mánadagur 19. juli 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 19. juli · Nr. 109
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Hóast hon bara er 18 ára gomul,
heldur Bjørk Herup Olsen fram við
at gera stór framstig sum rennari á
longru teinunum. Hetta kom ikki
minst til sjóndar leygardagin, tá
hon vann kapprenningina á 5.000
metra teininum og setti nýtt før
oyskt met, samstundis sum hon var
fyrsta føroyska kvinnan niðan fyri
18 minuttir. Nýggja metið eitur nú
17 minuttir og 49,7 sekund!
– Hetta hevði eg slett ikki væntað,
tí tað var ikki í mínum tonkum, at
eg skuldi seta nakað met. Eg rann
jú 800 metra kappingina bara ein
tíma frammanundan, umframt at
eg hevði havt ein skaða í fótinum
alla vikuna, sigur Bjørk, sum eftir
met og gullrenningina sat og rind
aði møðina eina løtu, áðrenn vit
kundu fáa orðið á hana.
Skaðin hjá henni er av slíkum
slagi, at hann merkist best undir
upp hitingini, men tá hon so er farin
í gongd við sjálva renningina, darvar
skaðin ikki meira. Kortini hevur
hann gjørt, at hon hevur hvílt seg
meira enn vanligt, so støðan ikki
skuldi gerast verri. Men leygardagin
vísti tað seg tíbetur ikki, at skaðin
gjørdi fortreð, tí allar umstøður
vístu seg at laga seg til tað besta:
– Tá vit fóru í gongd, vísti veðrið
seg at vera supergott og at eingin
vindur var. Meðan eg rann, fylgdi eg
sjálv við tíðini, so eg visti at enda,
at tað kundi eydnast mær at taka
metið. Hetta hevði ordiliga nógv at
siga fyri meg, tí tað er ikki vanligt
hjá mær at seta met í Føroyum. Og
so var tað sjálvandi eisini ordiliga
stuttligt at vinna kappingina, sigur
Bjørk.
Met í hópatali
Hetta við, at metini gjarna ikki
verða sett í Føroyum, darvar tó
ikki Bjørk meira enn so, at hon so
bara ger enn meira við tað, tá hon
er í kapp ingum uttanlands. Fyrst í
hes um mánaðinum var hon við til
VU Spelen í Göteborg í Svøríki, og ta
ferð ina gjørdi hon ikki mætari enn
at seta trý føroysk met eftir trim
um døgum!
Tá legði hon fyri við at seta nýtt
føroyskt met á 3.000 metra tein
inum fríggjakvøld, fyri síðani at
seta nýtt met á 1.500 metra tein
inum leygardagin, áðrenn hon
sunnu dag gjørdi bart og eisini setti
met á 800 metra teininum.
Harumframt hevur hon í vetur
sett føroyskt innandura met á bæði
1.500 og 3.000 metra teininum, og í
summar hevur hon betrað føroysku
metini á 800, 1.500 og 3.000 metra
teinunum – og nú aftur á 5.000
metra teininum. Eisini hevur hon
sett persónlig met á bæði fimm og
10 kilometrum.
Sum nevnt, er Bjørk bara 18 ára
gomul, so hon hevur mong góð ár
fyri sær, og eftir summarfrítíðina
fær hon uppaftur betri møguleikar
at gera um seg, tí tá fer hon yvir
til USA, har hon skal ganga á uni
versiteti í North Carolina.
– Hetta er eitt universitet, sum
hevur ein venjara og eitt lið knýtt
at skúlanum, so har verður gjørdur
nógvur ítróttur. Eg gleði meg til
tað, tí tað kann av álvara vera ein
møguleiki fyri at gera framstig,
sigur Bjørk, sum longu hevur av
talað, at hon skal renna fyri uni
versi tetið í kappingum, meðan hon
er har.
Gott við kapping
Í kappingina á 800 metra teininum
mátti Bjørk Herup Olsen lúta fyri
20 ára gomlu Natalie Tolvers úr
Svøríki, sum tó var ikki meira enn
hálvttriðja sekund framman fyri
Bjørk, tá tær komu á mál.
– Um tað ikki bleiv til gull har, so
gjørdist tað ikki við, tí eg helt, at tað
vera sera stuttligt at fáa kapping
uttanífrá til júst handa teinin. Tað
er altíð gott við kapping, og var eg
einsamøll í dag, hevði eg ikki fingið
somu tíð – og hevði heldur ikki havt
tað líka stuttligt, staðfesti Bjørk,
sum eisini í aðrar mátar var væl
nøgd við kappingina á Tórsbreyt
leygardagin.
– Jatnatøk hevur verið ein fan
tast iska stuttlig kapping, og ikki
minst er tað stuttligt at síggja út
lendingar kappast í Føroyum, eisini
teir á mínum aldri.
Nú fer summarið hjá frælsa
ítrótt inum at halla, og so er eisini
við renningini hjá Bjørk um okkara
leiðir, tí um eina viku skal hon við
til Ólavsøkurenningina og síðani
verður FM á breyt. Og tá tær báðar
kappingarnar eru lagdar afturum,
skal hon pakka kuffertini og gera
seg klára at fara yvir til USA, har
óivað fleiri stórar og spennandi av
bjóðingar bíða henni.
Bjørk er bara best
Frælsur ítróttur Tá opna og altjóða kappingin í frælsum ítrótti, Jatnatøk, var á Tórsbreyt
leygardagin, eydnaðist Bjørk Herup Olsen at standa fyri føroyska hæddarpunktinum, tá hon
vann gull í 5.000 metra renning, samstundis sum hon aftur setti nýtt føroyskt met
Einki at siga til, at Bjørk Herup Olsen brosandi
kundi vísa sigursteknið við báðum hondum
eftir 5.000 metra renningina leygardagin, tí hon
bæði vann gull og setti nýtt føroyskt met
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
MEt í MEtuM