Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-19, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juli 2010síða 26

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Ólavsøka 2010 – Ókeypis blað frá Sosialinum BARBARA HENTZE Í STÓRUSTOVU, SJÓNLEIKARI Hvussu ætlar tú at halda ólavsøku í ár? - Hon verður helst hin sama sum fyri tveimum árum síðan. Størsti parturin av henni má upplivast út gjøgnum vindeyguni í Sjónleikarahúsinum og á pallinum! Men tað verður sjálvsagt eisini tíð til føroyskan dans í Sjónleikarahúsinunm, midnáttarsangin og nakrar túrar oman og niðan. So hóast Ólavsøkukabarett er eisini tíð til vanligu ólavsøkuna. Hvat gert tú altíð á ólavsøku? - Eg mali altíð í býnum. Eg eri saman við familjuni tíðliga um dagin, og vinfólkunum um kvøldið. Tosi við fólk, sum eg kenni og ikki kenni. Eg royni eisini altíð at vera til midnáttarsangin, føroyskan dans og kalt borð hjá fólki, eg kenni. Ólavsøkusnapsurin og øl hoyrir sjálvsagt eisini til. Hvør er tín minniligasta løta frá ólavsøku? - Hasin var verri! Nógvar minniligar løtur eru í skjáttuni. Eg sakni tær longu og góðu næturnar í teltinum í Kommunuskúlagarðinum. Løturnar á pallinum, tá vit framførdu Ólavsøkukabarettina 2008 fyri fullum sali hvørt kvøld, verða heldur ikki gloymdar. Hvat drekkur tú og hvussu nógv? - Á ólavsøku verður drukkið eitt sindur meira mentað. Snaps og øl, og tað er tað – ikki alt hetta blandaða úr rúsuni. Vit mugu takka ja til lítlu og heitu fløskuna í lummanum – um ikki annað, so lata sum um! JAN LAMHAUGE, MESS Hvussu ætlar tú at halda ólavsøku í ár? - Ólavsøkan er so deiliga lítið løgd til rættis hjá mær, at eg dugi ikki heilt at svara. Eg taki tað, sum tað kemur. Fari at mala aftur og fram og vitja fólk. Tó einki skrúðgongu- ella kantatu-haløj av mær. Hvat gert tú altíð á ólavsøku? - Vit eru nøkur vinfólk, sum plaga at savnast úti í Hornabø aftaná kappróðurin til súpan, sang og stuttleika. Hvør er tín minniligasta løta frá ólavsøku? - Kanska, tá NSÍ vann finaluna um Løgmanssteypið eina árið. Eg leggi annars ikki so nógv í fótbólt, men tað var nakað heilt serligt. Glað fólk, bardagi millum áskoðarar, ja, nokkso minniligt. Ella var tað, tá eg og ein vinmaður, sum 18 ára gamlir, sluppu at vera home-alone, meðan foreldrini hjá honum fóru á bygd at halda ólavsøku. Vit sviku álitið upp á tað grovasta ☺ Hvat drekkur tú og hvussu nógv? - Eg áni tað ikki. Mær dámar í øllum førum ikki at skuffa fólk við at siga “nei, takk”. LEIVUR FREDERIKSEN, VERTUR Í 3-2 Hvussu ætlar tú at halda ólavsøku í ár? - Eg veit ikki enn. Tað veit eg sjáldan, áðrenn hon er byrjað. Eg plagi at taka hana, sum hon kemur. Fyrr, tá eg var yngri, plagdi eg at leggja út við ólavsøkukonsertini í Kommunuskúlagarðinum. Tað var í the good old days við MC HÁR og striptease. Er tað í ár, so fari eg ☺ Eri annars ikki nógv úti á ólavsøku. Tími ikki at ganga oman og niðan í fleiri tímar. Stuttligari at njóta hesar báðar dagarnar í góðum selskapi við vinum og familju. Hvat gert tú altíð á ólavsøku? - Eg eri altíð til miðnáttarsangin. Hóast mín sangrødd ikki er nakað at reypa av, so dámar mær væl at syngja føroyskar slagarar. Serliga Kára P. Mær dámar væl sjónleik, og tí plagi eg eisini at vitja Ólavsøkukabarettina. Vónandi fær Kringvarpið av at vita ☺ Hvør er tín minniligasta løta frá ólavsøku? - Tað má vera, tá eg fekk mítt fyrsta ólavsøkufríggj. Haldi, tað var í 1993. Frændur spældi í tjaldinum í Kommunuskúlagarðinum. Eros var just byrjaður og ein fit klaksvíksdidda bjóðaði mær upp til dans. Restin hendi av sær sjálvum. ☺ Hvat drekkur tú og hvussu nógv? - Nakrar øl, nakrar snapsir og nakrar White Russians. Tó ikki ov nógvar. Ólavsøkan skal njótast, og tað er einki njótilsi í at drekka seg sjálvan undir borðið. Mín ólavsøka! Lagt til rættis: Uni Holm Johannesen