Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-19, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juli 2010síða 29

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Ólavsøka 2010 Sera nógv fólk savnast á Vaglinum ólasøkudag eftir kirkjugongd at lýða á stóra ólavsøkukórið Í fjør var kantatan hjá Sunleifi Rasmussen framførd, men í ár verður farið aftur til fyrstu ólavsøkukantatuna, sum Waagstein og Mitens skrivaðu fyri 80 árum síðani Kórsangurin 2010: • Í ár eru 80 ár liðin síðani fyrsti kórsangurin varð sungin undir tinghúsinum ólavsøkudag. • Tá høvdu Jógvan Waagstein, tónaskald, og Edvard Mitens, tingformaður, skrivað kantatu til 900 ára minnishaldið um Ólav hin Heilaga. • Hendan fyrsta kantatan, sum í ár er 80 ára gomul, verður aftur á skránni hesa ólavsøkuna. • Fyrsta kantatan er skrivað fyri manskór. Tá var tað Havnarkórið, sum framførdi, men nú er kórið vorðið eitt blandað kór við sangarum úr øllum landinum. • Solistur í ár verður Herfinnur Árnafjall, ið er virkin solosangari í Týsklandi. • Umframt at syngja solo í kantatuni, veðrur Herfinnur Árnafjall eisini solistur í tveimum øðrum sangum, sum verða framførdir. • Umframt kantatuna verða eisini tveir aðrir manskórsatsir eftir Waagstein framførdir, fyri at heiðra minnið um tónaskaldið. • Kvinnurnar koma uppí sangin, tá sangurin um høvuðsstaðin Tórshavn hjá Poul F og Hans Jakku Højgaard verður framførdur, og tá tjóðsangurin verður sungin.