Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-19, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juli 2010síða 27

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Ólavsøka 2010 Hoydalsvegur 40 · Postsmoga 1133 · FO-110 Tórshavn · Tlf. 31 48 27 · www.javni.fo · javni@javni.fo Eitt líka lív er eitt kiksað lív, líka sum vissi øll húsini vóru grøn. Tá man hjálpir onkrum menniskja, so gevur man lívinum eitt klemm. Javni er felag hjá fólki við menningartarni og familjum teirra. Endamálið hjá Javna er at virka fyri javnrættindum til øll við menningartarni í føroyska samfelagnum. Javni vil fegin vera við til at skapa eitt samfelag, har rúm er fyri øllum, og har øll fáa møguleika at skapa sær eitt gott lív út frá egnum fortreytum og egnum ynskjum. Uppgávan hjá Javna er tí ógvuliga fjøllbroytt og fevnir um at skapa góðar og mennandi umstøður til børn, ung, vaksin og eldri við menningartarni. HVAT ER JAVNI? Tá ljósið slóknar, er man púra einsamallur. Hetta ger Javni m.a. við: At samskifta við og ávirka politisku myndugleikarnar At skipa fyri upplýsandi fundum, skeiðum og ráðstevnum At ráðgeva bæði teimum við menningartarni, familjum teirra, stovnum o.ø. Javni er skipað við eini starvsnevnd, sum hevur ábyrgd av virkseminum hjá felagnum, og hevur skrivstovu við Hoydalsveg 40, har tvey fólk starvast. Harumframt hevur Javni økisnevndir kring landið, sum fólk kunnu venda sær til. Til ber at lesa meira um virksemið hjá Javna á www.javni.fo. Einstaklingar: ..........................175 kr. Lesandi og pensjónistar: .........125 kr. Pør: .........................................225 kr. Feløg, stovnar og virki: ............525 kr. Limagjald kann rindast á konto 6460-1539622 Stuðul eftir egnum ynski er eisini kærkomin! GERST LIMUR Í JAVNA vit ynskja øllum viðskiftafólki okkara eina góða ólavsøku