leygardagur 18. mars 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 55 - 18. mars 2000
Fá arbeiðsroyndir til at søkja inn á reklamuskúla ella grafiskan designskúla
Sansir pf, Tinghúsvegur 47, Box 1099, FO-110 Tórshavn, Tel 355 355, Fax 355 350, sansir@sansir.fo
Kundi tú hugsað tær at slept tínum sonsum
leysum og farið á grafiskan designskúla ella
reklamuskúla, so bjóðar reklamuhúsið Sansir
tær arbeiðsroyndir, áðrenn tú søkir.
Reklamuskúlin setur krav um, at tú hevur 2 - 3
ára arbeiðsroyndir ella útbúgving frá Den
Grafiske Højskole ella líknandi. Den Grafiske
Højskole og Danmarks Designskole krevja ikki
arbeiðsroyndir, men mæla til, at tú fært tær
royndir, áðrenn tú søkir.
Vilt tú hava upplæring hjá Sonsum, er tað ein
fyrimunur, um tú hevur studentsprógv, HF, HH
ella líknandi alment búgvandi royndir.
Góður form- og litsansur og eitt gott hugflog er
avgjørt eitt krav. Ert tú ein góður fríhondsteknari,
er tað enn betri. Og hevur tú tað gott við tónleiki,
ger tað ikki støðuna verri.
Eitt lætt lyndi, góð samstarvsevni og royndir at
arbeiða í bólki eru eisini góð at hava í
viðførinum.
Send eina stutta øðrvísi frágreiðing um teg
sjálva/n saman við tekningum og/ella øðrum
grafiskum tilfari, tú hevur tilevnað.
Kunnu vit ikki taka dagar ímillum innsenda
tilfarið, fara vit at geva tykkum eina grafiska upp-
gávu at loysa, sum vit síðani taka støðu útfrá.
Tú skalt byrja 7. august 2000. Seinasta freist at
søkja er mánadagin 1. mai 2000.
S A N S I R
www.sansir.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Høgni Mohr
Yngd: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Veljarakanningin hjá Sjónvarpinum og Sos-
ialinum gevur sitandi samgongu eitt stórt
misálit. Landsstýrið missir meirilutan í Løg-
tinginum, og harafturat fær høvuðsmálið hjá
samgongunu - fullveldisætlanin - ikki sann-
førandi undirtøku frá føroysku veljarunum.
Tað er minni enn eitt prosent á muni mill-
um tey, sum velja fullveldi, og tey, sum siga
nei til fullveldi. Hetta er ikki sannførandi
grundarlag hjá landsstýrinum at samráð-
ast um eina nýggja stjórnarskipan. Nú er
talan um eina veljarakanning, men hon
eigur at geva landsstýrinum eina ábending
um, hvat føroyski veljarin heldur.
Eitt er, at meirilutin er so tepur sum 0,7
prosent. Eitt annað er, at tað eru bara 45
prosent, sum í løtuni taka undir við fullveld-
isætlanini hjá landsstýrinum. Tað merkir, at
minni enn helvtin av føroysku veljarunum
sigur ja til eina so víðgongda stjórnmála-
broyting. Henda støðan eigur at geva lands-
stýrinum nakað at hugsa um.
Í hesi veljarakanningini kundu tey, sum
vórðu spurd, bara svara, um tey søgdu ja
ella nei til fulveldi. Nú hevði sjálvandi verið
áhugavert at fingið at vita, hvørja askoðan
veljarar høvdu til tey ítøkiligu uppskotini hjá
Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum.
Báðir teir stóru andstøðuflokkarnir ganga
nógv fram í veljarakanningini, og Javnað-
arflokkurin hevði aftur verið størstur flokkur
við 27,3 prosentum av atkvøðunum og 9
tinglimum. Tað eru óivað fleiri orsøkir til hesa
gongd, men høvuðsorsøkin er helst hon, at
nógvir veljarar - eisini í øðrum flokkum -
taka undir við sjálvstýriskósini hjá Javnað-
arflokkinum. Hon er hóvlig og meiri realistisk
enn fullveldisætlanin hjá landsstýrinum.
Tað er óivað her, at orsøkin til skortfleingj-
una, sum Fólkaflokkurin fær, skal finnast.
Bara helvtin av fólkafloksveljarunum taka
undir við fullveldi og Fólkaflokkurin gongur
nógv aftur - eini 5 prosent og hevði mist
tríggjar tinglimir, um val var nú.
So er spurningurin, um teir hóvligu tinglim-
irnir hjá Fólkaflokkinum, fáa høvdið fyri seg
og fáa talað restina til rættis, so ein loysn
verður funnin í spurninginum um framtíð-
arstøðu Føroya á eini leið, sum bæði Javn-
aðarflokkurin, Fólkaflokkurin, Sjálvstýris-
flokkurin og helst eisini Tjóðveldisflokkurin
kunnu taka undir við. Tað krevur, at Tjóð-
veldisflokkurin má slaka nakað, men ein
slík loysn hevði í øllum førum havt eina
nógv breiðari undirtøku í fólkinum. Vit høvdu
eisini sloppið undan eini støðu, sum klívur
føroysku tjóðina í tveir líka stórar partar,
við óhepnum politiskum avleiðingum í
drúgva tíð afturat.
Stórt misálit
á samgonguna
Verður asfalterað millum Vág og Lopra
Politibilurin rendi á tríggjar bilar
Politibilur úr Klaksvík, sum í skundi var á veg til vanlukkuna á Viðareiði
hósdagin, rendi á tríggjar bilar og er vrak
EYÐUN KLAKSTEIN
Ein av politibilunum í
Klaksvík var úti fyri einum
ógvusligum óhappi hósdag-
in.
Politiið varð boðsent til
vanlukkuna á Viðareiði, har
ein smágenta var dottin í
eina á, men á vegnum gjøg-
num Klaksvík, var politi-
bilurin úti fyri einum ó-
happi, sum hevði við sær,
at bilurin helst er vrak.
Ýlandi og blinkandi poli-
tibilurin var á veg norður
gjøgnum Nólsoyar Páls
Gøtu, har hann yvirhálaði
fleiri bilar, sum koyrdu inn
til síðuna.
– Tá eg kom norður móti
ferjuleguna, tók eg nakað av
ferðini av, tí ein bilur var
frammanfyri. Men tá hann
tóktist at fara inn til høgru
síðu fyri at halda av, trýsti
eg aftur á spitaran og skuldi
fara fram við honum. Men
tá legði hann tvørtur um
vegin og beint út fyri okk-
um, greiðir førarin, Karl Jo-
hansen, frá.
Fýra bilar
Politibilurin rendi beint inn
í bilin, sum ætlaði sær
tvørtur um vegin, og bilurin
við bláa blinkinum á taki-
num varð síðani slongdur
oman á parkeringsplássið á
ferjuleguni, har hann rendi
inn í tveir parkeraðar bilar.
Tríggir av teimum fýra
bilunum eru illa farnir, og
ivasamt er, um politibilurin
og tann fyrst árendi bilurin
verða gjørdir aftur. Fjórði
bilurin fekk lítlan skaða, og
eingin fólkaskaði stóðst av
óhappinum.
– Vit ringdu eftir óhappið
beinanvegin á politistøðina,
haðani ein politistur kom
við einum nýggjum bili, so
vit kundu sleppa til Viða-
reiðis, sigur Karl Johansen.
Smágenta á Viðareiði doyði
2 ára gomul genta á Viðareiði doyði, eftir hon datt í eina á og varð tikin við av vatninum
EYÐUN KLAKSTEIN
Ein vanlukka á Viðareiði
hósdagin hevði við sær, at
ein smágenta doyði.
2 ára gamla gentan og 3
ára gamli beiggi hennara
vóru farin út um húsini,
sum standa uppi við Garð
á Viðareiði. Onkursvegna
datt gentan í ánna, sum
rennur nærindis húsini, og
hon varð tikin við av
streyminum. Nógv vatn
var í ánni hósdagin.
Beiggin, sum sá systur
sína detta í ánna, fór eftir
mammu síni, men hóast
mamman leitaði fram við
ánni, sá hon ongantíð dóttr-
ina. Mamman rópti á fólk
um hjálp, men tá tey fingu
eyga á gentuna, fleyt hon
á sjónum út fyri Døtl-
isgjógv.
Gentan var farin við ánni
allan vegin út á sjógv, og
har áin rennur út av er eitt
fall upp á einar 20 metrar.
Fólk sluppu í fyrstu atløgu
ikki til gentuna, tí tað er
torført at sleppa niður í
gjónna og ringt var í sjó-
num.
Ringt varð eftir hjálp úr
Klaksvík, haðani sløkkilið-
ið, løgreglan og sjúkrabilur
fóru avstað. Tá hjálpin
kom fram, høvdu menn
júst fingið fatur á gentuni.
Teir vóru farnir niður við
línu. Tað er ein lítil fjøra,
har tað bar til at koma nið-
ur á, og tað eydnaðist teim-
um at fáa fatur á gentuni.
Men tá var einki at gera, tí
hon var deyð.
EIRIKUR LINDENSKOV
Tá munnligir fyrispurningar
vóru fyri í tinginum í síðstu
viku, setti Henrik Old, løg-
tingsmaður, Finnboga Arge,
landsstýrimanni fyrispurn-
ing um vegin millum Vág
og Lopra
Henrik Old segði, at veg-
ur ongantíð er gjørdu rætt-
uliga liðugur, og at nú var
illa koyrandi eftir vegnum.
Hann segði, at arbeiðð við
at spreingja við Núpin eisini
hevði elvt til, at vegurin
ongantíð varð gjørdur lið-
ugur, m. a. vantar ovasta
lagið av asfaltinum.
Men loysn er nú í ljós-
mála. Finnbogi Arge svar-
aði, at hetta vegastrekkið
verður tað fyrsta, sum
Landsverkfrøðingurin fer
undir, tá teir aftur fara at as-
faltera fyrst í meimánaði.
Ýlandi og blinkandi politibilurin var á veg norður gjøgnum Nólsoyar Páls Gøtu, har hann yvirhálaði fleiri bilar, sum
koyrdu inn til síðuna, tá ein bilur koyrdi út fyri hann
Mynd: Símun á Høvdanum