Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-19, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juli 2010síða 28

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Ólavsøka 2010 – Ókeypis blað frá Sosialinum Leif Hansen • Myndir: Savnsmyndir Waagstein skrivaði sína ólavsøkukantatu í samband við 900 ára haldið fyri deyða Ólav Heilaga í 1930. Kantatan skuldi framførast undir tinghúsinum, tá skrúðgongan kom aftur úr kirkjuni ólavsøkumorgun. Hetta er fyrsta tónleikaverk, sum beinleiðis er skrivað til tjóðarhátíðina. Kantatan gav kórtónleikinum ein sentralan leiklut í ólavsøkuhátíðini og harvið eisini í føroyska tjóðarsamleikanum. Fólksligi kórsangurin Tað er neyvan av tilvild, at tað júst varð kórtónleikurin, sum fekk tónleikaliga høvuðsleiklutin í hátíðarhaldinum. Amerikanski tónleikaetnologurin Philip V. Bohlman sigur í einum av sínum bókum, at einki annað slag av tónleiki hevur sum kórsangurin sett tjóðina á tónleikaliga pallin: “Kórsangurin er ein kropsliggerð av tjóðini, eitt tekin uppá homogenu tjóðina.” Longu undir fronsku kollveltingini hevði kórsangur ein samlandi – og, ikki minst, ein samleikaskapandi leiklut. Tónleikurin varð fluttur úr konserthøllini út á torg og í parkir. Alt fólkið skuldi luttaka í framførslunum. Eftir kollveltingina kunnu mong politisk og tjóðskaparlig drøg knýtast at teimum mongu kórunum, sum blómaðu upp í flestu evropeisku stórbýum. Í Eystur­ ríki varð eitt skifti bann sett móti manns­ kórum, tí at hesi vóru hildin at verða ov tjóðskaparlig og tí ein hóttan móti einaveldinum. Sjálvt um nógvur kórtónleikur varð skrivaður um hetta mundið, so livdi hann eina marginaliseraða tónleikasøguliga tilveru. Kórtónleikurin kundi tó sum einki annað tónleikaslag knýta tónleikin saman við tjóðskaparkenslu. Tónasmiðinir leitaðu sær, í rætta romantiska andanum, íblástur í nationala fólkatónleikinum, og hesin kom at fylla nógv í sangskránni hjá kórum kring Evropa. Hinvegin fekk kórtónleikurin ein sosialsøguligan týdning. Vanligir borgarar fingu eitt nú innlit í uppbyggjandi mentanarliga umhvørvið, sum tann borgaliga tónleikamentanin eisini bygdi á. Ynskið um Føroyakór Fyrstu kórini í Føroyum vóru sett á stovn síðst í 19. øld, so kórsangurin var relativt nýggjur í Føroyum, tá Waagstein skrivaði sína kantatu. Men eingin ivi er um, at søguligu fyrimyndinar úr Evropa hava havt ein leiklut. Fyrireikarnir vistu ivaleyst, hvørjar eginleikar kórsangur hevði í einum hátíðarhaldi sum Ólavsøkuni. Waagstein skrivar í fororðinum til prentaðu útgávuna av kantatuni, sum kom út í 1946: “Tað er mín vón, at tað so við og við koma góð manskór víða hvar um land okkara, og skuldi eg sett fram eitt ynski, var tað hetta, at tað fer at verða ein fastur siður, at hesi manskór á hvørjum ári undan Ólavsøku koma til Havnar og sum eitt Føroyakór syngja saman hesa kantatu.” Ynskið um eitt “Føroyakór” har øll tjóðin, og ikki bara sangarar úr Havn syngja við, gevur kórsanginum, við støði í fronsku traditiónini, eina serstøðu í tjóðskaparligu tilvitanini. Thomas S. Anderssohn nevnir tó í bók síni um H.J. Højgaard (2003), at talan ikki var um eitt “Føroyakór” fyrr enn Højgaard tók við í 1953. Fram til tá hevði Havnar Sangfelag staðið fyri sanginum. Við Højgaard verður tað vanligt at blandað kór sygur á ólavsøku, ístaðin fyri bara mannskór, og at sangskráin við tíðini bara inniheldur føroyskan tónleik. Anderssohn sigur í bók síni, at fram til 1925 var størsti parturin av sangskránnið hjá Havnar Sangfelag útlendskur, serliga skandinaviskur. Av teimum 56 løgunum, sum Sangfelagið hevði sungið í árunum 1904­1925, vóru bert teir átta føroyskir. Við kantatuni hjá Waagstein fekk føroyskur kórtónleikur vind í seglini. Føðilandsyrkinganar, sum vóru skrivaðar um aldarskiftið, komu á sín sjálvsagda tónleikapall – tinghúsvøllin á Ólavsøku. Løg og útsetingar vóru gjørdar, og eitt føroyskt repertoire varð hervið uppbygt. Fleiri kantatur 80 ára gamli siðurin við sangi á Ólavsøku hevur enn sín týdning í dag. Ein hópur av tónleikaverkum eru tey seinastu 10 árini skrivað til framførslu á Ólavsøku. Í 2000 vann Tróndur Bogason kapping um at skriva nýggja ólavsøkukantatu. Síðani eru eisini tónleikaverk hjá Kára Bæk, Knút Olsen, Paula í Sandagerði og seinast Sunleif Rasmussen sungin á tinghúsvøllinum. Nógvir sangarir leita sær hvørt ár til Havnar at syngja við Ólavsøkukórinum. Ólavsøkukórið er hjá mongum eitt hæddarpunkt á hesi høgtíð. Kórsangur og ólavsøka er ein blanding, sum fær tjóðarkensluna at blóma. Ein tjóðarkensla, sum nú í 80 ár á rað er givin til kennar gjøgnum kórsang á Ólavsøku. Ólavsøkukantatan og ólavsøkukórið 80 ár Kórsangurin hevur havt ein sentralan leiklut í ólavsøkuhaldinum, líka síðani Waagstein fyri 80 árum síðani savnaði eitt havnarkór at framføra ólavsøkudag. Í fyrstuni var talan um útlendskar kórsangir, men so við og við gjørdist sangurin føroyskur, og kórsangararnir koma nú úr øllum landinum Waagstein, sum byrjaði við Havnarkórinum á ólavsøku, ynskti, at tað skuldi vera eitt blandað manskór við sangarum úr øllum landinum, sum skuldi framføra á ólavsøku. Tann dreymurin er nú veruleiki, og harumframt eru kvinnuraddir eisini lagstar afturat Lagt til rættis: Eydna Skaale