mánadagur 19. juli 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. juli · Nr. 109
22
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Ítróttartoymið á Sosialinum:
Heri
Simonsen
heris@sosialurin.fo
Álvur
Haraldsen
alvur@sosialurin.fo
Hilmar Jan
Hansen
einslistir@email.fo
Uni Holm
Johannesen
uni@sosialurin.fo
Tróndur
Arge
trondur@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
Argjamenn hava bíðað spentir eftir,
at nýggi graslíkisvøllurin verð ur
klárur, so teir hava eitt gott undir
lag, nú farið verð ur av álvara aftur
undir lands kappingina í Vodafone
deild ini. Og alt bendir á, at teir týs
kvøldið 27. juli klokkan 18 kunnu
bjóða EB/Streymi væl komin á
Argjum.
– Vøllurin skuldi longu havt verið
klárur leygardagin, men veðrið hev
ur ikki ordiliga verið til vildar, og
tí hava menninir frá Polydan ikki
fingið koyrt alla fylluna í. Men nú
er bara eftir at fylla sand og onkrar
grønar perlur í vøllin, sum allur er
álagdur, so skuldi verið klárt, sigur
Andrass Drangastein, for maður í
AB.
– Gongst eftir vild nú, verður alt
liðugt í síðsta lagi miku kvøldið, so
spælararnir sleppa á vøllin at venja
hóskvøldið. Nú er so lítið eftir, at
vit vóna, at tað verður gjørt liðugt
næstu dagarnar. Til vøllurin er
klárur, verður vant í Gundadali.
Dysturin á Argjum er ein av
trimum, sum verða spældir næsta
týskvøld. Hinir báðir eru mill um
FC Suðuroy og ÍF í Vági og granna
uppgerð millum NSÍ og B68 í
Runavík.
Funnu ikki semju
Tey bæði havnarfeløgini, HB og B36,
hava eisini heimavøll í 16. lands
kapp ingarumfarinum, og tað er
nak að síðani, at tey frá kapp ingar
nevndini hjá Fót bólts sam bandinum
fingu at vita, at tað var í lagi, at
teirra dyst ir blivu lagdir so leiðis, at
ann að liðið hevði heima dyst ólav
søku aftan og hitt ólav søku dag.
Men tað var ikki bara sum at
siga tað, tí bæði vildu sleppa á
ovara vøll í Gundadali at spæla
ólav søku aftan, og ta einu løtuna
stóð so fast, at fel øgini vendu sær
til kapp ingar nevndina fyri at fáa
hana at skera ígjøgnum. Tað vildi
kapp ingarnevndin kortini ikki, tí
tað mátti vera upp til feløgini at
finna útav.
Hóskvøldið kom so end iliga
hvítur roykur úr samráðingar høl
unum í Gundadali, og tá avtornaði,
var tað HB, sum fekk dystin ímóti
B71 ólavsøkuaftan klokkan 18.30,
og B36 skal tí spæla sín dyst ímóti
Víkingi ólav søkudag klokkan 16.
Nú ólavsøka er, verða teir tríggir
heimadystirnir hjá AB, HB og B36 í
næstu viku eisini steypadystir.
hilmarjan@sosialurin.fo
Tríggir
ólavsøkudystir
Vodafonedeildin AB tekur samstundis nýggja graslíkisvøllin
á Argjum í brúk, meðan HB og B36 langt um leingi eru
blivin samd um, hvør teirra spælir nær á ólavsøku
Hilmar Jan Hansen
Flytingarvindeygað, sum er
fýra vikur langa skotbráið,
feløg hava til at keypa og selja
spæl arar mitt um summarið,
ligg ur so óheppið fyri, at tað
kann vera serstakliga óheppið
fyri feløg, sum hava ungar
spæl arar, ið lúra eftir at sleppa
nið ur at lesa.
– Sum er, letur flytingar
vindeygað aftur 28. juli, men
tey ungu, sum ætla sær niður
at lesa, fáa ikki boð fyrr enn 30.
juli. Vil illa til, kann eitt felag
hava kanska tríggjar spælarar,
sum fara avstað eftir ólavsøku,
uttan at felagið hevur nakran
møgu leika at finna aðrar spæl
arar í stað in, sigur venjarin hjá
B68, Bill McLeod Jacobsen.
Sjálvur hevur hann ikki
henda trupulleika í ár, sjálvt
um ein av hans ara spælarum
ætlandi fer niður at lesa. Tað
er Poul N. Poulsen, men Bill
sigur, at hóast hópurin hjá
B68 kanska ikki er so breiður,
hevur hann onkran at seta
inn á plássið, Poul hevur røkt í
lands kappingini higartil.
– Men eg veit um onnur
feløg, ið hava spælarar, ið ætla
sær nið ur at lesa, so tað kann
vera, at tað kemur illa við hjá
onkrum av teim um, um tey
ikki fáa handlað, tí flytingar
vind eygað longu er latið aftur,
sigur hann.
Verður eftirmett
Karl Vidtfeldt, formaður í kapp
ingar nevndini hjá Fótbólts
sam bandinum,
ásannar,
at
hetta kann geva summum fel
øg um ein trupul leika, men at
tað tíverri ikki letur seg gera at
broyta nakað í ár.
– Vit skulu í góðari tíð boða
FIFA frá, nær okkara flytingar
vindeygað er, so í ár broytist
einki. Alla tíð ina royna vit at
taka hædd fyri teimum ymsu
umstøðunum, ið ávirka, nær
tað er best at hava flyt ingar
vindeygað opið, men eg má við
ganga, at henda trupulleikan
hava vit ikki hugsað um, sigur
hann.
– Men eg havi noterað mær
hetta, so vit fara at taka tað upp,
tá vit í heyst fara at eftirmeta
hesa landskappingina, sum nú
er í gongd. Er tað tá eitt ynski
frá fel øg unum um, at vit skulu
flyta flytingar vind eygað, so
tey ikki skulu brenna seg av, at
spælarar møguliga sleppa inn
at lesa niðri, vilja vit fegin gera
tað og boða FIFA frá tí.
hilmarjan@sosialurin.fo
Flytingar-
vindeygað flytast
fótbóltur Tað er óheppið, at
fleiri spælarar kunnu fáa boð um
lestrarmøguleika niðri tveir dagar
aftaná, at flytingarvindeygað
er latið aftur, so tí verður
tað helst flutt næsta ár
Karl Vidtfeldt, formaður
í kappingarnevndini hjá
Fótbóltssambandinum,
er sinnaður at viðgera
møguleikan fyri at flyta
flytingarvindeygað næsta ár,
tí í ár er ov seint at gera nakað
Mynd: Hilmar Jan Hansen
Nýggi graslíkisvøllurin á Argjum er nú komin so
langt, at eftir er bara at fylla sand og grønar perlur í
hann, so hann kann takast í brúk týskvøldið í næstu
viku, tá AB spælir ímóti EB/Streymi
Mynd: Hilmar Jan Hansen
flYtinG
nÆStan Á MÁl
Fyrrverandi B36’ari
fingið sáttmála í Onglandi
Hereford United, sum spælir í fjórðbestu ensku fót bólts
deildini, hevur gjørt sáttmála við álopsspælara, sum
áður hevur skotið mál fyri B36. Hereford United er pro
fessionelt fótbóltsfelag, sum komandi kappingarár skal
spæla í League Two. Nú hava teir gjørt sáttmálar við tveir
nýggjar spælarar, og annar teirra er 22 ára gamli bretin Sam Malsom, sum áður hevur spælt fyri B36.
Malson byrjaði sína yrkisleið sum fótbóltsspælari í Torquay United, og í 2008 og 2009 umboðaði hann
B36. Sambært Faroe Soccer spældi Sam Malsom 25 dystir fyri B36 og skoraði 7 mál.