Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-19, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juli 2010síða 29

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mánadagur 19. juli · Nr. 109 Sosialurin Sissal Kampmann Øll vilja hoyra teirra fangandi og melidiøsu løg, syngja við og hoyra teirra stutt ligu tekstir, sum tó so ofta hava ein týdn ing­ armiklan, undir ligg jandi boðskap, ið er verð ur at taka til eftir tekt ar. Teir eru helst tað, ein kann kalla røddin hjá tí unga fólki num í landinum, og stemn ing urin er altíð fan­ tast iskur, tá teir spæla. Eg kann ímynda mær, hvussu stutt ligt tað má vera hjá teimum at standa á pallinum og sígg ja so nógv fólk skróla við sangunum, teir hava skriv að. Ikki minst er tað óbe skrive liga gott, deiligt og posi tivt at síggja og hoyra hesar væl saman­ spæl du menninar, sum allir hava eitt forherað glimt í eyganum, sum ikki ber til at standa ímóti. Teir syngja um alt tað, eing in hevði droymt um at torað at fýrt av fyri bara 10 árum síðan. Men tað er fantastiska gott og gleðiligt at síggja og hoyra, at tíðirnar eru broytt ar, og at vit eru við at førka okk um inn í moder ni tetin. – Tað var eisi ni uppá tíðina. Óvanliga fáir áhoyrarar Fríggjanáttina kl. ræðu­ liga seint fóru Páll Finnur Páll so á pall, og hó a st tað van liga er stúvstappað til kon sertirnar hjá teimum, so var spæli plássið ikki meir enn umleið tveir trið ing ar fult. Tað er ongin ivi um, at fleirtalið av G!gestunum hoyra til tann aldursbólkin, sum eigur Páll Finnur Páll, eins og aðrir aldursbólkar át tu Frændur, Harka liðið, E nekk osfr., og tí undr ar tað, at spæli plássið ikki var á tremur. Um hetta stóðst av veðrinum, seinu fram­ førslu ni ella onkrum heilt triðja, skal eg ikki kunna siga, men trupulleikin var ikki hann, at teir ikki leve r aðu vøruna akkurát, sum teir skuldu. Í reyðum skjúrt um og svørtum slips um byrjaðu teir í topp for mi. Henda formin hildu teir gjøgnum alla kon sert ina. Teir spældu alt tað, fjøldin vildi hoyra og góvu teimum tað, tey høvdu bíð að eftir. Tey, ið vóru á kon sert­ ini, høvdu eina supergóða upp living, har ljóðið var fínasta slag, og har tey fingu møgu leika at dan­ sa og syngja, eins og tey høvdu havt við Eivør framm a n undan . So Sigøjnarin á vagli­ num, tey heim leysu og all ir hinir figurarnir hjá Páll Finnur Páll vunnu flog á gøtu himmalinum, har regnið enn eina ferð síl aði niður hetta viku­ skift ið, ið helst var eitt tað vátasta í laaaaanga tíð. Hetta var hinvegin kans ka eisini einastu ferð flestu áhoyr ar arnir hjá Páll Finnur Páll ikki høv­ du eina madras í part, og so kann mann kanska læra eitt sindur av tí, gleða seg til at koma heim aft ur til sivilisatiónina og taka alt kaos ið sum eina uppliving, ið er verd at minnast fyri tað hon var. Vit hava ikki eina madrass í part G!-festivalurin Páll Finnur Páll er helst tann bólkurin í Føroyum, ið megnar at savna flest fólk til konsertir. Um tað er í Keypmannahavn ella í Føroyum, koma fólk streymandi í so stórum mongdum, at tað ikki er pláss fyri øllum Sissal Kampmann Mynd: Jens Kristian Vang Leygardagurin á G! var eisini ring ur at spáa um frammanundan. At Før oyar vera kallaðar The land of may be, var avgjørt ikki gjørt til skamm ar, tí allur dagurin var ein bland ing av sól, regni, vindi og enn meiri kaosi. Í veruleikanum manglaði bert at tað fór at kava, men so illa stóð tó ikki til. Men fyri at tað ikki skuldi vera lygn, fór streymurin mitt í tí heila um middagsleitið leygardagin, og Gøta lá í streymloysi í fleiri tím ar. Hetta ávirkaði sjálvsagt allan festi valin, men, um tað skal ganga gal ið, so hví ikki lata tað ganga heilt galið? Streymurin kom tó aftur í aftur, og tá konsertirnar so smátt byrjaðu niðri á pallinum, Fyri oman Brúgv, um fýra­fimm tíðina var eitt sind ur av fólki komið at lurta. Tað regn aði illa, og tað tóktist, sum gestir­ nir eftirhondini høvdu vant seg við, at soleiðis var veðrið bara í ár, og tað var tað. Vorðin vaksin Tá tað leið móti kvøldi var túr ur in komin til 20 ára gamla Brand En ni, sum í løtuni er búsitandi í Svø ríki, har hann lærir til lagasmið. Tað eru stórar vónir til Brand, sum verð ur mettur at fara at klára seg væl í altjóða poppheiminum. Hann hevði útgávusáttmála, áðrenn hann var liðugur at útbúgva seg, og hetta skuldi borga fyri góðsku, um einum dám­ ar popptónleik. Brandur gav sína fyrstu fløgu út sum 12 ára gamal, og hann er helst tað tættasta ein kemur til eitt skap að poppfyribrigdi. Brandur er har um framt tað tættasta vit koma til eina barnastjørnu í Føroyum, og hann var ótrúliga væl umtóktur um aldar skiftið, tá barnastjørnur vóru eitt serstakliga populert fyribrigdi í norðurlondum. Sum bert 13 ára gamal var hann heimsstjørna í Før oyum, serliga kendur fyri lagið, Wait ing in the moonlight. Nú hevur hann givið sína fyrstu fløgu út sum vaksin, Sometimes truth needs a lie, og við hesum mark er ar hann eitt skift í síni karr i eru sum tónleikari. Tað, ið kans ka er serliga áhugavert, er, at tað er Christoffer Lundquist, ið áður hevur arbeitt saman við m..a. Roxet te, Per Gessle, Ulf Lundell, Money brother og øðrum kendum nøvn um, sum hevur framleitt fløgu na hjá Brandi. Søtt, men gott Veðrið var ordiliga gott í mun til, hvat tað hevði verið, tá Brandur fór á pall á G! fyri at spæla sín tónleik fyri áhoyrarunum. Tá hann fór á pall á spæliplássinum uml. kl. 19, var komið eitt sindur av fólki kom ið oman á spæliplássið at lurta eft ir tvøramanninum, ið hóast sín unga aldur hevur nógv ár á baki í føroyskum tónleiki. Tað legðist alsamt meir fólk til, sum konsertini leið. Tónleikurin, Brandur framførdi leyg ar dagin á G!, var melidiøsur popp/rokkur við einum fólksligum ís koy­ ti, ið serliga kom fram við violin spælinum hjá Angeliku Niel sen. Angelika megnaði við violini at lyfta tónleikin longur, enn hann vil di komið, um hon ikki var við. Tað var, sum um hon tók broddin av tí, ið lætt kundi blivið eitt sindur søt suppu agtigt. Tónleikurin hjá Brandi var kans ka meir følin enn kensluborin, og av og á bleiv tað í so romantiskt og forútsigiligt reint tónleikaliga. Men av tí, at Brandur hevur eina sera vakra rødd, sum uttan trupulleikar kann bera slíkan tónleik, bleiv tað ikki irriterandi, men heldur ein kon sert, har man fann seg sjálva standa og murra við sangunum hjá Brandi, um eg vildi tað ella ei. KansKa­ landið G!-festivalurin Brandur Enni, sum er føroyska barnastjørnan, var á palli leygarkvøldið kl. 20. Framførslan var søt og romantisk, men serliga góða violinspælið var ein góð barlast til tað sukursøta