mánadagur 19. juli 2010síða 42
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. juli · Nr. 109
42
Sosialurin
Uni Holm Johannesen
Arne Debes Winthereig setur
seg afturá, krossar armarnar
og hyggur sannførdur fram
fyri seg.
– Never change a winning
team, sigur hann argandi og
flennir.
Formaðurin í Unga Sam
bandinum situr væl hýrdur í
myrkari troyggju frá Guðrun
& Guðrun. Orsøkin er løtt og
einføld. Havnardrongurin
við ljósa hárinum stór
trív ist í Føroyum, og hann
hevur ongan tørv at broyta
grun dvøllin, sum før oyska
samfelagið stend ur á. Tí er
uppgávan hjá odda mann
inum fyri ung ar sam bands
sinnaðar føroy ingar fyrst og
fremst at sláa manngarð um
verandi tryggu karmar.
Heima við hús noyðist
hann í mangan tvídyst við
familjuna. Arne hevur við
sínari
politisku
hugsjón
vent familjuni bakið. Hann
hevur ættarbond úr Debes
familjuni frá Gjógv, sum
eru tiltikin tjóðveldisfólk.
Hans Jacob Debes, sáli, er
mammubeiggi
hansara.
Hann sat á tingi fyri Tjóð
veldisflokkin, og átti millum
annað
týðandi
leiklut
í
tjóðskaparrørsluni í farnu
øld. Mamma Arna er, eins og
restin av familjuni, íðin tjóð
veldiskvinna.
Tey hava altíð tosað nógv
um politikk við døg urða
borðið. Arne hevur ongantíð
latið seg ávirka, og sum tann
áringur fór hann at verja
sambandshugsanina.
Hann vísir á, at hann hevur
altíð verið sambandsmaður.
Mamma hevur ongantíð
dult, at hon stuðlar tjóðveld
inum fult og fast. Men eg
havi fingið fríar teymar at
velja, og romantikkurin við
ríkisfelagsskapinum
til
tal ar meg. Eg eri glaður og
væl nøgdur við føroysku
tilveruna.
Eitt
og
hvørt
samfelag kann gera ymsar
batar, men sum heild hava
føroyingar onga orsøk at
grenja.
Skulu
vit
fram
hald andi hava eitt liviligt
samfelag, dugi eg ikki at
síggja aðrar møguleikar enn
at samstarva við Danmark.
Tí eri eg sambandsmaður,
greiðir Arne Debes Winth er
eig frá.
Hann vísir á, at hann
hevur ofta sitið einsamallur
við sínari politisku hugsjón
til føðingardagar. Hann tekur
hinvegin skemtandi til, at
hann verður framvegis boðin
til familjutiltøk.
Framvegis ungur
Arne situr við ídni og prát ar
um sítt higartil stutta polit
iska lív á Hvonn. Framman
fyri honum stendur ein
kaffikanna, sum hann tømir
so líðandi.
Orka og hugur lýsir av
honum, meðan orðini rapla
úr munninum. Tað gerst
skjótt greitt, at formaðurin
veit, hvat hann tosar um.
Hann tykist væl kunnaður
um viðurskiftini og grund
gevur væl fyri sínum sjónar
miðum.
Tað er skjótt eitt ár síðan,
at Arne settist í formansstólin
í Unga Sambandinum. Hann
hevur átt týdningarmiklan
leiklut í, at larmandi politiska
tøgnin hjá unga ættarliðnum
er av, nú fleiri av politisku
ungmannafeløgunum hava
tikið blaðið frá munninum.
Tað lá ongantíð í kortinum,
at Arne skuldi ganga á odda
fyri ungu sambandsfólkini.
Meðan hann gekk á hand
ilsskúla fýltist hann á, at
ung dómurin
hevði
onga
rødd í almenna rúminum.
Tað vant meira og meira
upp á seg, og fyri gott og
væl einum ári síðan setti
hann seg í samband við
Unga Sambandi. Hann var
á aðalfundinum, sum ikki
hevði stórvegis undirtøku,
og skjótt fekk hann nýtt
spjaldur hongt um hálsin.
26. august í fjør varð hann
valdur til formann.
– Tað hjálpir ikki at sita í
sofuni og grenja, vil tú hava
broytingar. Eg vildi gera mína
ávirkan galdandi, og eg frøist
um, at ungmannafeløgini
aftur hoyrast og síggjast.
Tú ert 25 ára gamal og
formaður í Unga Sam band
inum. Hvør ambitiónir hevur
tú sum politikkari?
Arne hvørvur leitandi inn
í sín egna hugaheim eina
løtu, áðrenn hann svarar.
– Eg havi í grundini ongar
ambitiónir. Eg havi ikki
hugs að stórvegis um mínar
persónligu framtíðarætlanir,
so eg dugi ikki at svara hasum
spurningum júst nú, svarar
hann greiður á málinum.
Arne starvast dagliga á
Marine Harvest Faroes. Hann
er just liðugur við fyrsta part
av HD1útbúgvingini.
Tað skorar ikki
Ungmannafeløgini hava í
seinastuni kent sviðan av, at
yngra ættarliðið hevur ikki
stórvegis áhuga fyri politikki.
Sum Arne vísir á, setist
ungdómurin heldur framman
fyri sjónvarpsskíggjan enn at
fara til politisk tiltøk. Tað er
trupult at skipa fyri tiltøkum,
tí undirtøkan er ofta lítil.
Formaðurin í Unga Sam
bandinum er ikki í iva. Tað er
ikki kul, og tað skorar ikki at
vera politiskt áhugaður sum
ungur í dag. Og serliga ikki,
um tú er sambandsmaður.
– Tað dregur so ongan at
mær í náttarlívinum. Nei,
tað er ikki beinleiðis kul.
Ungdómurin er rebelskur
og ræðist ikki broytingar.
Tey hugsa lítið um tað, sum
vit hava, men ynskja okkurt
øðrvísi. Tí er nærliggjandi
hjá teimum, sum hava áhuga
fyri politikki, at flokkast um
fullveldið, sum vit ikki hava
roynt áður. Hinvegin er mín
greiða sannføring, at tað er
kul at standa við sítt og sína
sambandshugsan, sigur Arne
Debes Winthereig.
uni@sosialurin.fo
Tað dimma
lambið
SAMRØÐA Hann er av tiltiknari tjóðveldisfamilju. Men seinasta árið hevur hann verið formaður í Unga
Sambandinum. Arne Debes Winthereig er tað dimma lambið í tjóðveldissinnaðu Debes-familjuni
At vera føroyingur:
– Eg eri eins góður føroyingur og tey mest
tjóðveldissinnaðu. Eg síggi ongar vansar í at
samstarva við Danmark og samstundis rópa
meg føroying.
Drotningavitjanina:
– Tað er sjarmerandi. Eg var ikki ein teirra, sum
veittraðu við Dannebrog á Bursatanga, tá tey
komu til landið. Men drotningavitjanin órógvar
meg í øllum førum ikki.
Sjónarmiðið hjá Tjóðveldi:
– Fáa vit sama samfelag uttan donsku
ríkisveitingina, so stuðli eg loysing. Eg dugi
bara ikki at síggja, at tað fer at eydnast. Við
verandi politikkinum hjá Tjóðveldi er einki
alternativ til ABC-samgonguna. Tað er ein stórur
veikleiki fyri føroysku skipanina. Ein av størstu
flokkunum kann ikki samstarva somikið, at teir
eru førir fyri at vera í stjórn. Tað hava vit sæð
óteljandi ferðir. Tað hevur við sær, at vit fáa
ongar avleiðingar av politikkinum, sum verður
førdur í løtuni.
Høgna Hoydal:
– Eg havi altíð virðing fyri Høgna Hoydal, hóast
vit eru ósamdir í málinum um ríkisfelagsskapin.
Hann er í grundini ikki øðrvísi enn aðrir
sambandsmenn, tí hann stuðlar tí, sum hann
metir er rætt, eins og vit eisini gera.
Politikaran, hann hevur størst
virðing fyri:
– Helgi Abrahamsen er mín føroyska politiska
fyrimynd. Hann er sera nærlagdur og ágrýtin
í sínum arbeiði og leggur nógv fyri. Tað eru
slíkum kempum, sum vit hava tørv á.
Arne um ...
Tað dregur so ongan
at sær í náttarlívinum
at vera ungur og
sambandssinnaður