mánadagur 19. juli 2010síða 25
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 19. juli · Nr. 109
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
– Eg eri nokk so væl nøgdur við
úrslitini. Vit fingu nøkur góð
úrslit í fleiri av kappingunum
og tað bleiv eisini spennandi í
fleiri av teimum. Tað var nokk
so gott, og yvirhøvur vísti alt
seg at rigga øgiliga væl.
Soleiðis tók Heri Ziska sam
an um kappingina, Jatna tøk,
tá hann í einari stuttari við
merking skuldi eftirmeta á
stað num.
– Hetta er so fyrstu ferð,
vit hava hesa kappingina, og
vit hava eisini lært, at tað eru
nakrir smálutir, ið kanska
skulu juster ast til næstu ferð,
so tað gongur enn smidligari
at fáa tað heila avgreitt. Men
tað er nú heldur ikki so lætt, tá
streymurin fer, tí tá eru vit eitt
sindur »på herrens mark«, eitt
nú tá vit skulu brúka elektron
iska tíðtøku.
Heri helt, at tað var nakað
serligt
at
fáa
útlendingar
henda vegin at kappast, tí tað
gev ur teimum føroysku íðkar
unum ein møguleika at vísa,
hvat teir kunnu.
Fleiri kvinnur við
– Eitt, ið kanska fær okkum at
hugsa eitt sindur, er at í Før
oyum halda gentur og kvinnur
seg meira aftur enn dreingir og
menn, tá tað kemur til frælsan
ítrótt, men av útlendingunum,
ið vóru við hesa ferð, vóru sjey
kvinnur og tríggir menn. Og
serliga væl mannaðar vóru
út lendsku kvinnurnar í teim
um teknisku greinunum, har
tað er nokk so torført at fáa
kvinn ur nar við her í Føroyum.
Tí vóni eg, at onkrar av okkara
kvinnum hava sæð, at har
kundi verið nakað at gjørt
meira við, sigur Heri Ziska.
Nú henda fyrsta kappingin
av hesum slagi í Føroyum er
farin afturum, er kanska í so
tíð liga at koma til niðurstøður,
men Heri sigur hetta vera ein
gamlan dreym, sum hevur
verið til, líka síðani Hvirlan
varð stovnað, og at ætlanin ikki
er, at hetta skal vera einasta
kapp ingin av hesum slagnum.
– Dreymurin er at byggja
hetta upp til nakað rímiliga
stórt, og serliga at fáa fleiri
útlendingar hendavegin, tí tá
kunnu vit sleppa at royna okk
um ordiliga. Nú sóu vit, at vit
fingu góða kapping í fleiri av
greinunum, og tað dámdi øllum
væl. So eg vænti ikki, at hetta
var henda eina kappingin, og
at so verður ikki meira. Hetta
fara vit nokk at endurtaka,
sigur hann.
hilmarjan@sosialurin.fo
renn ingina hjá kvinnum og setti
nýtt føroyskt met við tíðini 17 min
uttir og 49,7 sekund. Nummar tvey
var Súsanna Skylv og á triðja plássi
svenska Julia Nilsson.
Í sleggjuvarpi vóru tvær kvinnur
í kapping, og her eydnaðist donsku
Marie Hansen at vinna á Randi
Kúrberg, sum var fyrstu ferð aft
ur í kapping eftir langan steðg.
Og í trístøkki var bara tann eina
kvinnan við, sum var svenska
Louise Arvidsson, ið hóast sín unga
ald ur vann við longdini 11,26 metrar,
ið er betri, enn nakar hevur lopið í
Før oy um í ár.
At enda vóru so 100 metra final
urnar í renning, har talan var um
eina finalu hjá kvinnum og bæði
A og Bfinalu hjá monnum. Hjá
kvinnunum stóð mesta kappingin
millum tær báðar svensku, Natalie
Tolvers og Louise Arvidsson, ið
framm anundan
høvdu
vunnið
ávikavist 800 metra renningina
og trístøkk. Natalie vann við tíðini
13,07 sek und framman fyri Louise,
og á triðja plássi kom Maiken
Olsen.
Í Afinaluni hjá monnum vann
Rói Højgaard við tíðini 11,90 sek
und framman fyri Dánjal Jákup
Niclassen og Rógva Højgaard, ið
start aði best, men kortini varð yvir
hálaður av hinum báðum. Í Bfinal
uni vann Kristian Martin Garðalíð.
hilmarjan@sosialurin.fo
– Jatnatøk hevur verið ein gamal dreymur hjá okkum,
líka síðani Hvirlan var stovnað, sigur Heri Ziska
Mynd: Hilmar Jan Hansen
VÆLEYDNAÐ
Fyrsta altjóða kappingin í
frælsum ítrótti, Jarnatøk, sum
var á Tórsbreyt leygardagin,
eydnaðist sera væl. Har vóru fleiri
góð úrslit og bæði føroyingarnir
og útlendingarnir lótu væl at
Myndir: Hilmar Jan Hansen
FrÆLsur ítróttur – Eg vænti ikki,
at Jatnatøk var henda eina kappingin,
og at so verður ikki meira. Hetta fara
vit nokk at endurtaka, sigur ein av
fyrireikarunum leygardagin, Heri Ziska
Verður
endurtikið
DrEYMur
um stíli