Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-19, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juli 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. juli · Nr. 109 24 Sosialurin Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Fyri fyrstu ferð nakrantíð var Tórs breyt karmur um eina altjóða kapping , tá stóra ítróttarøkið leygar­ dagin hýsti opnu kappingini, Jatna­ tøk, ið hevði umleið 20 føroyskar íðk arar, umframt 10 íðkarar úr Svøríki, Danmark og Íslandi – sum eis ini sást aftur á norðurlendsku fløgg unum, ið veittraðu yvir Tórs­ breyt. Væta var í luftini og tað var heldur grátt í veðrinum ta fyrstu løt una av kappingini, men sum tíðin gekk, klárnaði tað og gjørdist heilt gott veður við lítlum og ongum vindi. Streymslitið hjá SEV spældi tó eisini eitt puss, tí tað forðaði fyri, at elektroniska tíðtøkan kundi fáast at virka beinanvegin. Men í aðrar mátar gekk alt upp á stás, og ikki minst var svenski frásøgumaðurin, Daniel Bergin, við til at geva kappingini tað altjóða snittið, ið skuldi til, tá hann hevði fleiri bóltar í luftini í senn, men púra trygt fekk kunnað áskoðararnar, ið so líðandi gjørdust alsamt fleiri í tali, væl og virðiliga um fleiri kapp­ ingar í senn. Hann hevur royndir frá stórum kappingum í Svøríki, so sum DN Galan, og tað bæði sást og hoyrdist eisini! Rógvi og Rúni vunnu Fyrstu kappingarnar, ið fóru í gongd, vóru hæddarlop hjá kvinn­ um og síðani monnum, spjótkast hjá monn um og 800 metra renning fyrst hjá monnum og síðani kvinnum. Í hæddarlopi hjá kvinnum leyp svenski favoritturin, Sofie Björklund, 164 sentimetrar og vann framm an fyri Lív Svabo Jónsdóttir, sum er hálvur føroyingur úr Íslandi, og svensku Natalie Westman. Hjá monn um var svenski Jakob Sandman stórfavorittur og vann við 181 senti metrum, men afturfyri var kappingin hørð um næstu plássini, ið fóru til ávikavist Kristian Martin Garðalíð og Steinolv Geyti, ið báðir lupu 156 sentimetrar. Í spjótkasti vóru tveir bólkar, menn og dreingir 14­15 ár. Hjá monn­ um vann Rógvi Højgaard sann­ førandi við einum kasti upp á 54,07 metrar, og so var tætt millum Helga Geyta, Høgna Debes og Trónd Arge, ið tóku næstu plássini. Í bólkinum dreingir 14­15 ár vóru bara tveir íðkarar, men spenningurin var so mikið størri, tí Hallur Simonsen lá allan vegin beint framman fyri svenska Felix Nilsson, sum tó megn­ aði at yvirhála í síðsta kastinum, tá hann kom upp á 30,27 metrar. Í 800 metra renning hjá monnum var Rúni Seloy favorittur og vann eisini sannførandi við tíðini tveir minuttir og 7,5 sekund framman fyri Hans Jacobsen og síðani svenska Linus AppelSkjutar á triðja plássi. Hjá kvinnunum vann svenska Natalie Tolvers, sum var hálvttriðja sekund framman fyri Bjørk Herup Olsen, og beint í hølunum á teimum kom Rebekka Fuglø. Føroyskt met Síðani vóru kappingar í 5.000 metra renning hjá kvinnum og monnum, slegguvarpi hjá kvinnum, trístøkki hjá kvinnum og at enda 100 metra renning hjá bæði kvinnum og monn um. Hjá monnunum royndist Mein­ ard Ortind drúgvastur á 5.000 metra teininum við tíðini 17 min­ uttir og 41,6 sekund og var hann góðar tveir minuttir framman fyri Brian Smedemark. Sum nevnt aðra­ staðni á ítróttarsíðunum, vann Bjørk Herup Olsen 5.000 metra Millum útlendsku gestirnar í al­ tjóða kappingini í frælsum ítrótti, Jatnatøk, á Tórvølli leygardagin, var 21 ára gamli svenskarin, Linus Appel Skjutar, sum íðkar í fel agnum Hammarby IF. – Hetta er fyri meg sera spenn andi, tí hetta er mín fyrsta altjóða kapping. Eg eri eis ini sera væl nøgdur við mín inn sats á 800 metrum, har eg í ein ari javnari kapping fekk bronsu og megnaði at betra mína per són­ ligu tíð við einum sekundi, segði hann brosandi, tá vit hittu hann á Tórs breyt, sum hann gekk og tók myndir av hinum íðkandi, nú hann sjálvur var liðugur við sítt. – Veðrið bleiv bara heilt gott nú, hóast tað byrjaði eitt sindur vátt. Eg havi tosað eitt sindur við hini, og tey lata eisini væl at kappingini, sjálvt um vit ikki ord iliga eru von við slíkan vind og kulda í juli mánaði, tí heima í Svøríki er munandi betri veður júst nú. Linus Appel Skjutar dámdi væl at vera til kappingina, sum sam stundis var hansara fyrsta høvi at vitja Føroyar. – Hetta er stak hugnaligt og ein møguleiki at fáa nýggjar vin­ ir, tí tú kemur at práta við fólk, tú kanska annars ikki hittir til aðr ar kappingar. Og hóast vit ikki hava verið so nógvir íðkarar, haldi eg, at her hava verið fleiri fín úrs lit í dag, segði hann. hilmarjan@sosialurin.fo Sera nøgdur svenskari Jatnatøk í stór Frælsur ítróttur Altjóða kappingin í frælsum ítrótti, Jatnatøk, sum var leygardagin á Tórsbreyt, eydnaðist sera væl. Fleiri góð úrslit vóru, umframt eitt føroyskt met, og bæði luttakarar og áskoðarar fingu nógv burturúr