Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-19, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juli 2010síða 26

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. juli · Nr. 109 26 Sosialurin Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Kappingin eitur tað sama, sum hon hevur itið í mong harrans ár, men kortini er talan um nýggjan høvuðsstuðul, ið leggur navn til. Áðrenn hevur kappingin havt navn eftir føroyska oljufelagnum, Statoil, sum í fjør skifti navn til Effo, men nú er høvuðsstuðulin Statoil Faroes, ið fæst við oljuleiting í før oysk um øki og er partur av altjóða olju felag­ num, Statoil. – Kappingin líkist sær sjálvari og er aftur í ár skipað sum liðkapping, samstundis sum hon eisini er ein­ stak lingakapping. Hetta var roynt við sera góðum úrsliti í fjør, men at so stórur útlendskur áhugi er fyri kappingini hesa ferð, ger tað ikki minni spennandi at skipa fyri, sigur formaðurin í Tórshavnar Súkklu­ felag, Geyr Gilsteinsson, ið eisini er høvuðsdómari. – Vit hava annars verið noyddir at broytt øll skelti og alt tað graf­ iska, ið hoyrir til kappingina, tí Statoil Faroes brúkar bæði annan lit og ann að snið. Ein onnur broyting verð ur eisini, at nú eru málini ikki longur á bensinstøðum, sum tey plagdu at vera tað. Hetta við útlendska áhuganum er so sanniliga ein stór broyting, tí nú tað av álvara nærkast, eru ikki færri enn 50 nøvn á yvirlitinum yvir tilmeldaðar súkklarar, og serliga úr Danmark koma nógvir súkklarar við til kappingina. Íslendingar og føroyingar eru sjálvandi við, sum vanligt, umframt at fleiri súkklarar hesa ferð eru úr Belgia. Hava lokkað aðrar – At ikki færri enn 21 danskir súkkl­ arar eru við hesa ferð, er einum av okkara góðu, gomlu kenningum fyri at takka. Jens Glerup, ið hevur verið virkin í føroyskari súkkling og eisini fleiri ferðir hevur verið høvuðsdómari, hevur lokkað allar hinar við sær til Føroya. Hann verð­ ur forrestin sjálvur við, men so ofta hevur hann staðið sum dómari og fyri reikari, at hetta er bara aðru ferð, at hann sjálvur koyrir kapp­ ing ina, sigur Geyr. Íslendingar eru fastir fúsir, tá Statoil Kring Føroyar er á skránni, og í ár verður heldur einki undan­ tak. Tilsamans eru teir átta í tali, og teirra millum er eitt nú Hafsteinn Ægir Geirsson, ið vann kappingina í fýra ár á rað, frá 2005 til 2008. – So eru sjálvandi eisini allir før­ oyingarnir við, ið plaga at vera við, og teirra millum eru teir tríggir, sum í fjør vóru á vinnandi liðnum: Torkil Veyhe, Gudmundur Joensen og Gunnar Dahl­Olsen, sigur Geyr Gilsteinsson. – Men eitt sindur sjáldsamt er tað kanska, at ikki færri enn trígg­ ir súkklarar úr Belgia eru við hesa ferð. Orsøkin er tann, at Wim De Dobbeleer, sum í fjør var við íslend­ ingunum í Hjólreiðafélagi Reykja­ víkur, síðani er fluttur heimaftur til Belgia. Men hann hevði sjálvur hug at koma aftur, og honum eydnaðist so at lokka tveir aðrar við. Talið á kvinnum er eisini met­ høgt hesa ferð, tí ikki færri enn seks kvinnur verða við í kappingini, umframt at seks unglingar eisini fara at kappast. Og so verða eisini tveir blaðungir danskir dreingir, 11 og 12 ára gamlir, við í kappingini. Liðini draga út Hetta er fimtandu ferðina á rað, at Tórshavnar Súkklufelag skip­ ar fyri Statoil Kring Føroyar, og nú kappingin hevur methøgt lut­ takaratal, tulka fyrireikararnir tað, sum at teir eru á rættari leið. – Nú er talan um eina opna kapp­ ing, so øll kunnu vera við, sum hava hug til tað. Men at kappingin sær út til at fáa alsamt størri áhuga uttan fyri landoddarnar, ger tað sjálvandi nógv stuttligari at skipa fyri og leggja til rættis, samstundis sum tað er ein ovurhonds stór avbjóðing, tí so fjølment eru vit heldur ikki, sigur Geyr Gilsteinsson. Nógv er sjálvandi at halda skil á, tá talan er um eina so stóra kapp­ ing, men ein táttur er kortini, sum enn ikki liggur í hondunum hjá fyri skiparunum. Tað er telvingin um, hvørjir súkklarar velja at taka seg saman í lið til liðkappingina. – Sum er, vita vit bara um tvey lið, sum er eitt við veteranum og eitt við unglingum. Hinir hava enn ikki boðað frá, hvussu teir fara at skipa seg, men eg havi varhugan av, at tingast verður dúgliga, tí allir vilja gera sítt fyri at gerast partur av ein um liði, ið hevur ein møguleika, sigur Geyr. – Kenni eg súkklararnar rætt, so leggja teir heldur ikki kortini á borðið fyrr enn í síðstu løtu, men nú mugu teir skjótt melda út, tí tað er neyðugt hjá okkum at vita tað í góðari tíð, áðrenn lagt verður til brots í Klaksvík mikukvøldið. hilmarjan@sosialurin.fo Ikki færri enn 50 súkklarar eru meldaðir til ársins útgávu av Statoil Kring Føroyar, sum fer í gongd mikukvøldið. Tað er nógv tað mesta nakrantíð, nú skipað verður fyri kappingini fyri fimtandu ferð Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir HØVUÐSDÓMARIn Geyr Gilsteinsson er bæði formaður í Tórshavnar súkklufelag og høvuðsdómari í Statoil Kring Føroyar, so hann hevur úr at gera hesa vikuna Mynd: Hilmar Jan Hansen 50 súkklarar við í ár SúkklIng Ikki færri enn 50 súkklarar eru við í stóru súkklukappingini, Statoil Kring Føroyar, ið hesa vikuna verður fyri fimtandu ferð á rað. – So nógvir súkklarar hava ongantíð áður verið við, so tí er hetta higartil størsta avbjóðingin hjá okkum, ið skipa fyri, sigur høvuðsdómarin, Geyr Gilsteinsson METSTÓR lUTTØkA