mánadagur 19. juli 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 Ólavsøka 2010
– Ókeypis blað frá Sosialinum
Nær fekst tú klæðini?
Eg fekk klæðini í 2007.
Smúkkurnar samlaði mamma
mín sær tá hon var 14. Nú havi eg
arvað tær.
Hvussu kanst tú lýsa tíni
klæðir?
Eg vildi ynskt eg kundi lýst míni
klæði við einari romantiskari
søgu fullari av nostalgi og sál
sum gekk aftur til langommu
mína, men lýsingin er stutt: nýggj
klæðir, tí damuni dámar blátt :)
Hví ikki vanliga reyð/svarta
búnan?
Tí hesin blá/ grøni liturin er mín
yndislitur.
Hevur tú fingið nakra
viðmerking um klæðini?
Eg fekk eina stuttliga viðmerking
í dag, tá eg, í búnanum, var á veg
oman í Miðlahúsið at taka mynd
til hesa greinina: tað var tað ein, ið
spurdi meg, um eg skuldi oman í
DEEP at strippa :-)
Hvat heldur tú um, at fólk eru
ímóti broytingum av búnanum?
Summi ting mugu broytast fyri at
varðveitast.
Føroyski búnin
við einum twisti
Eydna Skaale • Myndir: Jens Kristian Vang
Nær fekst tú klæðini?
Tá eg gjørdist student í 2001
Hvussu kanst tú lýsa tíni
klæðir?
Míni klæði eru grøn. Skjúrtið
er sterkt grønt og svart, og
troyggjan er eisini grøn og svørt.
Fyrriklæðið og turriklæðið eru
svørt við gulum, reyðum og
hvítum sóljum og bláum gloym
meg ei. Eg havi sjálv kombinerað
mynstrið.
Hví valdi tú júst hesar litirnar?
Eg hugsaði leingi um blá, men
mær dámar væl grønt, og grønt
var eitt sindur serligari tá. Blátt
var meiri vanligt.
Hví ikki vanliga reyð/svarta
búnan?
Eg vildi fegin royna okkurt annað.
Tími ikki at vera akkurát sum øll
hini.
Hevur tú fingið nakra viðmerking
um klæðini?
Ja, tá eg fekk tey, hoyrdi eg nógv
fyri, at tey vóru spesiell, tí tey vóru
grøn. Tá var tað rættiliga serligt,
men nú eru grøn klæði púra vanlig.
Hvat heldur tú um, at fólk eru
ímóti broytingum av búnanum?
Eg haldi, at tað er nakað tvætl, tá
fólk siga, at tey eiga at vera reyð.
Tað er ikki tað gamla, sum nógv
siga. Tann reyði liturin er komin
aftaná.
Durita Lamhauge Jóansdóttir
Úr Hoyvík
Summi øsa seg, onnur øtast. Men tey flestu halda tað vera bæði
forvitnisligt og stuttligt. Hvørja ólavsøku økist talið á kvinnubúnum
í øðrvísi litum og samansetingum. Vit hava hitt fýra kvinnur,
ið hava fingið sær føroysk klæðir við einum twisti
Súsanna Olafsdóttir Skaale
Úr Tórshavn