mánadagur 19. juli 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. juli · Nr. 109
28
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
– Eg fekk sjokk tá eg vøll irnar í
Føroyum.
So leið is sigur Ben aan de Stegge,
sum starvast hjá Greenfields, ið
fram leiðir graslíkisvøllir.
– Eg havi sæð einar átta ella
níggju vøllir á ferðini í Føroyum, og
eg eri sjokeraður av vánaliga við
líkahaldinum, sigur hann víðari.
Greenfields arbeiðir við at útvikla
nýtt graslíki, sum minnir sum mest
um vanligt gras.
– Tað tykist, sum fólk hava
gloymt, at ein graslíkisvøllur eisini
skal viðlíkahaldast. Eg havi sæð
allan møguligan lort á vøllunum
kring landið. Alt frá vanligum gras
vøkstri til kipspakkar og annað
órudd, sigur Ben aan de Stegge.
V-gras
Greenfields, sum er ein hollendsk
fyritøka, hevði í farnu viku ein
kunnandi fund um sítt virksemi í
Før oyum. Greenfields byrjaði sítt
virk semi í 2003, og longu eitt ár
seinni høvdu teir framleitt til yvir
100 vøllir kring heimin. Í dag hevur
Greenfields lagt graslíki til yvir
1000 FIFA góðkendar gras líkisvøllir
kring allan heimin.
– Tað nýggjasta innafyri graslíki
eru Vformaði strá, ið ikki leggja
seg niður uppá sama máta, sum
tit kenna frá einum vøllinum í
Gundadali. Um tú tekur eitt vanligt
A4 papír og stillar tað upp eftir
enda, so dettur tað bara niður. Men
forma tað sum eitt V, so ber væl
til at fáa papíri at standa lodrætt,
sigur Ben ann de Stegge, meðan
hann demon strerar sína teori á
borð inum.
Blanda gras og graslíki
Greenfields bjóðar fleiri sløg av
graslíkisvøllinum. Millum annað
eitt slag av graslíki, sum er partvís
gras og graslíki. Fyrimunurin við
hesum er, at tað kennist framvegis
sum at spæla á vanligum grasi
og vøll urin sær altíð grønur út.
Eis ini fyribyrgir graslíki, at vøllurin
fer púra upp í mold, sum eitt nú er
væl kent frá Skotlandi og lægri
deild inum í Onglandi, serliga um
veturin. Millum annað Coventry
City í Ong landi hevur valt at gera
nýtslu av hesum slagi av vølli.
Um boð fyri Greenfields í Norð
ur londum eru danska fyri tøk
an Sportconnect, sum um framt
Flemming Lauenborg, telur navn
frama danska fótbólts spæl aran,
Allan Ravn.
– Tað hevur stóran týdning, at
ein graslíkisvøllur verður lagd
ur á orduligt. Vit leggja nógv
fyri, tá vit leggja graslíkisvøllir
á, sigur Flemming Lauenborg.
Ein nýggj ur graslíkisvøllur kostar
mill um tvær og tríggjar milliónir
krón ur. Alt eftir hvat fyri undirlag,
og hvussu tjúkt tað skal verða og
stødd ina á vøllinum. Tá er tikið
hædd fyri, at bara graslíki skal
legggj ast á. Verður byrjað heilt
frá grund ini, so metir Flemming
Lauenborg, at ein nýggjur leikvøllur
kostar áleið fimm og eina hálva
millión.
trondur@sosialurin.fo
Fekk sjokk tá eg sá
vøllirnar í Føroyum
Graslíki Framleiðari av graslíkisvøllum heldur, at vøllirnir í Føroyum
verða alt ov illa viðlíkahildnir, og tí eru í ringum standi
HB tekur
ímóti Salzburg
HB fekk ein ordans vals, tá ið liðið spældi ímóti
eysturríkska liðnum Red Bull Salzburg í farnu
viku. Hetta var dysturin í 2. Undanumfari til
Champions League kappingina. HB tapti 50, og
tí er eingin spenningur um, hvat av liðunum skal
víðari í kappingini. Men HB skal royna at koma
fyri seg aftur í seinna dystinum, sum verður
spældur í Gundadali týsdagin kl. 17.00.
Drekin vann sannførandi á Teistanum
Seinnapart í gjár var umróður í FMkappingini í barnaróðrinum hjá gentum
millum Teistan og Drekan. Ikki sørt av spenningi var undan róðrinum, tí hesir báðir
bátarnir hava verið rættiliga javnir alt kappingarárið, hóast Teistin flestu ferðirnar
hevur drigið longra stráið. Í dag var tað so Drekin, ið lá omaná, tá ið komið var um
málstrikuna. Drekin vann við í minsta lagi einari bátslongd. Orsøkin til umróðurin í
dag er, at á fyrsta FMróðrinum á Norðoyastevnu varð Drekin diskvalifiseraður, eftir
at verða komin á mál við júst somu tíð sum Teistin. Argja Róðrarfelag kærdi Drekan
fyri viðurskifti, tey ikki mettu vera í lagi. Dómsnevndin í Róðrarsambandinum hevur
síðan víst kæruni aftur. Teistin og Drekin liggja framvegis ávikavist sum nummar
1 og 2 í kappingini.
Mynd: www.hb.fo
Tilvildarlig mynd