Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-19, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juli 2010síða 21

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Ólavsøka 2010 •Stakkurin var í langa tíð roknaður sum tað fínasta, konufólk kundu fara í, og stakkurin gekk í arv í fleiri ættarlið. Hann var vanliga bláur, reyður ella grønur, men kundi eisini vera í øðrum litum. Nú eru sera fáir stakkar at síggja. •Føroysku klæðini, sum vit kenna tey í dag, stava frá gomlu gerandisklæðunum. Ígjøgnum árini hava tey ment seg frá at vera gerandisklæðir til at vera stás. •Hóast sniðið stórt sæð hevur verið tað sama, so er reyð/svarti búnin, sum í dag verður hildin at vera tann siðbundi, tó rættiliga nýggjur. Fólk hava nýtt tað, tey hava havt, og teir litir, tey hava havt. •Mest nýttu litirnir vóru ullarlitirnir hvítt, grátt og morreytt. Við ymsari náttúruliting fingu tey litað m.a. gult, grønt, blommulitt, abrikoslitt og svart. Seinni bar til at keypa liting, og tá varð litað við indigo og coccionellu, fyri at fáa tógvið ávikavist blátt og reytt. Upprunaligu klæðini hava ikki verið reyð og svørt, men í alskyns litum, tilevnað úr tí, fólk hava havt. •Menninir, sum sigldu úti, keyptu toy av ymsum slag heim við, og tað varð serliga nýtt til turrikløð. Frá loyniskipunum keyptu fingu tey eisini hendir á toyi. •Gaba skrivar í 1828, at klædnabúnin var fjølbroyttur. Konufólkini høvdu tó ofta bunda, korkalitta troyggju, sum var krøkt ella stimað framman. Fyrriklæðið var hvítt ella marglitt. Giftu konurnar høvdu kýsa. Nær fekst tú klæðini? Eg havi akkurát fingið tey, tí eg gjørdist student í summar. Hvussu kanst tú lýsa tíni klæðir? Eg havi vanligt reytt og svart skjúrt, men troyggjan er einlitt, sterkt reyð við longum ermum. Fyrriklæðið og turriklæðið eru grøn við gulum blómum. Hví ikki vanliga reyð/svarta búnan? Tí eg vildi hava okkurt, sum breyt eitt sindur frá tí vanliga búnanum. Og longu ermurnar eru praktiskar, tí tað er so kalt í Føroyum. Hevur tú fingið nakra viðmerking um klæðini? Eg havi bara verið í teimum einaferð, tá eg gjørdist student, so eg havi ikki fingið so nógvar viðmerkingar. Men onkur hevur sagt, at tey eru flott. Hvat heldur tú um, at fólk eru ímóti broytingum av búnanum? Eg haldi ikki, at tað eru so nógv, sum eru bangin fyri at broyta búnan. Tað er alt meiri vanligt at brúka øðrvísi litir. Heimurin broytist og vit broytast við. Nær fekst tú klæðini? Eg fekk klæðini til ólavsøku í fjør. Hvussu kanst tú lýsa tíni klæðir? Eg havi bara nátúrlitir frá føroyska seyðinum. Troyggjan er einlitt morreyð við longum ermum, skjúrtið er hvítt, myrka- og ljósamorreytt, og fyrklæðið og turriklæðið eru vovin úr hvítum, morreyðum og gráum. Hví ikki vanliga reyða/ svarta búnan? Eg eigi almindiligan búna eisini. Men eg vildi fegin hava okkurt øðrvísi. Hví valdi tú júst hesar litirnar? Eg helt hetta vera stuttligt, serliga tí vit eiga Sirri, og eg vildi fegin nýta teir tógvlitirnar, vit hava. Hevur tú fingið nakra viðmerking um klæðini? Ja, eg havi fingið ræðuliga nógvar viðmerkingar um, at klæðini eru spesiell og pen, og fólk halda tað vera stuttligt við føroyskum litum. Hvat heldur tú um, at fólk eru ímóti broytingum av búnanum? Viss vit hyggja aftur í tíðina, so vóru klæðini ikki reyð og svørt. Tey nýttu tað, tey høvdu. So at siga, at klæðini eiga at vera reyð, er nakað tvætl. Tað hava tey verið í eina tíð, men alt broytist -eisini mótin innan føroysk klæðir. Óluva á Lofti Úr Sandavági Fríða við Streym Av Norðskála