mánadagur 19. juli 2010síða 27
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 19. juli · Nr. 109
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Samstundis sum talan er um størstu
kappingina nakrantíð, eru eisini
fleiri broytingar gjørdar. Onkur
teinur er dottin út og onkur annar
komin í staðin, umframt at onkur
teinur hevur skift kappingardag.
Hartil eru so eisini broytingar á
teim um ymsu teinunum, hóast
hesar broytingar samanlagt ikki
eru størri enn so, at kappingin
fram vegis líkist sær sjálvari og er á
leið líka krevjandi, sum hon hevur
verið.
Framvegis er talan um tilsamans
yvir 330 kilometrar, ið skulu súkkl
ast hesar dagarnar, og sum van ligt
eru tveir dagar við stytri einkults
startum og so tríggir dagar við
longum teinum, sum tveir av døg
unum eru yvir 100 kilometrar. Mill
um undantøkini eru tó, at motion
istarnir onkrar av døgunum hava
eitt sindur stytri tein enn hinir
súkklararnir.
Niðanfyri er eitt yvirlit yvir allar
fimm kappingardagarnar, og har er
eisini viðmerkt, hvat er øðrvísi enn
undanfarin ár.
Mikudagin 21/7
Sum vanligt byrjar kappingin við
pro logi í Klaksvík. Teinurin, sum
er einkultstartur, er umleið átta
kilo metrar til longdar, og súkklað
verður frá gomlu ferjuleguni á
Stong unum og nakað norður um
Ánir nar, har vent verður og so aftur
súkklað á ferjuleguna. Startur er
klokk an 18, og sigurshald verður
vænt andi klokkan 19.
Hósdagin 22/7
Eysturoyarteinurin
er
broyttur
mun andi, tí nú verður byrjað á
Vagl inum í Havn, og komið verður
bein leiðis á mál á Glyvrum, uttan at
súkklast skal runt Agnið. Teinurin
er um leið 110 kilometrar, og súkklað
verður úr Havn og norðureftir –
ígjøgn um bæði Kaldbakstunnilin og
Norð skálatunnilin, ið eisini krevja,
at súkklararnir hava ljós á súkkl
unum – og síðani verður farið til
Selatraðar at venda, áðrenn komið
verður á mál við Glyvra skúla.
Startur er klokkan 13, og sigurshald
verður væntandi klokkan 17.30.
Fríggjadagin 23/7
Aftur her er talan um broyting, tí
hini árini hevur Suðuroyarteinurin
verið leygardag, men fyri ikki at
hava ov nógva spilltíð, er hesin
teinur nú lagdur fríggjadag. Til sam
ans er talan um ein 75 kilometra
langan tein, ið byrjar við Føroya
Banka á Tvøroyri. Síðani verður
súkklað til Fámjins og víðari suður
eftir umvegis Hovsegg til Sumbiar
umvegis Hestin og aftur til Vágs,
har málið er við Torgið. Startur er
klokkan 16, og sigurshald verður
væntandi klokkan 18.30.
Leygardagin 24/7
Her er talan um størstu broytingina,
tí seinni einkultstarturin í kapp
ingini hevur hini árini verið í Sand
oynni, sum nú verður ofrað, tí
vandi í fleiri førum hevur verið fyri
ferðslu trygdini hjá súkklarunum.
Nú er hann fluttur í Vágar, sum
eru við fyri fyrstu ferð. Talan er
um ein 30 kilometra tein, ið gongur
úr Sanda vági til Bíggjar og aftur
til Sanda vágs. Startur er klokkan
11, og sigurs hald verður væntandi
klokkan 13.
Sunnudagin 25/7
Teinurin í Streymoynni er stórt
sæð óbroyttur, burtursæð frá mál
inum, sum nú verður við Gamla
Apotek í miðbýnum í Havn, so tí
verða heldur ikki súkklað fleiri
um før inni í Havnini. Teinurin er
umleið 109 kilometrar til longdar,
og farið verður úr Tjørnuvík um
vegis Saksun og Oyggjarvegin til
Havnar, har hildið verður fram á
Gomlurætt, har súkklararnir venda
og fara aftur til Havnar og síðani
eftir Ringvegnum úti við Strond
og niðan ímóti Vaglinum. Startur
er klokkan 14, og sigurshald verður
væntandi klokkan 18.
Samstundis sum Statoil Kring
Føroyar gongur út uppá at
avgreiða samlaða teinin upp
á stytst møguliga tíð, er eisini
ein onnur kapping í kapp
ingini. Tað er sokallaða fjalla
kapp ingin, har tað á nøkrum
á teinunum eru stig at heinta
á høgum støðum, ert tú fyrsti
súkklarin, ið kemur framvið
har.
Hesi støð eru at finna á
Eysturoyarteininum
hós
dagin,
Suðuroyarteininum
fríggja dagin og Streym oyar
tein inum
sunnudagin,
og
gjarna er talan um tvey støð á
hvørj um teini, so talan er um
seks møguleikar at savna sær
so kallað fjallastig.
Tann, ið er fyrstur á hvørj
um staði, fær fimm stig, síð
ani fær tann næsti trý stig
og tann triði eitt stig. Tann,
ið eftir hvønn av hesum tein
unum hevur flest stig saman
lagt, sleppur dagin eftir at
koyra í fjallatroyggjuni, og
tann, ið hevur flest fjallastig
eft ir lokna kapping, sleppur
at eiga fjallatroyggjuna og
verð ur kosin vinnari av fjalla
kapp ingini.
hilmarjan@sosialurin.fo
Stórar broytingar
Súkkling Í mong ár hevur Statoil Kring Føroyar verið skipað eftir stórt sæð sama
leisti, men hesa ferð eru gjørdar fleiri broytingar. Millum annað er Sandoy skift út
við Vágar, og eisini er Suðuroyggin nú á skránni fríggjadag í staðin fyri leygardag
Fjalla-
troyggjan