Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-19, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juli 2010síða 42

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Ólavsøka 2010 – Ókeypis blað frá Sosialinum Seinnu árini hevur verið langt millum fót bóltsdystirnar hjá havnarfeløgunum á ólav søku, ið hava nakað upp á seg. Fyrr plagdu HB og TB at spæla ein dyst og B36 og KÍ ein annan, men hóast hesir dystir vóru fastur siður í mong ár, eru teir ikki áskoðaramagnet longur, og tað er langt síðani, at nakar slíkur dystur hevur verið spældur. Ein orsøk til tað hevur sjálvandi verið, at fleiri ferðir tey seinnu árini hevur finalan í kappingini um Løgmanssteypið verið á ólavsøku, men so verður ikki í ár. Í staðin er finalan farin norður til Klaksvíkar, har hon mestsum verður partur av summar­ festivalinum. Tað hevur so givið pláss fyri, at bæði HB og B36 kunnu spæla dystir, ið telja, tí í báðum førum verða spældir landskappingardystir. Í skrivandi løtu var ikki heilt greitt, hvør spældi nær, men nógv bendi á, at HB og B71 spældu ólavsøkuaftan og B36 og Víkingur ólavsøkudag. Sum støðan er í landskappingini, hava báðir hesir dystir týdning, nú kappingin er gott og væl komin hálva leið. Dysturin millum HB og B71 er á pappírinum kanska ikki so spennandi, men HB er bara eitt stig aftan fyri oddaliðið, NSÍ, og B71, er bara trý stig framman fyri tey bæði liðini, sum eru niðan fyri niðurflytingarstrikuna. Tí hevur ein sigur stóran týdning hjá báðum pørtum. Hin ólavsøkudysturin er millum B36 og Víking, sum liggja á ávikavist fimta og sætta plássi á stigatalvuni. B36 kann við sigri fara heili seks stig fram um Víking, sum hinvegin kann taka B36 aftur, eydnast teim um ljósabláu at vinna. Tey seinnu árini er ólavsøkan, ítróttarliga sæð, byrjað við ólavsøkukapprenningini, og í ár er heldur einki undantak. Týskvøldið klokkan 18 fer kappingin í gongd á Skála­ trøð, og væntandi verður undirtøkan á leið tann sama, sum hon hevur verið tey seinnu árini. – Tað hava verið úti við 300 rennarar við, og tað er líkasum eisini markið, tí rutan gevur ikki pláss fyri so nógvum aftrat. Hetta er blivin ein serlig kapping, tí hon er á ólav søku, samstundis sum hetta jú er tann seinasta av Grand Prix­kappingunum, sigur for maðurin í Bragdinum, Fríðrikur Bláhamar. – Akkurát sum í øðrum ítróttargreinum, er tað nakað serligt at vinna á ólavsøku, so gjarna leggja rennararnir nógv fyri. Hesa ferð kemur kanska onkur av okkara góðu kvinnuligu rennarum, sum eru niðri, upp til kappingina, so tað verður uppaftur meira spennandi har, enn tað kanska hevur verið. Bæði børn og vaksin Kappast verður í ymsum bólkum hjá bæði vaksnum og børnum. Tey vaksnu renna fimm kilometrar, meðan teinarnir hjá størru børnunum er 1200 metrar og hjá teim um smærru 600 metrar. Runnið verður runt av Skálatrøð og út á Bakka, har vent verður, og so skal rennast rundan um hand­ ilin hjá Valdemar Lützen og aftur á málið, sum er á Skálatrøð. – Øll árini hevur hetta verið ein fólkslig renning, so øll eru hjartaliga vælkomin, bæði vaksin og børn. Tíðirnar hjá teimum bestu liggja millum eitt korter og 20 min­ uttir, meðan nógvir av rennarunum hava tíðir, sum liggja um 25 minuttir, so hetta er av gjørt eisini ein áskoðaravinarlig kapping, sigur Fríðrikur Bláhamar. Tilmeldingin verður á heimasíðuni www. renn.fo, og seinasta freist er mána kvøldið 27. juli. Teir rennarar, sum eru við í ólav­ søkukapprenningini, skulu møta ein tíma undan kappingini at fáa start nummar. Tveir ólavsøkudystir Eingin steypafinala er á ólavsøku í ár, men kortini verða ikki færri enn tveir dystir av týdningi spældir í Gundadali á ólavsøku, tí bæði HB og B36 hava heimadyst í landskappingini Hilmar Jan Hansen Hilmar Jan Hansen Renningin er tað fyrsta Sum vanligt, er Ólavsøkurenningin byrjanin til ítróttarliga partin av ólavsøkuni, samstundis sum hetta er tann síðsta av Grand Prix-kappingunum