Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-19, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juli 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Ólavsøka 2010 – Ókeypis blað frá Sosialinum Dagfinn Olsen Ólavur Thorsteinsson er samskipari av til­ taki num 27. Juli, ið ber heitið Ólav søku kon­ sert in. Tað er Tórshavnar Býráð, ið hev ur sett samskiparan. Men í veruleikanum er hetta meira, enn ein konsert, tí bæði Perlan og gamla Reinsar íi ð eru partar av tiltakinum. Undirbeat verður í Perluni, og í Reinsarí­ num fara uppkomandi bólkar at spæla, tað vil siga bólkar, ið enn eru ungir og á veg fram í ljósið. Ólavur Thorsteinsson sigur, at roynt verð ur at skapa Ólavsøkukonsertina sum eina heildarupliving. Har er útipallurin, og so Perlan og Reinsaríið. Alt økið í Tórsgøtu kring konsertina er karmur um konsertina, ið við hesum tiboðum hevur eina breidd, og okkurt til ung og eldri. Duné Høvuðsnavnið á Ólavsøkukonsertini 2010, er danski bólkurin Duné, sum millum ann­ að hevur vunnið stórar virðislønir sum t.d. P3 prisen, Gaffa prisen og Danish Music Awards. Dúné eru í løtuni á ferð í Europa. Føroysku bólkarnir, sum fara á pallin, eru vælkend nøvn; Páll Finnur Páll, Guðrið Hans dóttir, Bet You Are William, Crawling Blue og Jens Marni Hansen. Í skrivandi stund er bert greitt, at mill­ um uppkomandi bólkarnar, ið spæla á Reinsarí num, er Grandma´s Basement. Gamalt tiltak Ólavsøkukonsertin kann sigast at vera gamalt tiltak. Tað var miðskeiðis í átta ti­ ár unum, at FUT, Føroya Undir halds tón ­ leikarafelag, fór undir at hava ólav søku­ kon sertir. Tann, ella tær, fyrstu vóru á Skansanum í Havn, og riggaði hetta avbera væl. Men myndug leikar og friðingarnevnd mettu, at økið ikki toldi slíkt virksemi. Sostatt fór ólavsøkukonsertin at reika, og hetta gjørd­ ist ein drúgv ferð. Hon var á vøllinum við Læraraskúlan, á bryggjuøkinum niðan­ fyri Skansan, á Skálatrø og í Kommunu­ skúlagarðinum. Men við tiltakinum As falt sást, at Tórsgøta riggar væl sum konsert øki, og nú er gøtan karmur um Ólav søku kon­ sert ina. Útlendskt við Fyrstu konsertirnar høvdu sum reyðan tráð, at føroyskir bólkar spældu. Og fyrstu mongu árini var tað nokk eisini so, at allir bólk ar, ið teknaðu seg­ og har limirnir høvdu limaskap í FUT, sluppu á pallin. Mang ir nýggir, ungir, bólkar royndu seg ó ivað fyri fyrstu ferð av álvara á hesum palli num. Men seinni mundi alsamt harðari kapp­ ing frá stevnum, festivalum og øðrum gjørt, at Ólavsøkukonsertin datt niðurfyri. Men hon kláraði at sigla vandasjógv. Skifti kanska ham og lurtarafjøld nakrar ferðir, men enn í dag, eini 25 ár eftir byrjanina, er hon til. Men fyri nøkrum árum síðani fekk Ólavsøkukonsertin útlenskt navn ovast á konsertlepan, fyri at standa seg í kapp­ ing ini, og soleiðis hevur verið seinnu árini. Og so er aftur í ár, har væl dámdi danski bólkurin Duné er høvuðsnavn. Ólavsøkukonsertin ein heildaruppliving Tórshavnar Býráð er fyriskipari av ólavsøkukonsertini í ár og samskipari er settur at taka sær av tiltakinum, ið verður á útipallinum í Tórsgøtu, umfamt í Perluni og á Reinsarínum Ólavur Thorsteinsson, samskipari, avmyndaður í Tórsgøtu, har Ólavsøkukonsertin verður hildin 27. Jui Mynd: Álvur Haraldsen