mánadagur 19. juli 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. juli · Nr. 109
20
Sosialurin
Sissal Kampmann
Myndir: Jens Kristian Vang
Hósdagin sóust festivalgestir í
gummi stivlum, regnklæðum og
við fullum upppakningi ganga
eftir veg num sum villfárilsi
millum bilar og hús, leitandi
eftir terra og nærri boð um um,
hvussu leikur fór at fara við
tiltakinum, sum tey høvdu glett
seg til í fleiri mánaðir.
Syðrugøta, ið vanliga er full
av glað um fólki beinanvegin G!
byrjar, var so at siga manntóm.
Niðri á torginum stóðu allir
básirnir tómir, sandurin var
burtur, tann stóri pallurin stóð
og sveiggjaði í nógva vindi num,
síðurnar á pallinum á spæli
plássi num skryktu seg leysar og
áirnar stóðu fullar í vatni. Av og
á hoyrdist, at alt var avlýst, fyri
hareftir at verða avsannað aftur.
Tað var tí ringt hjá teim flestu
at halda tí góða lag num uppi á
einum støði, ið kundi yvir vinna
karmin og óvissuna um, hvussu
leikur fór at fara, men tey fles tu
megnaðu tó at halda stand, eftir
at tey høvdu funnið okkurt stað
at kroka, skifta klæði og turka
teir vátu soviposarnar.
Hóskvøldið byrjaði festi val
ur in so endiliga av álvara, og
hó ast kom a ndi dagarnir vóru
eitt virvar av skrá um, ið javnan
blivu broyttar, regni, sól, vindi,
streym sliti osfr. bleiv G! 2010 ein
uppliving, ið alt í alt verður verd
at minnast. Ikki bert fyri tón
leikin, men eisini fyri tann stem
n ing in, gestablídni og viljan til at
fáa tiltakið at eydnast, hóast nát
t úr an vísti seg frá síni súru síðu.
Skrá in var góð og fjølbroytt, og
hó ast pallurin á sandinum mátti
lúta fyri aldunum og takast nið
ur, so allar stóru konsertirnar
mát tu spæl ast á spæliplássinum,
har ljóð út gerðin ikki var hin
sama sum á stóra pallinum,
spældi G! so væl av sum tað
yvirhøvur kundi, so leið is sum
umstøðurnar vóru.
Úr kaos
kemur
ordan…
G!-festivalurin G!festivalurin
2010 var ein heldur øðrvísi uppliving,
enn tey flestu høvdu vónað, ætlað
og roknað við. Vindurin ýldi, og
himmalsins slúsir stóðu víðopnar allan
hósdagin, og hóttu við at skola alt
tiltakið á hav saman við tjøldunum, ið
fuku av tjaldingarøkinum. Men tá alt
kom til alt, gjørdist festivalurin ein
góð uppliving, sum er verd at minnast
Sissal Kampmann
Myndir: Jens Kristian Vang
Drottningin úr Syðrugøtu, Eivør
Pálsdóttir,
stóð
ikki
aftanfyri
drottn ing ina av metalli, tá hon fór á
pall á spæliplássinum í heimbygdini
fríggjanáttina.
Hóast Eivør og Angela Gossow
í Arch Enemy, milt sagt eru sum
nátt og dagur tónleikaliga, eru tær
tó ikki heilt ólíkar. Líkheitirnar
koma av, at tær báðar hava eina
eina ót rú lig orku og útstráling. Ikki
minst hava tær ein heilt ser liga n
hátt at framføra uppá, sum ikki
kann annað enn hugtaka áhoyr ar
an, ið við hesum ótrúliga evna ríku
kvinnum fær innlit í ein part av
tónleikaheiminum, ið ikki er at fin
na á hvørjum horni.
Í Føroyum er og verður Eivør
nakað heilt serligt. Hon er okkara
egna superstar, sum vit eru so
ótrúliga stolt av, og hon kann uttan
iva sammetast við størstu sang
kvinn urnar í heiminum. Hon hevur
fing ið óteljandi stjørnur og bestu
viðmæli úti í heimi, og tað tykist
ikki, sum um tað er nakað øki av
tón leikinum, hon ikki meistrar.
Eivør hevur, síðan hon á fyrsta
sinni gjørdi vart við seg sum blað
ung, flutt seg frá genru til genru.
Tey flestu okkara hava tó altíð
funn ið okkurt, sum okkum dámar
í hennara tónleiki og í hennara út
gáv um og framførslum, líkamikið
hvar hon hevur verið reint tón
leika liga.
Okkara serliga Eivør
Eivør hevur nøkur heilt serstøk
evni til at hugtaka og bergtaka,
kanska serliga, tá hon spælir í
føroyskum umstøðum, har hon er
uppvaksin. Tað er, sum um henn
ara rødd og háttur at framføra
uppá, gongur upp í eina heilt serliga
hægri eind, tá hon er undir føroyska
himmal inum. Spæliplássið var tí
sum væntað so at siga fult, tá Eivør
fór á pall saman við bólki sínum, ið
um framt Eivør telir Mikael Blak,
Ben jam in Petersen, Høgna Lisberg
og limir úr kórinum Empiri um mið
nátt ar leitið fríggjakvøldið.
Saman
við
hesum
ótrúliga
dynam iska bólki og Jens L. Thom
sen, sum er maðurin, ið hevur fram
leitt fløguna “Larva”, sum kom út í
vár, er hon farin aftur til tann stílin,
vit kenna frá tíðini í Clickhaze. Á
nýggju fløguútgávuni leitar Eivør
aft ur til tað meir ráa og villa til tað
meir rokkuta. Sum skrivað hevur
verið, hevur samstarvið við Jens og
við bólkin givið eitt úrslit, ið bæði
er myrkt og innatvent, sam stundis
sum tað er “in your face”. Mini mal
ist iskt men tó stórt.
Eisini hevur verið sagt, at
huglagið á fløguni stundum er
klass iskt, mytologiskt, tó eisini
vanda mikið og ófrættakent. Ikki
minst
er
samlaða
ljóðmyndin
hjá Eivør á nýggju útgávuni sera
áhuga verd
orsakað
av
skitna
ljóði num, sum serliga Benjamin
Peter sen
og
Høgni
Lisberg
eiga æruna av. Ljóðmyndin er
samstundis samansett av streingj
um, moogum, sythbassum og øðr
um finurligheitum, og kórið ger
sanniliga eisini sítt til, at heild
ar myndin er sera væleydnað og
gjøgn umførd. Á henda hátt ber
til hjá Eivør at vísa sínar ótruligu
sang gávur, uttan at tað gerst ov
nógv. Hon fær loyvi at sveima, men
verð ur alla tíðina tvungin niður
aft ur á jørðina av tungu grundini í
tón leikinum.
Positiv tónleikaupliving
Fríggjakvøldið tók endurnýggjaða
Eivør pallin við eini stórari lívs gleði
og ikki minst eini tón leika gleði,
sum beinanvegin smittaði áhoyr
ar ar nar, sum sungu og dansaðu
sam an við henni frá byrjan til enda.
Framførslan gjørdist betur av, at
hon megnaði at taka støði í, at allar
um støð ur nar fyri festivalin vóru
broytt ar av veðrinum, og millum
ann að ljóðgóðskan tí var ávirkað
í ein mun, ið kundi verið óheppin.
Tað týðningarmesta var, at Ei vør
og bólkurin vistu, at tað, alt í veru
leika num snúði seg um, var at geva
áhoyr ar unum eina góða og positiva
tón leik a uppliving, ið kundi flyta
fokus frá teimum trupulleikum,
festi val urin og gestirnir høvdu
verið plágaðir av. Nú var nokk
tosað og hugsað um regn og vind, og
held ur tíð uppá at hava tað stuttligt
og at njóta tónleikin, samveruna og
lívið sum tað er.
Tá hon fór á pall, vóru veður
gud ar nir við henni. Regnið helt
ein steðg eina løtu, vindurin var
stil nað ur, gestirnir vóru í betri
lag enn undanfarna dagin, og hýr
u rin, ið hevði verið eitt sindur
tung ur fyrr um dagin, var vorðin
nógv betur enn hann hevði ver ið
frammanundan. Eyðkendi G! stem
n ingurin var akkurát, sum hann
skuldi vera.
Eivør gav áhoyrarunum tað, tey
vóru komin eftir. Við grundarlagi í
nýggju plátuni, Larva, var konsertin
við Eivør ein vælsamanhangandi
og vælspæld eind, har áhoyrararnir
tó eisini fingu høvi til at hoyra fleiri
av hittunum hjá Eivør og harvið
møgu leikan at syngja við henni.
Eitt Endur
nýggjað
gøtubarn
G!-festivalurin Eivør gav áhoyrarunum tað, tey vóru komin
eftir. Við grundarlagi í nýggju plátuni, Larva, var konsertin
við Eivør ein vælsamanhangandi og vælspæld eind, har
áhoyrararnir tó eisini fingu høvi at hoyra fleiri av hittunum
hjá Eivør og harvið møguleikan at syngja við henni