Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. mars 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tá tølini leypa saman Rætting: SVEINUR TRÓNDARSON Í greinini »Stendur á jøvnum í fullveldismálin- um« í blaðnum í gjár verður í triðju og fjórðu spaltu nevnt, at sjeyndi hvør veljari væntar at livistøðið fer at fella og at fjórði hvør góðtekur fallið. Hetta er tvætl. Røttu tølini, sum eiga at standa í hasum førinum eru at 70 prosent vænta, at livistøðið lækkar, meðan 40 prosent vilja taka fallið á sín rygg. Tølini eru í hesum føri vavd í ein ellibita, sum ger at samanhangurin er skeivur. Soleiðis er, tá tølini leypa saman, og eg fari at biðja lesararnar bera yvir við hesum mistakinum. Nýggj skipan er møgulig Livistøðið fellur um før- oyingar taka fullveldi Veljarakanningin vísir, at 70 prosent av teimum spurdu vænta, at livistøðið fellur, um so er, at føroyingar taka fullveldið, men tað er samstundis merkisvert at leggja til merkis, at næstan 40 prosent av veljarafjøldini vil lata tað ganga út yvir sín pengapung 0 1 0 2 0 3 0 4 0 5 0 6 0 Ja Nei Veit ikki Góð 53 prosent av veljarunum siga, at tey vilja ikki lækka sín livifót fyri at Føroyar skulu fáa fullveldið. Men meira merkisvert er tað, at næstan 40 prosent vilja lækka sín livifót fyri somu orsøk Grafikkur: Sosialurin 0 1 0 2 0 3 0 4 0 5 0 6 0 7 0 8 0 Ja Nei Veit ikki SVEINUR TRÓNDARSON Veljarakanningin, sum Fynd hevur gjørt fyri So- sialin og Sjónvarpið vísir greitt, at føroyingar eru full- vísir í, at vælferðin verður fyri bakkasti um so er, at føroyingar taka fullveldi frá Danmark. Hetta vísir, at fólk eru greið yvir hvat tað merkir um ein milliard verður tikin burtur úr føroyska búskap- inum. Spurningurin um hvussu tað fer at ávirka vælferðar- støðið ber illa til at úttala seg um, tí tað mikla hug- takið, sum eitur skiftistíðin, kemur at hava ein avgerandi leiklut í hesum. At umleið 70 prosent av føroyingum rokna við, at vælferðin lækkar, merkir, at andstøðan hevur havt hepni við at greiða almenningin- um frá sínum sjónarmiðjum í hesum máli. Stóru partur vil gjalda Í veljarakanningini var eis- ini spurt um veljarin er hug- aður at lata tað ganga út yvir sítt egna vælferðarstøði. Her er greiður meiriluti ímóti. Umleið 53 prosent av veljarunum siga, at tey ikki vilja lata tað ganga út yvir teirra egnu vælferð, fyri at landið kann fáa fullveldi, men meira merkisvert er tað, at umleið fjøruti prosent av veljarafjølini sigur, at tey fegin vilja lata tað ganga út yvir teirra vælferð at Før- oyar gerst eitt sjálvstøðugt ríki. Tað kann í stuttum sigast, at eygleiðarar og politikarar halda talið 40 prosent vera rættuliga høgt. – Tað er nógv, tá hugsað verður um, at vit ikki rætti- liga vit, hvussu nógv væl- ferðin lækkar, sigur John Mortensen frá Fynd. Jóannes Eidesgaard sigur aðrastaðni í blaðnum, at eisini hann heldur hetta talið verða høgt, og at hann hevur virðing fyri teimum, sum taka undir við fullveldis- málinum og sum samstund- is sjálvi vilja gjalda tað sum tað kostar fyri at fáa full- veldi. Svarini, sum tey standa nú, geva ábendingar um, at tað eru heldur fleiri, sum nú vilja gjalda fyri fullveldi enn tað vóru áðrenn, men orsøkin er kanska tann, at tað nú er lættari at taka støðu til fullveldismálið. Meiri enn helmingurin av veljarunum trýr uppá, at tað ber til at finna eina nýggja skipan innanfyri ríkisfelags- skapin 0 1 0 2 0 3 0 4 0 5 0 6 0 j a nei veit ikki SVEINUR TRÓNDARSON Hinmøguleikin um so er, at fullveldisuppskotið hjá samgonguni ikki vinnur frama er, at gera eina nýggja skipan, sum kort- ini ikki er fullveldið. Veljararnir eru í sam- bandi við kanningina spurdir um teir meta tað sannlíkt, at tað ber til at gera eina nýggja skipan innanfyri ríkisfelagsskapin. Her siga knappliga 54 prosent av veljarunum, at teir trúgva at tað er møgu- ligt, meðan góð 32 prosent siga, at tey ikki rokna tað sum ein sannlíkan møgu- leika. Tað vil siga, at ein meiri- luti av veljarunum trýr, at tað ber til at finna eina nýggja skipan innanfyri rík- isfelagsskapin og tað vil siga eina skipan, sum liggur onkustaðni millum tað, sum Javnaðarflokk- urin og Sambandsflokk- urin hava víst á. Hóast teir hava meiri- luta sabært veljarakann- ingin heldur Jóannes Eid- esgaard, at samgongan hevur fullan demokrat- iskan rætt at samráðast við danir. 5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 55 - 18. mars 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 55 - 18. mars 2000 0 5 10 15 20 25 30 Annfinn Kallsberg Edmund Joensen Jóannes Eidesgaard Helena D. á Neystabø Høgni Hoydal Jenis av Rana Annar Veit ikki Anfinn best umtóktur sum løgmaður Hóast Fólkaflokkurin, at kalla, fær ein undir vangan frá veljarunum, so er Anfinn Kallsberg besta løgmansboðið eftir næsta val. Hann fær triðju hvørja atkvøðu. Næstur á listanum er Jóannes Eidesgaard SVEINUR TRÓNDARSON Tað kann gott vera, at tað gongur av skriðuni hjá Fólkaflokkinum í seinastu veljarakanningini, men før- oyingar eru eftir øllum at døma sera væl nøgdir við Anfinn Kallsberg, sum løg- mann. So væl, at triði hvør før- oyingur, sambært hesi velj- arakanningini, vil hava, at hann skal halda áfram í sessinum eftir næsta væl eisini. Hóast Javnaðarflokkurin hevur so nógv ta størstu framgongdina í veljarakanningini, so hevur tað ikki av sær sjálvum við sær, at formaður floksins skal vera løgmaður eftir næsta val, siga veljararnir. Teirra besta boð upp á ein løgmann eftir næsta val er sit- andi løgmaður, Anfinn Kallsberg. Tað heldur triðji hvør føroyingur Grafikkur: Sosialurin Hetta er nokkso merkis- vert tí tey, sum vilja hava Anfinn Kallsberg at halda fram sum løgmann, eru tví- falt so nógv, sum tey sum velja Fólkaflokkin. Tí má sigast, at henda veljarakanningin er eitt rættuligt herðaklapp til løg- mann, hóast flokkurin fær ein undir vangan. Jóannes á øðrum plássi Næstbest umtókti politikari, sum næsti Føroya løgmað- ur, er Jóannes Eidesgaard, sum sambært veljarakann- ingini fær knappliga 23 pro- sent. Hetta kemur neyvan, sum nøkur bumba tá havd verður í huga framgongdin hjá Javnaðarflokkinum, men kortini mugu vit enn eina- ferð staðfesta, at tað ikki er samanhangur millum und- irtøkuna hjá flokkinum og undirtøkuna sum formaður- in í flokkinum fær. Í hesum umfari er úrslitið tað beint øvugta av tí hjá Fólkaflokkinum. Jóannes fær fimm prosent færri at- kvøður enn flokkurin fær, men tað er neyvan nakað, sum ávirkar Jóannes. Tað er heldur ikki so løg- ið, at veljarar taka undir við tí løgmanni, sum situr, tá spurt verður, serliga tí, at løgmaður sjáldan er í pol- itiskum illveðri. Kortini var tað eitt sindur øðrvísi áðrenn seinasta val, tí tann løgmaður, sum tá sat, hevði havt nógv politiskt illveður rundan um seg beint áðrenn samgonguslit. Edmund ikki undirtøku Og tað er synd at siga, at Edmund hevur undirtøku manna millum nú tvey ár eru liðin síðani seinasta val. Bara níggju prosent siga, at tey halda at Edmund skal vera næsti løgmaður Føroya og tað er nógv minni enn undirtøkan flokkur hansara fær. Flokkurin fær næstan 22 prosent av atkvøðunum, so tað vil siga, at meiri enn helmingurin av hansara egnu veljarum Edmunds, ikki vilja hava, at hann aftur skal seta seg í løgmansstól- in. Henda støða er kanska heldur ikki so løgin tá hugs- að verður um, at Edmund ikki hevur sitið so tryggur í formansstólinum í Sam- bandsflokkinum. Tað er ikki so langt síð- ani, at Edmund fekk kapp- ing til formansvalið, og tað er synd at siga, at tað er kvirran, sum hevur valda innanhýsis í Sambands- flokkinum. Kortini hevur ikki verið so nógv at hoyra á hasum frontinum seinastu tíðina. Høgni heldur tørn Eins og við Edmundi og Jó- annesi, hevur Høgni Hoydal trupulleikan av, at hann »kappast« við ein sitandi løgmann. Høgni, sum við rúkandi ferð kom inn á ting við sein- asta val, er framvegis væl- umtóktur og fær góð 18 pro- sent av veljaraskaranum at atkvøða fyri sær, sum nýggja løgmann. Kortini er støðan hjá Tjóðveldisflokkinum eitt sindur meira sermerkt enn hjá hinum báðum. Her er talan um ein nýggjan pol- itikara, sum við sera stórari undirtøku fær eina sentrala plasering í flokkinum. Formaður floksins fær harafturímóti onga undir- tøku millum veljararnar og tað er kanska merkisvert í sær sjálvum. Heini O. Hein- esen hevur stóra undirtøku millum veljararnar í sínum valdømi, men tey meta hann eftir øllum at døma ikki sum tann rætta, sum løgmans- evni. Helena lítla undirtøku Tann, sum fær minstu und- irtøkuna, er Helena Dam á Neystabø. Bert heilt fáir veljarar meta, at hon eigur at seta seg í løgmanssessin eftir næsta val. Hugsa vit um undirtøk- una hjá flokkinum er tað kanska ikki so merkisvert, og leggja vit tað afturat, at hon hevur sitið í politiskum og umsitingarligum ódnar- veðrið, sum landsstýris- maður í heilsu- og almann- amálum, so er tað als ikki so løgið, at hon fær minstu undirtøkuna, sum framtíðar løgmaður Føroya. Niðurstøðan er tí, at tað er sitandi løgmaður og for- maðurin fyri størsta and- støðuflokkin, sum hava størsta áhugan millum velj- ararnar. Annar fyri at sita og gera eitt gott arbeiði. Hin fyri at vera aktivur í andstøðu og fyri at vera aktivur á vøllin- um í sambandi við fullveld- ismálið. Um teir eru samdir ella ikki, kann fyri so vítt vera líka mikið í hesum føri í hvussu er. Anfinn Kallsberg fær størstu undirtøkuna sum løgmaður Tey ungu og tey heilt gomlu Veljarakanningin hjá Sosialinum vísir, at tað er tað yngra ættarliðið og tey heilt gomlu, sum taka undir við ætlan samgongunnar 18 - 30 - 42 - 54 - 66 - 78 - SUM Ja 46,1 48,1 49,8 38,4 39,0 50,0 45,9 Nei 43,0 41,8 42,7 53,6 48,8 47,1 44,8 Veit ikki 10,9 10,1 7,6 8,0 12,2 2,9 9,3 SUM 100,0 100,0 100,0 100,0 100,0 100,0 100,0 SVEINUR TRÓNDARSON Í sambandi við veljara- kanningina varð spurt um aldur og í tí sambandinum er gjørd ein talva, sum vís- ir hvørjir aldursbólkar taka undir við fullveldis- ætlanini og hvørjir ikki gera. Her kemur greitt fram, at tað eru teir yngru ald- ursbólkarnir, sum í fyrsta umfari taka undir við ætl- anini hjá samgonuni. Hetta er í sær sjálvum ikki so løgið, tí serliga í samb- andi við seinasta val, varð eitt nú tosað nógv um, at tað vóru teir heilt ungu og nýggju veljararnir, sum taka undir við loysingarrákinum ella fullveldisrákinum, sum tað eitur í dag. Tey etableraðu meira rólig Talvan omanfyri vísir eisini, at teir báðir bólkarnir í oamfyri miðjuna hella tann vegin, at teir taka ikki undir við ætlan samgongunnar í fullveldismálinum. Hetta eru tey etableraðu og tey hava ofta lyndi til, at taka tað róligt, heldur enn at leypa framav, heldur Edmund Joensen, formaður í Sambandsflokkinum, sum kortini ikki torir at gera nakra niðurstøðu út frá hes- um upplýsingunum. Tað ger Jóannes Eides- gaard heldur ikki, men hann staðfestir bara, at tað er so. – Kortini trúgvi eg ikki, at tað er tilvildarligt, at tað eru tey, sum eru millum 544 og 77, sum eru teir velj- ararnir, sum taka undir við arbeiðinum hjá andstøðuni Tey elstu »eru við upp á nótarnar« Tað, sum so harafturímóti fær fólk at spíla eygu og oyrur í sambandi við hesa talvuna er, at tey heilt gomlu. Tey, sum eru eldri enn 78 ár, at tey taka undir við fullveldismálinum. Tað er serliga tað unga ættarliðið, sum tekur undir við arbeiðinum hjá samgonguni um fullveldi, men tey fáa eisini hjálp frá teimum heilt gomlu og tað undrar tey flestu Tað skal sigast, at mun- urin millum ja og nei í hes- um aldursbólkinum er sera lítil, men tað er í hvussu er staðfest, at millum tey gomlu er størri undirtøka fyri fullveldinum enn tað er móti. Hvørki Jóannes Eides- gaard ella Edmund Joensen hava huga at gera viðmerk- ingar til henda partin, tí, sum teir báðir siga, tað er ótrúliga torført at siga nakað um. Men vit mugu í hvussu er siga, at argumentini um, at tað eru tey ungu bráðræsnu, sum taka und- ir við fullveldismálinum, tey halda ikki í hesum før- inum. Gamaní, tey gomlu eru mangan ferug, men brá- ðræsin eru tey valla á gamalsaldrinum. 0 1 0 2 0 3 0 4 0 5 0 6 0 1 8 - 2 9 3 0 - 4 1 4 2 - 5 3 5 4 - 6 5 6 6 - 7 7 7 8 + Í alt Grafikkur: Sosialurin