næstum fløgu út, ið hevur heitið Ancient Fotgotten Stories. Nólsoy Hesi ungu fólkini hava fingið frálæru í filmsgerð