Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-19, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juli 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Ólavsøka 2010 – Ókeypis blað frá Sosialinum Uni Næs og familjan eru júst flutt úr Fugla firði til Havnar at búgva. Seinnu árini hevur Uni Næs røkt præstaembætið í Fuglafjarðar prestagjaldi, men síðani 1. febru ar hevur hann verið dómpróstur, og nú er Uni Næs fluttur til Havnar at búgva, har starvið hjá honum eisini er. Og á ólavsøku stendur hann fyri tørni at halda ólavsøkuprædikuna, tá ið prestar, politikar ar, embætistfólk og onnur savnast í Dómkirkjuni til hátíðarliga løtu, áðrenn løg ting ið verður sett og fer undir nýtt tingár. - Rákið í samfelagnum hevur verið, at tað kemur meira og meira skilnaður mill- um kirkjuna og politiska valdið, men á ólavsøku savnast vit til eina felags guds- tæn as tu, og tað er ein góður siður, sum eg rokni við fer at verða galdandi í nógv ár fram eftir, sigur Uni Næs. - Gudstænastan á ólavsøku er eitt slag av tjóðargudstænastu, og hon er ikki bert fyri fólkakirkjuna og politikarar, hon er fyri alla tjóðina í breiðastu merking. Guds tæn- as tan er ein samansjóðing og ein stað fest- ing av, at vit eru ein kristin tjóð. Einki prik Uni Næs fyrireikar í løtuni prædikuna, sum hann skal halda fyri politikarunum og fólki ann ars ólavsøkudag. - Eg gangi og hugsi um tað, sum eg skal siga, og eg skrivi mær notatir. Sjálva prædik una skrivi eg móti endanum, sigur hann. Onkuntíð hava prestar í ólav søku guds- tænas t uni givið politikarunum okkurt prik ið, men tað ætlar Uni Næs ikki. - Eg kundi ikki funnið upp á at harta politik ar arnar, tá teir koma í kirkju á ólav- søku. Eg havi stóra virðing fyri teimum, sum eg prædiki fyri, og eg havi ongantíð undir mett meinigheitina. Tað ber til at siga nógv millum reglurnar, men tú mást altíð minn ast til at hava ein virðiligan dialog, sigur Uni Næs. - Eg haldi tó, at tað er týdningarmikið at fáa tann evangeliska boðskapin út, uttan at tað er ivi um hann. Lívsjáttandi hátíð Hóast summi hava hug at finnast at tí verðs liga partinum av ólavsøkuhaldinum, vil Uni Næs ikki gera tað. Hann velir heldur tann positiva vinkulin upp á ólavsøkuna. - Tað er lívsjáttandi sum nakað, tá ið fólk savnast á ólavsøku og hugna sær. Fólk seta hvørjum øðrum stevnu í Havn, ment an- ar lívið blómar, og blíðskapurin er stórur. Hetta ger lívið vert at liva. Tað kristiliga spæl ir eisini sín leiklut á ólavsøku, sum er eitt slag av hæddarpunkti til gaman og álva ra, sigur Uni Næs. - Sumi halda, at kristindómurin er keði- lig ur, gráur og lívskøvandi, men tað haldi eg als ikki. Kristindómurin er lívsjáttandi, og hann snýr seg eisini um at hava tað gott saman við okkara nærmastu. Kristin- dómurin er altíð í relatión til næstan. - Eg vil ikki moralisera yvir ólav søku- hald ið, eg velji heldur tann positiva vink- ul in, og eg haldi, at ólavsøkan er haldbar, tí hon bjóðar nakað til tað andliga og tað verðs liga. Ólavsøkan er ein hátíð, sum vit kunnu njóta á okkara hátt, sigur Uni Næs. Nógv kann sigast millum reglurnar Dómprósturin Uni Næs kundi ikki funnið upp á at hartað politikararnar, nú hann hevur teir allar frammi í kór til eina gudstænastu. Ólavsøkuprædikan skal verða savnandi, men tað ber eisini til at siga nógv millum reglurnar, heldur hann Eyðun Klakstein - Ólavsøkan er ein hátíð, sum vit kunnu njóta á okkara hátt, sigur dómprósturin Uni Næs, sum í ár skal halda ólavsøkuprædikuna Mynd: Jens Kristian Vang