mánadagur 19. juli 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. juli · Nr. 109
18
Sosialurin
Sissal Kampmann
Myndir: Jens Kristian Vang
Arch Enemy hevur spælt konsertir
kring allan heim. Tey hava verið
á konsertferð við Iron Maiden,
Slayer og øllum teimum bólkum,
ið vera roknaðir fyri nakað á
metalhimmalinum, og ikki minst
eru tey absolutt størsta metalnavn,
ið nakrantíð hevur spælt í Føroyum.
Sjálvsagt hevði metaleskandi
føroyski áhoyraraskarin glett seg
ótrúliga nógv til hesa konsertina,
ið heldur ikki var at kimsa at.
Bólkurin er nemliga nakað heilt
serligt, ikki minst orsakað av
forsangarinnuni, sum tók yvir
í 2010, Angelu Gossow. Gossow
verður roknað sum hin harðasta
kvinnan innan metalheimin. Hon
er ein høgt vird kvinna og ein
av størstu fyrimyndunum hjá
metalfjepparum av báðum kynum
kring allan heim.
Góð heildaruppliving
Angela, sum verður sammett við
eina norrøna guðinnu, brotin úr
gløðandi málmi, strálandi sum
sólin á hásumri og við brúsandi
brim, er ein brølandi leyvukvinna,
ein særdur dreki, ein svakur orkur,
skuffaði ikki metalhøvdini og øll
hini, ið vildu royna seg innan hetta
slagið av tónleiki á G! Hon røkti
sína uppgávu til Ug og tá konsertin
var liðug, vóru gjøgnumbloyttu
áhoyrararnir á einum máli um, at
hetta var nakað av tí feitasta, tey
nakrantíð høvdu upplivað!
Heildarupplivingnin
av
konsertini
var
tó
ikki
bert
Gossow
fyri
at
takka.
Ikki
minst
vístu
guitarspælandi
Ammotbrøðurnir, at teir avgjørt
vistu, hvat teir gjørdu, tá teir við
sínum kompositiónum, ið vístu á
skilskapin við 70ara rokkin, Iron
Maiden osfr., komplimenteraðu
ta spinklu, ljóshærdu kvinnuna í
svørtum, ið leiddi tónleikin.
Gossow
gjørdi
avgjørt
ikki
kvennkyninum
til
skammar
fríggjakvøldið. Tey fóru á pall uml.
kl. 23, og tann næsta góða tíman
samantvinnaðu tey oysandi regni,
myrku, slavnu luftina og dýggjvátu
áskoðararnar í eina myrka og
tunga eind, har áhoyrararnar fingu
eina uppliving út yvir tað vanliga.
Hetta verður helst seint gloymt,
tí allir limirnir í bólkinum gjørdu
alt, sum stóð í teirra makt, og góvu
alt, teir megnaðu, fyri at geva
áhoyrarunum júst tað, teir vóru
komnir eftir.
Gossow
vísti,
við
góðum
uppbakkningi
frá
bólkinum,
eina ótrúliga orku, og ikki minst,
at
tungur
metaltónleikur
og
kvennkynið uttan truppuleikar
kunnu geva eina tónleikauppliving,
ið er tyngri og ráari enn tað, tey
flestu eru von við. Faktiskt megnaði
hon at græla flest øll sundur
og saman í eini framførslu, har
áhoyrararnir endiliga fingu høvi at
lata allar frustratiónirnar um ringt
veður, sundurskrødd telt, dýggjvát
klæðir og óvissuna um, hvussu
komandi G!dagarnar fóru at síggja
út, fara til heljar, meðan tey ýldu
móti myrka himmalinum saman
við drotningini av metalríkinum
og hennara monnum.
G!-festivalurin Fríggjakvøldið á G!
stóð fyri mangar av gestunum boygt í
metal. Svenski bólkurin Arch Enemy, ið var
stovnaður í 1996 og sum verður roknaður
sum ein av heimsins best spælandi live
bólkum innan metaltónleikin, var eitt av
nøvnunum, ið nógv høvdu stórar vónir um
Fríggjakvøld í